mánadagur 9. mars 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 47 - 9. mars 2009
Røða, sum Olaf Olsen
helt á 100 ára degnum hjá
Føroya Reiðarafelag
Táið man skal tala um ein, sum
hevur føðingardag ella jubileum,
og enntá ein 100 ára dag, so
plagar man at taka tað positiva
fram, og tað ætli eg mær eisini at
gera.
Eg vil ikki tala so nógv um
felagið sjálvt, men heldur um
nakað av tí, sum limir tess hava
útint ígjøgnum eina øld. Hvussu
teir hava megnað at leggja á ann
an bógv, táið fortreytirnar eru
broyttar, og eisini at royna nakað
nýtt, sum onnur ikki hava fingið
eyga á.
Salt- og klippfiskurin
var álitið
Táið felagið varð stovnað, var
sluppfiskiskapurin komin í
hædd ina, og skipini royndu mest
undir Føroyum og Íslandi, og tað
var toskur, sum varð flaktur og
saltaður, sum kom í lastina og
varð síðani útfluttur, antin sum
saltfiskur ella klippfiskur,
megin parturin til Spania. Óivað
var hetta tað, sum útvegaði
næstan allan valutan til Føroyar.
Tað gingu mong ár, áðrenn
annað enn toskur, veiddur við
snøri og nakað við línu, útvegaði
føroyingum útlendskt gjaldoyra.
Táið búskaparkreppan byrjaði
fyrst í 1930árunum, og spanska
borgarakríggið eisini breyt út,
bleiv torført at koma av við salt
fiskin. Hetta var ein ring tíð fyri
føroyingar, og mong reiðarí fóru
av knóranum.
Vesturgrønland kemur
inn í myndina
Aftan á Fyrra Heimsbardaga
vórðu nýggjar leiðir troyttar, m.
a. Vesturgrønland og Barents
havið. Undir Vesturgrønlandi
vóru tað mest sluppirnar og
skonnartirnar, sum fóru tann
vegin, meðan trolararnir fóru upp
til Norðurnoregs. Hetta vóru
nýggjar avbjóðingar, og serstak
liga var tað vandamikið at royna
undir Vesturgrønlandi, tí har var
ofta nógvur ísur og vánalig land
og sjókort, og forboð fyri at
koma inn til lands, men tað bar
til at troyta leiðirnar har, hóast
umstøðurnar vóru vánaligar.
Seinni Heimsbardagi
broytir fortreytirnar
Seinni Heimsbardagi kom við
sínum avbjóðingum, og føroy
ingar vórðu noyddir at leggja á
annan bógv. Saltfiskamarknað
urin var burtur, men bretar høvdu
brúk fyri feskum fiski, og tí varð
nú siglt til bretskar havnir við
veiðini. Íslendingar góvust mitt
undir krígnum at sigla til Bret
lands vegna krígsvandan, men
føroyingar hildu fram, men tá
varð lagt um til at keypa fisk í
Íslandi og føra hann til enskar og
skotskar havnir. Ein kann siga, at
nú var tað ein farmavinna, sum
flutti vørur úr Íslandi til Bret
lands. Hetta kostaði Føroyum
mong mannalív og eisini skip,
men í krígstíðum er altíð vandin
størri, og teir, sum lógu eftirá,
gjørdu, at tey, sum yvirlivdu,
kundu lívbjarga sær. Hetta eiga
vit ikki at gloyma.
Gomul skip og dýrt kol
Táið heimsbardagin var av, áttu
Føroyar pening í útlondum.
Tíðirnar vóru eisini broyttar, og
tey, sum høvdu áræði til at virka,
máttu aftur royna at laga seg til
nýggju umstøðurnar. Nú bar
aftur til at selja saltfisk, hóast
mangir hildu, at tað var ein farin
tíð með alla, men nú vantaðu
skip, tí tey, sum vóru eftir, vóru
gomul og fá, og tí máttu onnur
skip útvegast. Tað var torført at
byggja nýggj skip. Tey vóru fyri
tað fyrsta dýr, og tað vóru ikki
bert føroyingar, sum høvdu mist
nógv skip, og m. a. skuldu bretar
byggja teirra flota uppaftur, so
tað var trongligt á skipasmiðjum.
Úrslitið varð, at gamlir trolarir
vórðu keyptir, mest úr Bretlandi.
Hesir vóru kolfýrdir og óøko
nomiskir, og tað bøtti ikki um,
táið Koreakríggið byrjaði fyrst í
1950árunum, og eftirspurning
urin eftir koli øktist so nógv av tí
orsøk. Vit kenna støðuna aftur,
nú ið oljan gjørdi eitt skarvslop
og mundi kollrent alt vinnulív.
Tað endaði við, at flestir av trol
arunum fóru á heysin, og føroy
ingar sótu aftur eftir við einum
ómodernaðum og lítlum flota.
Enn var einki annað hent í 20.
øld, sum hjálpti til at útvega
valuta frá útlandinum.
