týsdagur 2. oktober 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2001
23
Liðini høvdu yvirvág
í hvør sínum hálv-
leiki, tá Royn og KÍ
spældu javnt í fyrra
uppflytingardystinu
m til 2. deild. Úrslitið
passaði betri KÍ, sum
hevur heimavøll í
seinna dystinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
3. deildarliðið Royn gjørdi
ein rættiligan vørr fyrru trý
korterini av uppflyting-
ardystinum
ímóti
2.
deildarliðnum hjá KÍ. Men
eftir hálvleikssteðgin tóku
klaksvíkingar
sær
um
reiggj, og tá kundu teir
fingið fleiri mál.
Tað var nógvur vindur í
Hvalba leygardagin. Vind-
urin lá næstan upp á tvørs á
vøllinum, og hann órógvaði
spælið nógv. Liðini gjørdu
tó
støðuna
óneyðuga
trupla, tí alt ov ofta vóru
bóltar sendir upp í loft, og
so segði tað seg sjálvt, hvar
bólturin endaði - onkra-
staðni langt yviri í bønum,
har menn gjørdu klárt til
seyðasýning.
Í fyrra hálvleiki var tað
Royn, sum var omaná.
Hesa løtuna kundi tú skjótt
blanda, hvat var liðið úr 2.
deild, og hvat var liðið úr 3.
deild. Klaksvíkingar høvdu
ilt við at byggja spælið upp,
og tað var bara í løtum, at
teir vóru vandamiklir.
Royn hevði munin
Hinvegin kláraði Royn
fleiri ferðir at koma í
vandamiklar støður. Allan
Michelsen, sum spældi í
álopinum saman við pápa
sínum, Vilmund, var tvær
ferðir í góðar støðu, men
fekk einki mál burtur úr.
Njálur Niclasen, sum sam-
an við Jákup Midjord
stýrdi miðvøllinum hjá
Royn í fyrra hálvleiki,
hevði skotroynd, og eisini
Eyðstein Jacobsen skapti
vanda í KÍ-verjuni.
Í hinum endanum hevði
KÍ tvær naskar royndir.
Onnur var eftir fríspark frá
Kristian Andreasen, sum
Royn-málverjin bjargaði
sera væl, og returbóltin
vóru klaksvíkingar líka við
at seta í netið. Hin var, tá
Eyðun Klakstein sendi
bóltin í málið, men hann
varð dømdur at verða rang-
staddur. Hetta vóru klaks-
víkingar ikki samdir við.
Einasta málið í fyrra
hálvleiki kom eftir innlegg
úr høgru síðu, miðskeiðis
fyri málið tamdi Eyðun
Gullok Svalbard, og tá
hann síðani royndi seg móti
málinum, endaði bólturin
heilt úti við stólpan, og so
var 1-0 til Royn.
Í fyrra hálvleiki kundu
fleiri mál komið, men tað
var í øllum førum rættvíst,
at Royn var frammanfyri.
KÍ kom fyri seg
Avrikið hjá KÍ var ikki vert
einum 2. deildarliði í fyrra
hálvleiki, men eftir steðgin
tóku klaksvíkingar seg um
reggj. Teir tóku alt meira
yvir á miðvøllinum, og
Royn kom ikki til somu
møguleikar, sum í fyrra
hálvleiki.
Alt oftari var vandi á ferð
í brotsteiginum hjá Royn.
Leon Bjartalíð hevði skot á
stongina, Eyðun Klakstein
hevði góða frísparksroynd,
og
Kristian Andreasen
brendi í góðari støðu.
Tá slakir 10 minuttir
vóru eftir at spæla bragdaði
hjá KÍ. Innskifti Andreas
Josephsen stakk til Kristian
Andreasen, sum vann nær-
dystin við hvalbing, og so
sendi Kristian millum bein-
ini á málverjanum og í
málið til 1-1.
Besta royndin hjá hval-
bingum var, tá ein høgur
bóltur brast í tvørstongina,
men KÍ-málverjin hevði
tamarhald á støðuni..
Samanumtikið var úr-
slitið á góðari leið. Bæði
liðini høvdu kjansir til
fleiri mál, og tey høvdu
leikliga yvirvág í hvør
sínum hálvleiki. Úrslitið er
tó betri fyri KÍ, sum hevur
fingið útivallarmál, sum
kann gera mun í endaliga
úrslitinum.
Seinni og avgerandi dyst-
urin um plássið í 2. deild
verður í Klaksvík komandi
leygardag.
