mánadagur 9. mars 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 47 - 9. mars 2009 ]
Everton, Manchester
United og Chelsea eru
í hálvfinaluni. Arsenal
og Hull skulu kappast
um síðsta plássið í
hálvfinaluni
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Um
vikuskiftið
vóru
tríggjar fjórðingsfinalur, og
ein
hangandi
áttanda
partsfinala spæld í siðvandu
FA Cupsteypakappingini,
sum gongur heilt aftur til
1872, og sum er heimsins
elsta fótbóltskapping.
Manchester
United,
Everton og Chelsea hava
øll vunnið FA Cup nakrar
ferðir ígjøgnum árini, og nú
verður bíðað eftir hvat felag
skal
fylgja
teimum
til
hálvfinaluna. Talan verður
antin um Hull ella Arsenal.
Tevez var eyðsýndur
Argentinski framherjin hjá
Manchester United, Carlos
Tévez var rættiliga eyð
sýndur í dystinum millum
Fulham
og
Manchester
United. Longu tá 20 min
uttir vóru spældir, byrjaði
Tévez
málveitsluna
við
einum
góðum
stútara.
Michael Carrick tók eitt
horna, sum fór umvegis
Wayne Rooney og beint á
pannuna hjá Wayne Rooney,
sum stýrdi bólti í netið. Eitt
korter seinni økti Tévez til
20 við einum kanónskoti,
sum
Fulhammálverjin,
Mark Scwarzer ikki hevði
nakran møguleika at taka.
Hóast Tévez hevði ynskt
meiri spælitíð á liðnum, so
hevur hann kortini havt
stóran týdning fyri liðið.
Serliga í steypadystunum.
Av teimum 12 málunum,
sum Tevez hevur skotið
hetta kappingarárið, er heili
níggju skotin í League Cup
og í FA Cupkappingini.
Wayne Rooney økti til 3
0 við einum langskoti,
fimm minuttir út í seinna
hálvleik. Koreanin, Ji Sung
Park staðfesti sigurin, tá
smáir 10 minuttir vóru eftir
av vanligu leiktíðini. Hetta
hendi aftan á eina skeiva
sending frá Fulhamspælar
anum, Zoltán Gera.
Chelsea vóru
ikki hóttir
Chelsea stillaði við sterk
astu manning ímóti Coven
try
á
Ricoh Arena
í
Coventry, og var tað eisini
Chelsea, sum hevði tamar
hald á dystinum. Longu tá
15 minuttir vóru farnir,
hevði málslúkurin, Didier
Drogba, lagt Chelsea á
odda. Drogba fangaði bóltin
frá Scott Dann, fór fram við
málverjanum og setti bóltin
í netið við vinstra fótinum.
Frank Lampard hevði
eisini eitt rimmar langskot í
fyrra hálvleiki, men mál
verjin hjá Coventry, Kieran
Westwood,
fekk
jústað
bóltin út til hornaspark.
Sigursmálið hjá Chelsea
kom
eisini
aftaná
eitt
mistak, men tað eru jú
mistøkini, sum skilja tey
stóru liðini frá teimum
smáu. Ricardo Quaresma
spældi bóltin yvir til Alex,
sum
ongar
trupuleikar
hevði við at økja til 20.
Coventry megnaði ongantíð
at svara aftur í dystinum.
Everton tók
seg saman
Á Goodison Park møttust
Everton og Middlesbrough.
Liðini høvdu gjørt næstan
gjørt klárt til at fara til
hálvleiks, tá David Wheater
hjá
Middlesbrough
frá
stuttari fjarstøðu skoraði til
10.
Evertonmálverjin,
Tim Howard royndi at halda
bóltinum
innan
fyri
málstrikuna, men til onga
nyttu.
Evertonvenjarin, David
Moyes má hava ruskað í
sínar menn, tí Everton
tyktist at vera hamskiftir, tá
teir komu út í seinna
hálvleik. Frá byrjan legði
Everton
stórt
trýst
á
Middlesbrough, og longu
aftan á fimm minuttir gav
hetta úrslit. Tim Cahill
sendi
ein
bólt
inn
í
brotsteigin. Málverjin hjá
Middlesbrough, Brad Jones
kom skeivt út úr málinum,
og so var lag á manni hjá
Marouane Fellaini at stúta
bóltin inn í eitt opið mál.
Everton helt fram við at
trýsta, og stutt aftaná fall
sigursmálið til 21. Steven
Pienaar legði ein bólt inn til
Louis
Saha,
sum
sera
hegnisliga stútaði bóltin í
netið til 21.