Nýggir fíggingar-
møguleikar
Fyrrapartin í 1950árunum var
flotin so lítil í mun til teir sjó
menn, sum vóru tøkir, at fleiri
túsund føroyingar sigldu við
útlendskum skipum. Bara í
Íslandi vóru upp til 1.500 mans
okkurt árið. Men so var Ognar
felagið stovnað, sum var ein for
leypari til Realkreditstovnin,
sum, so vítt eg minnist, varð
stovnaður við einum grund
kapitali uppá 40 milliónir krónur,
og sum skuldi nýtast til at fíggja
ein nýggjan føroyskan fiskiflota.
Hetta setti gongd í at útvega
nýggj skip, og frá seinast í
1950árunum og fram ígjøgnum
1960árini var veruliga gongd
komin á at endurnýggja
fiskiflotan.
Aðrar leiðir og
onnur fiskasløg
Nú varð aftur lagt á annan bógv.
Framvegis vórðu nýggjar leiðir
royndar. Tað var farið til Ný
fundna lands, og sildafiski skap
urin norðanfyri Føroyar tók seg
upp. Nú var tað ikki bert toskur
og eitt sindur av hýsu, men sild,
sum varð fingin við gørnum og
varð saltað umborð. Seinni kom
kraftblokkurin, og tá tók nóta
fiskiskapurin seg veruliga upp. Í
nøkur ár varð tað roknað sum eitt
ævintýr, tí væl var at tjena hjá
bæði manning og skipaeigarum.
Teir allarflestu, sum áttu og
róku hesi skip, vóru limir í
Reiðarafelagnum, og sum
útvegaðu vøruna til at fáa valuta
til landið, og tað var so neyðugt,
tí so lítið er, sum kann fram
leiðast í Føroyum til heimabrúk.
Tó skal verða sagt, at útróðrar
flotin, sum hevði sítt egna (síni
egnu) feløg, hevur eisini havt sín
leiklut í at fáa pening til landið.
Men framvegis er tað fiskurin,
sum stendur fyri meira enn 95 %
av útflutningsvinnuni.
Norðsjógvurin
Sildin norðan fyri Føroyar var
góð, so leingi tað vardi, men í
1968 hvarv hon, og tað verður
enn umrøtt, hví so var, men tað
ráddi um aftur at leggja á annan
bógv, og tá eydnaðist at fáa sild í
Norðsjónum. Hetta hjálpti væl
uppá búskapin. Men tað var
annað at fáa í Norðsjónum, og
nakrir byrjaðu at veiða fiskasløg
til ídnað, sum ikki var veitt av
føroyingum áður. Ein stórur
partur varð avreiddur í Føroyum,
og tað mundu vera einir 30
ídnaðartrolarir, táið teir vóru
flestir.
Hemari og laksur
Tað vóru tvey onnur fiskasløg,
sum komu at hava týdning fyri
nøkur skip. Tað var hemari og
laksur. Hetta var fiskur, sum
sveimaði víða; hemarin veiddur
við línu frá Føroyum og vestur
móti USA strondini, laksurin
mest við gørnum og nakað við
línu norðanfyri Føroyar og upp
móti Svalbard, men eisini við
Vesturgrønland. Hetta vardi ikki
so leingi, men gav nøkrum
skipum og monnum útkomuna
nøkur ár. Laksafiskiskapurin
endaði við at verða keyptur av
íslendingum, tí teir vóru ræddir
fyri at missa sín sportsfiskiskap í
teirra áum, sum gav teimum
nógvan pening frá ríkum
útlendingum.
Rækjur
Fyrst í 1970árunum kom eitt
fiskaslag inn í fiskiskapin, sum
var væl øðrvísi enn onnur, og
sum ikki so mong høvdu stóra
tiltrúgv til. Tað var lítla krabba
dýrið rækja, sum kom at vera eitt
slag av ævintýri nøkur ár, tí táið
pionerarnir høvdu sett spónin í
greytin, og aðrir komu aftrat,
bleiv tað ein vinna, sum gav
manningunum sera góða hýru
nøkur ár, og eigarunum so mikið,
at teir hildu fram við at gera
íløgur í hana, men hetta sum so
mong onnur ævintýr fánaði
burtur, og fá skip eru eftir, sum
royna at halda fast í hesa vinnu,
mest tí at leiðirnar trongdust, tí
havið bleiv býtt upp millum
tjóðirnar.
Heimaleiðir
Heimaleiðirnar hava mest verið
troyttar av útróðrarflotanum, men
táið sjómarkið varð flutt út á 200
fjórðingar 1. január 1977, fóru
onnur før at royna undir Føroy
um. Tað gekk ikki bara gott at
byrja við, men sum tíðin gekk, so
eydnaðist tað betri og betri. Tað
bleiv ein rættiliga stórur floti til
endan, bæði trolarir og línuskip,
garnaskip sum royndu eftir
svartkalva og blálongu, so tað
kom fitt av fiski av heimaleið
unum frá seinast í 1970árunum
og út eftir. Sáttmálar vórðu
gjørdir við onnur lond um at
fiska á teirra leiðum, móti at teir
kundu fiska í okkara sjógvi, og
tað gjørdi, at tað ikki bleiv ein
fullkomin kollvelting í veiði
mynstri num. Ein av oljukrepp
unum kom samstundis, sum
henda umleggingin fór fram, og
gjørdi hon støðuna munandi
verri, men tá var tað, at trolar
arnir fóru í parlag, og spardi
harvið munandi av olju.