Royn-KÍ 1-1 (1-0):
Javnleikur
passaði
KÍ betur
Bæði Hvidovre og
B93 vóru í vikuskift-
inum partur av
málleysum javn-
leikum
DANMARK
Jóannes Hansen
Tað gongst framvegis strilt-
ið hjá feløgunum hjá Óla
Johannesen
og
Øssuri
Hansen. Hvidovre og B93
liggja í tunga endanum á
næstbestu deildini, og í
síðstu viku varð alment
kent, at bæði feløgini eru í
álvarsomum fíggjarligum
trupulleikum.
Í blaðnum í dag stendur,
at Óli Johannesen og hinir í
Hvidovre skulu hava nýggj-
an venjara. Vit hava skilt á
lagnum, at Óli Johannesen
og hinir spælararnir í Hvid-
ovre hava verið fegnir yvir
venjaran, og serliga hjá
tvørámanninum
í
mið-
verjuni man tað kennast
dyggur smeitur, at Frank
Skytte nú fer úr felagnum.
Sunnudagin
megnaði
Hvidovre eitt gott úrslit.
Teir vóru í Farum, har
áhugin fyri at fáa teirra lið
upp í bestu deildina er
rættuliga
stórur.
1.425
áskoðarar vóru møttir upp,
og tað er eitt høgt tal í næst-
bestu
deildini.
Heima-
áskoðararnir vóru vón-
brotnir, tí einki mál kom.
Harvið
er
brotssparks-
málið, sum Óli Johannesen
skoraði næstsíðsta viku-
skifti, framvegis seinasta
málið, sum Hvidovre hevur
fingið.
Øssur Hansen og B93
vóru í Fredericia, har tað
frammanfyri 311 áskoð-
arum eisini endaði mál-
leyst. Randers Freja og Atli
Gregersen megnaðu eitt
gott úrslit á heimavølli.
Frem vitjaði, og tað endaði
1–1. Tað sóu 740 áskoðarar.
Heldur ikki hesa ferð
vóru nakrar føroy-
ingar upp á spæl í
bestu donsku deildini
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Tveir av føroysku lands-
liðsspælarunum, sum í
annaðkvøld skulu til Slo-
venia, umboða feløg í
donsku superliguni. Men
hvørki Christian Høgni
Jacobsen í Esbjerg ella
Johan B. Hansen í OB
fingu í vikuskiftinum dyst-
arvenjing á tí støðinum,
sum hevði verið mest gagn-
ligt fyri landsliðsspælarar.
OB spældi á heimavølli
ímóti Vejle. 3.588 áskoð-
arar møttu upp, og teir
fingu nakað fyri atgongu-
gjaldið. OB vann 5–1. Fyri
tveimum vikum síðum síð-
ani sendi OB Vejle úr
steypakappingini,
og
møguleikin at geva venj-
aranum sekkin, sum var
frammarlaga á dagsskránni
fyri tveimum vikum síðani,
er heilt kódnaður í Odense.
Harafturímóti er lagið einki
serligt í Vejle, har teir
kenna seg nærkast alt meiri
botninum.
Niður á jørðina
Esbjerg hevði vunnið fýra
dystir upp í slag, tá teir
komu til Gladsaxe. Tað
hevur eisini gingið sjáld-
sama væl hjá AB, síðani
teir seldu fleiri lands-
liðsspælarar. Heimaliðið,
sum er í heilt tungum
fíggjarligum sjógvi, var
greitt omaná hesa ferð, og
tað var ongantíð nakað
ivamál um sigurin, sum
gjørdist 2–0.
AaB styrkti um sína
støðu á næstfremsta pláss-
inum, tá teir vunnu 3–2 í
Viborg. Hetta var fimti
útisigurin av fimm møgu-
ligum hjá Aalborg.
Brøndby er framvegis
oddalið, men hesa ferð
noyddust teir at smyrja seg
við javnleiki. FCM megn-
aði 1–1 á heimavølli ímóti
oddaliðnum, sum framveg-
is eigur fyrsta sigurin á
ímóti FCM.
FCK heppið
Í Parkini hevði FCK vitjan
av Lyngby. Skuldartyngdu
gestirnir vóru væl fyri, og
tað hevði avgjørt einki
forgjørt verið í tí, um teir
bæði eina og tvær ferðir
vóru komnir á odda ímóti
heimaliðnum, sum eftir
UEFA Cup dystin í Jugo-
slavia tóktist heilt illa
upplagt og gjørdi eina
rúgvu av mistøkum.