Eftir hetta hevði Everton
nógvar
málmøguleikar
aftrat,
meðan
Middles
brough ikki hevði nógv at
bjóða uppá, og The Toffees
kundu fegnast um at hava
rokkið
FA
Cuphálv
finaluni.
Arsenal-perlur
Ein áttandapartsfinala lá
eftir, og var hon millum
Arsenal
og
Burnley
á
Emirates Leikvøllinum í
London. Burnley megnaði
ikki at gera tær stóru
skreytirnar,
og
Arsenal
vann ein tryggan 30 sigur,
eftir hálvleiksstøðuna 10.
Nú
eru
bara
Premier
Leaguefeløg
eftir
í
kappingini, og Arsenal skal
spæla ímóti Hull í síðstu
fjórðingsfinaluni.
Carlos
Vela
byrjaði
málveitsluna hjá Arsenal, tá
25 minuttir vóru spældir.
Hetta var aftan á gott
forarbeiði
frá
Andrej
Arshavin, sum fekk prógvað
sín dugnaskap, eftir at hann
alment hevur viðgingið, at
Premier League er torførari,
enn hann upprunaliga helt.
Tá seks minuttir vóru
spældir av seinna hálvleiki,
økti Eduardo við mestsum
einum hælsparki til 20,
eftir gott samstarv við Alex
Song.
Og tá seks minuttir vóru
eftir av vanligu leiktíðini,
staðfesti Emmanuel Eboue
sigurin fyri Arsenal við at
skora til 30. Alex Song var
aftur arkitekturin, hesaferð
við einari góðari sending
við hælinum inn til Eboue.
Talan var um tríggjar sannar
perlur hjá Arsenal, sum
annars hevur havt stórar
trupuleikar við at skora
mál.
Bert Premier League-feløg eftir
Av teimum trimum vøkru málunum hjá Arsenal var tað hjá Eduardo tað allarvakrasta, tá hann skoraði tað mittasta til 2-0 – mestsum við hælinum
Mynd: AP
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Man Utd
27
20
-
5
-
2
48
12
36
65
2 Chelsea
28
17
-
7
-
4
48
16
32
58
3 Liverpool
28
16
-
10
-
2
45
20
25
58
4 Aston Villa
28
15
-
7
-
6
42
29
13
52
5 Arsenal
28
13
-
10
-
5
41
26
15
49
6 Everton
28
12
-
9
-
7
36
28
8
45
7 West Ham
28
11
-
6
-
11
34
34
0
39
8 Man City
28
10
-
5
-
13
45
36
9
35
9 Wigan
28
9
-
8
-
11
27
27
0
35
10 Fulham
27
8
-
10
-
9
24
23
1
34
11 Bolton
28
10
-
3
-
15
30
40
-10
33
12 Tottenham
28
8
-
8
-
12
33
33
0
32
13 Sunderland
28
8
-
8
-
12
28
36
-8
32
14 Hull
28
8
-
8
-
12
34
50
-16
32
15 Stoke
28
7
-
8
-
13
27
44
-17
29
16 Newcastle
28
6
-
10
-
12
34
45
-11
28
17 Portsmouth
27
7
-
7
-
13
29
44
-15
28
18 Blackburn
27
6
-
9
-
12
30
43
-13
27
19 Middlesbr.
28
6
-
8
-
14
20
40
-20
26
20 WBA
28
6
-
4
-
18
25
54
-29
22
Modric er fantastiskur
Venjarin hjá Tottenham heldur nógv av kroatiska
Luka Modric, sum kom til felagið í fjørsummar.
Eg rokni við, at hann kundi spælt á øllum liðum í
heiminum, so góður er hann. Hann er ein fantasti
skur fótbóltsspælari við einum góðum knokki, sigur
Harry Redknapp við The Guardian. Luka Modric
hevur spælt væl, men enn hevur hann bert skorað
eitt mál fyri Tottenham í Premier League.
Ferugson ræðist pensiónina
Seinastu 22 árini hevur Sir Alex Ferguson verið venjari í Man
chester United, og tann 67 ára gamli skotin stúrir fyri degnum,
tá ið hann má takka fyri seg í felagnum. Eg eri í brotssparks
kappingini í mínari karrieru sum venjari, men eg stúri fyri at
skula gevast. Eg havi verið umborð á hesum tokinum so leingi,
at eg eri bangin fyri, at kroppurin hjá mær sigur stopp, tá ið eg
gevist, sigur Ferguson við franska blaðið L’Equipe.