Enn var útflutningurin av
fiskavørum omanfyri 95 % av
samlaða útflutninginum.
Svartkjafturin og annað
Svartkjafturin var í fyrstani mest
nýttur til at býta um við russar
fyri at fáa tosk í býti frá teimum,
so saltfiskatrolararnir, sum seinni
partvís vórðu broyttir til flaka
trolarar, kundu halda fram í
eystara parti av Barentshavinum.
Svartkjafturin var ikki nógv
um hildin av mongum føroying
um, men so við og við, sum
kunnleikin til at fiska hann
øktist, kom hann at hava størri
týdning, og nú, ið hann varð
nógv niðurskorin í kvotuparti til
føroyingar, var tað næstan
katastrofalt.
Tað kunnu nevnast onnur ting,
sum eisini hava havt týdning, t.d.
bátarnir í Eystursjónum, sum
róðu út frá Bornholm, ídnaðar
skipini og garnaskipini undir
Føroyum, skeljafiskiskapurin,
støð í Dakar í Senegal, Namibia,
Suður Afrika, Mauretania,
Surinam og í Suður Kyrrahavin
um. Búrfiskur á Atlantsryggin
um. Alt hetta hevur havt týdning,
og menn hava lagt nógv fyri, og
ikki hepnaðist tað væl hvørja
ferð, og teir mistu nógvan pening
og við hvørt eisini skipini.
Samanumtikið
Um vit so taka samanum, so
hava hesir persónar, sum hava
myndað Reiðarafelagið gjøgnum
hundrað ár eg vil ongan nevna,
tí tá hevði talan verðið alt ov
long – teir hava havt skil fyri at
leggja á annan bógv, táið ein
møguleiki er fánaður burtur. Teir
hava roynt aðrar leiðir, farið eftir
øðrum fiskasløgum, roynt
nýggjar fiskihættir, hava ment
nýggj sløg av skipum, hava ofta
verið undangongumenn í øllum
hesum, og hava harvið skaffað
pening til at reka tað føroyska
samfelagið fyri, og enn er einki
munandi bein komið í staðin. Tó,
eitt bein kom aftrat, og tað var
eisini eitt fiskabein. Alingin tók
seg upp í 1980árunum, men
visnaði burtur aftur. Tað beinið
var bókstaviliga sjúkt, men tað
grøddist og er komið fyri seg
aftur, og er sterkari nú enn tá.
Onnur bein hava havt ilt við at
vaksa seg út, men gott hevði
verið, um nakað annað kom, tí
tað er ótrygt, táið bert hálvtannað
bein er at standa á, serstakliga
táið fiskivinnan mangan verður
umtalað so negativt sum
livigrundarlag fyri modernaði
menniskjur, men eg haldi, at vit
skulu ikki undirmeta, at vit hava
umleið 500.000 tons av fiski,
sum kunnu veiðast hvørt ár, og
vit eiga at gera brúk av tí, og ikki
sleppa tí – um nakrantíð
fyrrenn nakað annað er komið
ístaðin, sum veruliga munar.
Ein áminning
Vit føroyingar hava verið tengdir
at fiskivinnuni í meira enn 100
ár, og vit hava tillagað okkum til
broyttar tíðir og broyttar
umstøður. Vit hava livað eitt
rímiliga gott lív, materielt sæð,
av okkara fiskivinnu. Tað liggja
stórar byrðar óbeinleiðis á henni,
og eg vil ráða til, at ikki verða
lagdar beinleiðis byrðar á hana, tí
hon kann hokna undan. Um
pilkað verður við fortreytirnar, so
eigur at farast varliga fram, tí tað
kann hava stóra ávirkan á okkara
samfelag. Nakrir persónar hava
staðið fram at gagnnýta hana til
frama fyri seg og mong onnur.
Nakrir av teimum hava fingið
teirra útkomu frá henni, aðrir
hava tjent væl eina tíð, meðan
aftur aðrir ikki hóraðu undan.
Men uppaftur aðrir eru komnir til
og hava roynt seg. Latið tað vera
so, at fortreytirnar kunnu vera
soleiðis, at tað kann vera
hugaligt at royna seg, og ikki so,
at allir kveppa seg fyri at leggja
til brots. Tá kann koma rot í tað
beinið, sum vit hava styðja
okkum mest til í eina øld.
Tillukku við teimum hundrað,
og góða eydnu í komandi øld.
Olaf Olsen
Ein heilsan til Føroya Reiðarafelag
Osmund Justinussen og Olaf Olsen