Men tað kom bara eitt
mál, og tað fekk heima-
liðið. Ungi miðvallarin
Christian Poulsen, sum
hevur verið skaddur í fleiri
vikur, var fyrstur á innleggi
úr vinstru, og úr stuttari
fjarstøðu og umvegis fótin
á einum verjuspælara sendi
hann í málið.
Sum vit søgdu í leygar-
dagsblaðnum, so er Todi
Jónsson framvegis skaddur.
Nú hevur superligan frí
inntil annað vikuskifti, og
tá rokna teir við og vóna, at
Todi verður tøkur aftur.
Eftir tepra sigurin er
Lillestrøm best fyri í
kappingini um
norska meistara-
skapin
TIPPELIGA
Jóannes Hansen
Lagið var sera gott í Lille-
strøm sunnukvøldið. Teir
vóru komnir úr Molde við
2–1 sigri. Samstundis hevði
Rosenborg bara megnað
1–1 ímóti Lyn. Tað hevur
við sær, at Lillestrøm liggur
best fyri í kappingini um
norska meistaraheitið. Teir
eru tvey stig aftanfyri
Rosenborg, men teir hava
spælt ein dyst færri, og teir
eiga heimadyst á ímóti
Rosenborg.
Tí er ikki at undrast á, at
mótstøðumenninir hjá Ják-
upi Mikkelsen og hinum í
Molde frammanfyri 7.604
áskoðarum vóru hjartans
fegnir, tá teir í 94. minutti
høvdu skorað til 2–1 og
dómarin so at siga beinan-
vegin bríkslaði av.
Seinna málið fingu teir
eftir
fríssparksinnlegg.
Bólturin fór nakrar ferðir
aftur og fram í brotsteig-
inum, áðrenn verjumað-
urin, Arne Vidar Moen,
smekkaði til. Bólturin tók í
ein av verjuspælarunum og
snýtti fullkomuliga Jákup
Mikkelsen í Molde mál-
inum.
Tætt alla tíðina
Tað hevði avgjørt ikki verið
av leið, um Molde hevði
fingið javnleik burturúr.
Talan var alla tíðina um
sera tætta uppgerð. Tað
leikaði á frammanfyri bæði
málini, og Jákup Mikkelsen
hevði fleiri ferðir høvi at
vísa gott málverjuspæl.
Molde kom á odda í 37.
minutti. Verjuspælarin
Trond Strande skoraði eftir
horna. Støðan helt sær
inntil í 71. minutti. Tá stút-
aði verjuspælarin Arild
Sundgot langa frísparks-
sending í bleytum boga upp
um Jákup Mikkelsen.
Ósigurin var eitt stórt
vónbrot hjá Molde, men
teir varðveita kortini fjórða
plássið, og møguleikin fyri
altjóða fótbólti komandi ár
er avgjørt ikki burtur.
Gott lag í Sogndal
Tá landsdysturin í Slovenia
er farin afturum leygar-
kvøldið, fer Kurt Mørkøre
yvir aftur til Sogndal, har
hann framvegis er sátt-
málabundin. Hvussu tað
verður við fótbóltsfram-
tíðini hjá stóra málskjúttan-
um hjá KÍ er ikki avgjørt. Í
samrøðu við Norðlýsið
fríggjadagin segði Kurt, at
tað hava verið følarar úr
bæði Noregi og Svøríki.
Tað er eisini kent, at fleiri
at feløgunum í Føroyum
fyrr í summar vístu Kurt
Mørkøre stóran áhuga.
Í Sogndal er lagið gott.
Tað tykist vera greitt, at
liðið eisini komandi ár fer
at spæla í bestu deildini.
Sunnudagin styrktu teir
nógv um sína støðu, tá teir
vunnu 3–2 á útivølli ímóti
Tromsø. Håvard Flo skor-
aði tvey av málunum hjá
Sogndal.
Tvær 0–loysnir hjá landsliðsspælarum
FCK hepnan sigur á Lyngby
Molde misti í síðstu løtu
23
22
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Talan var meiri um
stríð enn um flótandi
fótbótlsspæl, tá tað í
Klaksvík varð lagt lok
á fótbóltsárið
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar tóktust við
2–1 sigri á heimavølli leyg-
ardagin at skula spenna
bein fyri vónunum hjá B68
at vinna bronsukrónurnar.
Men so var tað, at Hans
Fróði Hansen var upp á
spæl. Akkurát sum ta ferð-
ina, tá hann í landsdysti-
num á Svangaskarði við
stútara syrgdi fyri javnleiki.
