mánadagur 9. mars 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 47 - 9. mars 2009 ]
Hutton við at koma
fyri seg
Fyri einum ári síðani keypti Tottenham skotska bakkin
Alan Hutton fyri eina stóra upphædd, men seinastu
mánaðirnar hevur skotin sitið uttanfyri við skaða. Nú er
Hutton við at koma fyri seg aftur. Hann hevur vant
seinastu tvær vikurnar, og sambært venjaranum hjá
Tottenham, Harry Redknapp, nærkast hann einum plássi
á liðnum.
United-liðformaður
skaddur
Tá ið Manchester United leygardagin vann ímóti Fulham
í ensku steypakappingini, noyddist liðformaðurin Rio
Ferdinand av gevast í hálvleikinum. Hann skeiklaði fótin,
og nú er ivasamt, um Ferdinan verður tøkur til dystin
ímóti Inter í Champions League. Um Ferdinand ikki fær
spælt, fara Nemanja Vidic og Johnny Evans helst at
manna miðverjuna hjá United.
Portugisiski venjarin
heldur tað vera
sjálvsagt, at hann
gerst venjari hjá
Manchester United, tá
Alex Ferguson leggur
frá sær.
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Venjarin hjá Inter Milan,
José Mourinho, viðgongur,
at tað hevði freistað hann at
sloppið at starvast í Ong
landi aftur. Fremst á ynski
listanum hjá Mourinho er
at gerast venjari hjá Man
chester United.
– Tá Alex Ferguson fer
frá, fer Manchester United
at leita eftir teimum bestu
venjarunum í heiminum.
Eg felli inn í ta kategoriina,
sigur Mourinho við enskar
fjølmiðlar.
Og tað er neyvan heldur
nakað dulsmál, at ensku fjøl
miðlarnir hava saknað tann
litríka portugisiska venjaran,
síðani hann varð koyrdur úr
starvi
sum
venjari
hjá
Chelsea á heysti í 2007.
Er ikki í iva
Mourinho er ikki í iva um,
at hann er væl egnaður til
venjarastarvið. – Eg kann so
ikki útihýsa, at eg ein dag
gerist
høvuðsvenjari
hjá
Manchester United. Serstøk
fótbóltsfeløg hava tørv á ser
støkum
venjarum,
sigur
Mourinho, sum gongur und
ir navninum »The Special
One«.
Tað hevur gingist væl hjá
Mourinho í italsku Seriu A.
Inter er klárt á odda, sjey
stig framman fyri Juventus.
Mourinho vil kortini ikki
lova, at hann verður venjari
hjá Inter komandi kapping
arár.
– Um 86 dagar fari eg í
feriu. Verði eg framvegis
venjari hjá Inter? Í fótbólti
veit ein ongantíð, staðfestir
tann ógvuliga serstaki José
Mourinho.
Mikukvøldið spæla Man
chester United og Inter
seinna dystin í áttandaparts
finaluni í Champions League
á Old Trafford í Manchester.
Fyrri dysturin á San Siro í
Milano endaði 00
Mourinho vil venja
Manchester United
José Mourinho vil fegin sleppa
aftur til Onglands – og helst
vil hann verða venjari hjá
Manchester United…
Barcelona vann á
Athletic Bilbao, með
an Real Madrid bert
fekk javnleik ímóti
lokala kappingar
neytanum, Atletico
Madrid
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Seinnu vikurnar hevur ging
ið illa í hond hjá Barcelona,
sum hevur tapt ímóti bæði
Espanyol og Atletico Mad
rid síðstu tvey umførini.
Ímóti Atletico Madrid á Vic
ente Calderón Leikvøllinum
í Madrid var reint galið.
Barcelona var á odda 20,
men endin var, at Atletico
Madrid vann 43.
Men leygarkvøldið kom
tann stolta, katalanska fót
bóltsskútan aftur á beint.
Samstundis hevur Real Mad
rid vunnið 20 á Espanyol og
61 á Real Betis. Munurin,
sum Barcelona hevði upp á
10 stig, var knappliga tódn
aður niður í fýra stig. Men
um vikuskiftið øktist mun
urin aftur.
Undanfrumframførsla
Á Nou Campleikvøllinum í
Barcelona møttust FC Barce
lona og Athletic Bilbao til
eina undanframførslu til fin
aluna í sponsku steypakapp
ingini, Copa Del Rey, sum
júst hesi bæði liðini spældu
seg í farna mikukvøld.
Barcelona vann dystin 2
0, men baskiska útiliðið
hevði annars tann fyrsta
stóra málmøguleikan í dyst
inum. Sergi Busquets stút
aði Barcelona fram um 10,
tá 17 minuttir vóru spældir.
Hetta hendi aftan á eitt gott
fríspark frá Xavi.
Í seinna hálvleiki staðfesti
Lionel Messi sigurin við
einum
brotssparksmáli,
sum
argentinska
super
stjørnan setti ósvikaliga
trygt í netið. Samuel Eto’o
brendi nakrar risamøguleik
ar, og burdi Barcelona fing
ið ein størri sigur. Men 20
sigurin gjørdist søtur, tá
úrslitið frættist frá Barna
beuleikvøllinum í Madrid.
Real misti
Í grannauppgerðini ímóti
Atletico Madrid eydnaðist
tað bert Real Madrid at fáa
javnleik 11 ímóti teimum
lokalu kappingarneytunum,
sum hava havt eitt av sínum
betri kappingarárum.
Sjey
minuttir
áðrenn
steðgin hevði Atletico eitt
mynsturálop, sum var byrj
að frá egnari leikhálvu.
Bólturin endaði hjá Sergio
Agüero, sum sendi bóltin
inn til Diego Forlán, sum
var komin inn í brotsteigin.
Framherjin
úr
Uruguay
gjørdi einki mistak, men
bankaði bóltin í netmeskar
nar hjá Iker Casillas.
12 minuttir inn í seinna
hálvleik javnaði hollendski
spælarin, Klaas Jan Hunte
laar, aftan á eitt frálíkt for
arbeiði frá Gonzalo Higu
aín. Úrslitið var tó langt frá
nøktandi fyri Real Madrid,
sum nú er seks stig aftan
fyri Barcelona.
Kortini var tað Atletico
Madrid, sum hevði teir
størstu málmøguleikarnar í
seinna hálvleiki. Iker Casil
las var fullkomiliga seldur,
tá Diego Forlan meddaði
bóltin í stongina.
Sera undirhaldandi
Talan var um ein sera undir
haldandi dyst við nógvum
málmøguleikum, men tað
er ikki at siga ov nógv, um
hugt verður eftir stigatalv
uni, at Barcelona var vinnar
in av dystinum millum Real
og Atletico. Barcelona hev
ur 63 stig, meðan Real Mad
rid hevur 57 stig, og enn
eru 12 dystir og 36 stig at
spæla um.
Týskvøldið skal Real Mad
rid spæla ímóti Liverpool á
Anfield Road í seinnu átt
andapartsfinaluni í Cham
pions
League.
Liverpool
vann 10 í Madrid, so har
stendur á gomlum nøglum
hjá Real Madrid. Barcelona
tekur ímóti Lyon og hevur
ein 11 javnleik frá fyrra dyst
inum sum gott útgangsstøði.
Barcelona økti aftur um munin
Diego Forlan leggur Atletico á odda 1-0 og Real Madrid-málverjanum Iker Casillas er prísgivin
Mynd: Philippe Desmazes/Scanpix