mánadagur 9. mars 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 47 - 9. mars 2009 ]
28
Rok
dystur í
Sørvági
Dómarin noydd ist
at steðga »vinar
dysti« millum
tey bæði nýggju
liðini í Vodafone
deildini, 07 Vestur
og AB, tá menn
høvdu meira hug
at berjast enn at
spæla fótbólt
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Nú
fótbóltskappingin
er farin at nærkast,
spæla tey ymsu liðini
nógvar vinar- og venj-
ingardystir sínamillum,
men tað er ikki altíð, at
tað gongur so friðarliga
fyri seg, hóast ikki tað
stóra skuldi staðið upp
á spæl, nú kappingin
ikki er byrjað enn.
Vágaportalurin skriv-
ar um ein slíkan dyst í
Sørvági í gjár millum
uppflytararnar í Voda-
fone-deildini, 07 Vestur
og AB, ið gjørdist so
rokaligur, at dómarin
noyddist at blása dystin
av, hóast einir 5-10
minuttir vóru eftir at
spæla.
Tveir spælarar frá
AB og ein frá 07 Vestur
fingu reyða kortið, og
tann eina taklingin var
so hørð, at ein spælari
mátti á Lands sjúkra-
hús ið. At enda hevði
tað so lítið við fótbólt
at gera, at Suni Jo han-
sen, ið dømdi, ikki tordi
at lata dystin halda
fram, tí »fleiri spælarar
kókaðu í vreiði og vóru
um at fara til hendurs,«
sum
Vágaportalurin
tekur til.
Claus spældi við í sigri
Claus Bech Jørgensen fekk seinastu 11 minuttirnar á vøllinum,
tá ið Blackpool vann á Norwich í næstbestu ensku
fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool var á heimavølli, og eftir
málleysa støðu í hálvleikinum skoraði Blackpool tvær ferðir í
seinna hálvleiki. Brett Ormerod og Charlie Adam skoraðu
málini.
St. Mirren fekk hevnd
Fyri einari viku síðani vann Celtic heili 7-0 á St. Mirren,
men um vikuskiftið fekk St. Mirren hevnd fyri eyðmýkjandi
tapið. St. Mirren vann nevniliga 1-0 á Celtic, og so var frøin
ófør á liðnum. Celtic liggur annars á odda í skotsku
landskappingini – 34 stig frammanfyri St. Mirren, sum er at
finna í niðara enda av deildini.
– Hetta hava verið trý
praktfull ár, har vit
higartil hava vunnið
steypakappingina
tríggjar ferðir,
lands kapp ingina
tvær ferðir og nú
aftur skulu spæla
FMfinalu, sigur
Henrik Gerster, sum
gevst sum venjari hjá
Stjørnuni eftir hetta
kapp ingar árið
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tá Henrik Gerster tann 23.
juni í 2006 hevði skrivað
und ir ein tvey ára sáttmála
við
Stjørnuna,
skrivaði
Norð lýsið í yvirskrift, at
nýggi venjarin skuldi leiða
Stjørnuna til greipuna. Stór
orð, gamaní, men nú triðja
árið við Gerster sum venjara
brátt er farið, hevur tað hig-
ar til gingið eftir ætlan hjá
Stjørnuni.
Ikki var meira enn hálvt-
annað ár farið av sáttmála-
skeiðnum, tá Stjørnan tann
11. februar í fjør kundi boð-
að frá, at Gerster tók hetta
kappingarárið eisini. Og
eftir at Stjørnan bæði í 2007
og 2008 stóð eftir sum
greipuvinnari, er felagið
enn eina ferð væl á veg til
at taka ta triðju greipuna.
Stjørnan
hevur
longu
vunn ið steypakappingina í
ár, og nú verður so bara
bíðað eftir, hvørjum liði
Stjørn an skal møta í final-
un um um føroyameistara-
heitið í ár. Tí kann ikki
sigast annað, enn at Henrik
Gerster saman við spælar-
unum væl og virðiliga
hevur greitt setningin fyri
skeiðið.
Trý praktfull ár
Men nú eru so dagar hans-
ara sum venjari í Klaksvík
skjótt taldir, tí týskvøldið
boð aði
Henrik
Gerster
leiðsluni í Stjørnuni frá, at
hann gevst sum venjari eftir
hetta
kappingarárið,
og
hós kvøldið fingu spælar-
arnir tað so eisini at vita.
Og at tíðindini fingu ikki
vánaligar avleiðingar, sum
slíkar fráboðanir onkuntíð
kunnu hava við sær, gekk
sjón fyri søgn, tá Stjørnan
sunnudagin vant burtur úr
StÍF.
– Spælararnir og eg
samd ust hóskvøldið um, at
vit skuldu gera arbeiðið
liðugt, og tað haldi eg eisini,
at vit vístu á Skála. Og teir
áskoðarar, sum hava funnist
at okkum, blivu væl og
virði liga tiptir við hasum
sera sannførandi sigrinum,
sigur Gerster, sum er sera
glaður fyri tíðina í Stjørn-
uni:
– Hetta hava verið trý
praktfull ár, har vit higartil
hava vunnið steypa kapp-
ingina tríggjar ferðir, lands-
kappingina tvær ferðir og
nú
aftur
skulu
spæla
FM-finalu. Eg havi havt
nakrar fínar spælarar at
arbeitt við og tíðin í Klaks-
vík hevur verið sera stuttlig,
men nú haldi eg, at rætta
løtan er at gevast her.
Henrik Gerster sigur, at
høvuðsorsøkin til, at hann
nú hevur valt at givist sum
venjari hjá Stjørnuni, er tí
tað kennist í so møðsamt
vetur eftir vetur at skula
koyra teir 75 kilometrarnar
úr Havn til Klaksvíkar fleiri
ferðir um vikuna til bæði
venjing og dyst.
Gott spælaratilfar
Tá prátið kemur inn á liðið,
sum hann komandi kapp-
ingarár skal síggja onkran
annan hava ábyrgdina av,
heldur Henrik Gerster, at
tað í øllum førum er sera
gott
spælaratilfar,
hann
letur frá sær til avloysaran
– hvør tað so verður:
– Tað er eingin ivi um, at
komandi venjarin fær eitt
gott lið at arbeiða við. Helst
er eitt ættarliðsskifti á veg,
men eg vænti ikki, at tað
fer at gera stóran mun, tí
har eru so nógvir og góðir
spælarar,
sum
saktans
kunnu bera Stjørnuna víð-
ari, sigur skjótt fyrrverandi
Stjørnuvenjarin, sum enn
einki vil siga um, hvat hann
møguliga fer at gera næsta
vetur. Men hann sigur seg
longu nú hava »fleiri bóltar
í luftini«, hvat framtíðini
viðvíkur.
Tann nú 44 ára gamli
Gerster hevur verið partur
av føroyskum hondbólti í
rættiliga nógv ár. Hann kom
til Føroya at spæla við H71
kappingarárið 1987-88, tá
hoyvíkingar vunnu bronsu.
Og fyri hálvumsætta ári
síðani kom hann aftur til
Hoyvíkar, umframt at hann
eisini var venjari hjá Tjaldri
í Runavík eitt skifti, áðrenn
leiðin lá til Klaksvíkar, har
hann nú skjótt fer at takka
fyri seg.
Gerster
gevst í
Klaksvík
Eftir trý ár sum venjari hjá nógv vinnandi Stjørnuliðnum, hevur Henrik Gerster nú boðað frá, at hann gevst eftir hetta kappingarárið
Mynd: Álvur Haraldsen