mánadagur 9. mars 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 47 - 9. mars 2009 ]
29
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Pauli setti nýtt føroyskt met
Føroyskir svimjarar gera alla somlu tíðina so mikið stór framstig, at tað
kemur til sjóndar við ymsum metum. Tann seinasti er Pauli Øssursson
Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum setti nýtt føroyskt met í 50 metra
frísvimjing við tíðini 23,96 sekund, tá hann leygardagin svam í Vági.
Metið ger somuleiðis, at hann hevur kvalifiserað seg til Oyggjaleikirnar í
summar og kappingina um danska meistaraheitið, sum verður seinni í ár.
Nú er bara Kostic eftir
Av teimum trimum, sum upprunaliga vóru um boðið at
venja føroyska A-landsliðið í fótbólti, er bara Luka Kostic
framvegis tøkur, tí hinir báðir hava tikið við øðrum
venjarastørvum. Hetta er greitt, nú Flemming Serritslev
hevur skrivað undir sáttmála, ið ger hann til U-21
landsliðsvenjara í Armenia. Frammanundan er Colin
Calderwood, sum segðist vera á veg til Føroya fyri einum
mánaði síðani, blivin knýttir at Newcastle.
– Eg haldi ikki, at vit
kunnu hava ein mál
mann, sum kanska er
í heimsklassa, sitandi
á bonkinum, sigur
Heðin Askham, ið
hevur valt Gunnar
Nielsen fram um
Jákup Mikkelsen at
verja føroyska málið í
Íslandi
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sunnukvøldið bar Vágapor-
talurin tey tíðindi, at Jákup
Mikkelsen – eftir 21 ár á
landsliðnum – kendi seg
»spark aðan av landslið-
num«, nú setti landsliðs-
venjarin, Heðin Askham,
hevur sagt Jákupi, at hann
ikki kom at byrja inni í
vinardystinum ímóti Íslandi
22. mars.
– Eg vildi geva Jákupi
»fair-play«, tí hann er ikki
hvør sum helst í føroyskum
fótbólti. Hevði eg tikið
hann út, so skuldi eg eisini
byrjað við honum í málin-
um, sigur Heðin Askham,
sum í dag hevur almanna-
kunngjørt hópin til Ís -
landsdystin – uttan Jákup
Mikkelsen millum teir 18
úttiknu.
– Jákup hevur ikki upp á
nakran máta spælt seg av,
men eg haldi ikki, at vit
kunnu hava ein málmann,
sum kanska er í heimsklassa,
sitandi á bonkinum, sum
hev ur verið ein stór orsøk
til góðu úrslitini hjá U21-
landsliðnum,
sigur
setti
landsliðsvenjarin og sipar
til Gunnar Nielsen, sum
her fyri skrivaði undir sátt-
mála við enska Premier
League-felagið, Manchester
City.
Heðin Askham sigur, at
hann ikki vil avskriva nakr-
an í heimligu kappingini,
men sambært Vágaportalin
følir Jákup Mikkelsen seg
avskrivaðan á landsliðnum,
nú hann hevur fingið at
vita, at hann ikki longur er
fyrsta valið til málmans-
plássið.
– At tað fór at enda so -
leiðis, hevði eg nú ikki
droymt um. Eg hevði hugs-
að um at spælt mín seinasta
dyst á landsliðnum undir
øðrum umstøðum, eitt slag
av farvæl-dysti, men tað
verður so av ongum, sigur
hann við Vágaportalin, har
hann eisini váttar, at hann
ikki vildi fara til Íslands
fyri at sita á bonkinum.
Jákup ikki hvør sum helst
Bara sjey av teimum,
sum vóru við Alands
liðnum í Litava í
fjør heyst, hava fingið
afturval frá setta
landsliðsvenjaranum
til vinardystin ímóti
Íslandi.
FÓTBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Heðin Askham, sum er sett-
ur landsliðsvenjari til vinar-
dystin ímóti Íslandi, sum
verður í Kórinn-høllini á
Kópavogi sunnudagin 22.
mars, hevur í dag al manna-
kunngjørt, hvørjir 18 spæl-
ararnir
manna
føroyska
hóp in til henda dystin.
Bara sjey av teimum, sum
vóru við til síðsta lands-
dyst in hjá Føroyum á úti-
vølli ímóti Litava tann 15.
oktober í fjør, hava fingið
boð hesa ferð. Tá skal tó
havast í huga, at útisetarnir
eru bara tríggir í tali, tí hesa
ferð er úttøkan fyrst og
fremst gjørd í heimligu
kapp ingini.
Hinvegin vóru fimm av
úttiknu spælarunum við til
síðsta dystin hjá U21-lands-
liðnum, sum var spældur í
september í fjør, umframt
at fleiri av hinum hava verið
partur av U21-landsliðnum,
sum Heðin Askham venur
saman við Bill McLeod
Jacobsen.
Av teimum 18 spælarun-
um eigur annars greipu-
felagið EB/Streymur ikki
færri enn seks spælarar, og
síðani kemur NSÍ við fýra
spælarum (Jónas Þór Næs
er framvegis skrásettur sum
NSÍ-ari, blðm.), meðan HB
og Víkingur hava hvør sínar
tveir og KÍ ein.
Hóast dentur er lagdur á
spælarar úr Vodafone deild-
ini, eru Gunnar Nielsen,
Odmar Færø og Símun
Sam uelsen, sum framm an-
undan er í Íslandi, tiknir út
sum einastu fótbóltsútisetar
hesa ferð.
Úttikni hópurin
Fróði Benjaminsen
HB
Egil á Bø
EB/Streymur
Jóhan Troest Davidsen NSÍ
Odmar Færø
Brøndby
Arnbjørn Hansen
EB/Streymur
Einar Hansen
NSÍ
Pauli Hansen
EB/Streymur
Levi Hanssen
EB/Streymur
Kristoffur Jakobsen
KÍ
Bogi Løkin
NSÍ
Christian Mouritsen
HB
Gudmund Nielsen
EB/Streymur
Gunnar Nielsen
Manchester City
Jónas Þór Næs
NSÍ
Andreas Lava Olsen
Víkingur
Súni Olsen
Víkingur
Símun Samuelsen
Keflavík
René Tórgarð
EB/Streymur
Stór útskifting
í hópinum