Fagnaðurin á málskorara-
num var í hvussu so er tann
sami. Tað var bara tann
tíðin eftir, sum Niklas á
Líðarenda (hann hevði eina
sera torføra uppgávu) hevði
lagt afturat. Í síðstu vónini
um at fáa mál og harvið
javnleik og bronsukrónur-
nar tveitti B68 alt fólkið
fram á vøllin. Hans Fróði
Hansen var um reppið at
royna ímóti málinum, men
klaksvíkingar bjargaðu til
hornaspark. Arnold Joen-
sen fór út í vinstra hornið,
hagani hann hevur skotið
fleiri túsund hornaspørk
fyri KÍ. Hesa ferð sendi
hann í reyðu B68 blusuni
aftur væl og nett innfyri, og
við nærra stólpan stakk
Hans Fróði Hansen høvdið
fram og stýrdi bóltinum í
handaru síðuna á málinum.
2–2 og B68 spælararnir
lógu í stórari rúgvu á váli-
num.
Hans Fróði Hansen hevði
setningin at taka sær av
Kurt Mørkøre. Tað er altíð
ein stór uppgáva, og teir
báðir landsliðsspælararnir
og gomlu liðfelagarnir í
Sogndal høvdu eina rúgvu
av nærdystum, og fleiri
ferðir sá tað heilt vanda-
mikið ella kanska drápuligt
út. Niklas á Líðarenda tókt-
ist ikki vera heilt álvuligur
við støðuna. Tá hann
bríkslaði, tí tað so at siga sá
út til at vera áfast, møttu
veteranarnir dómaranum
við hvør sínum púra av-
vápnandi brosi!
Men tað var eftir ein
samanbrest millum Kurt
Mørkøre og Hans Fróða
Hansen, at fyrsta málið
kom. Dómarin metti, at
B68 verjumaðurin uttarlaga
í brotsteiginum í vinstru
síðu hevði verið óregluligur
og bríkslaði fyri brots-
sparki. Toftamenninir hildu
seg hava verið vitni til
størri brotsspark enn í hesi
støðuni, men Kurt Mørkøre
var púra kaldur úr ellivu
metrum, og harvið syrgdi
hann fyri, at miðaltalið hjá
honum í málskjótingini í
landskappingini í ár fór upp
um eitt.
Tætt og harðligt
Fróði Benjaminsen stað-
festi sína støðu sum topp-
skjútti hjá B68, tá hann
javnaði til 1–1. Hann varð
spældur leysur mitt fyri,
men eitt lítið sindur til
vinstu. Klaksvíkingar vildu
vera við, at talan var um
týðuliga rangstøðu, men
tað góvu linjuverjin og
dómarin teimum ikki rætt í,
og Fróði var púra tryggur,
tá hann setti framvið Mein-
hardti Joensen, sum rættu-
liga hevur spælt seg upp í
KÍ málinum.
Í 2. hálvleiki var talan um
eina rúgvu av nærdystum,
og ikki var tað frítt, at spæl-
ararnir – púra óneyðugt og
sera lítið rutinerað – høvdu
hug at hevna seg. Hetta
kostaði fyrst Allani Joensen
hjá KÍ eina útvísing, og
Marcello Marcellino hevði
bara verið lítla løtu á vølli-
num, tá hann sá reytt. Í tí
sambandinum var talan so
at siga um bardaga, og tað
var at undrast á, at ikki upp-
aftur fleiri spælarar ruku av
vøllinum.
Harley Bertholdsen legði
úr stuttari fjarstøðu KÍ
framum aftur (tá vóru
klaksvíkingar undirmann-
aðir), eftir at innleggið var
komið úr vinstru, og hetta
tóktist at verða sigursmálið
– inntil Hans Fróði Hansen
stútaði í málið, og ovur-
fegni B68 hópurin fekk
bronsumerkini frá Stein-
birni Jacobsen, býráðsfor-
manni í Klaksvík.
Tomislav Sivic var fyri
síðstu ferð á KÍ liðnum (teir
saknaðu Atla Danielsen,
sum mánakvøldið varð
skaddur í unglingadysti),
og tað er ivasamt, hvussu
tað komandi ár verður við
Alexander Djordjevic og
Kurt Mørkøre. Hjá B68,
sum hesa ferð hevði Jan
Petersen sum avgjørdan aft-
asta mann, spældu Jan C.
Dam og Jákup Eli Olsen
fyri síðstu ferð.
Dysturin í tølum
KÍ-B68 2-2 (1-1)
1-0: Kurt Mørkøre (br.) 9
1-1: Fróði Benjaminsen 35
2-1: Harley Bertholdsen 80
2-2: Hans Fróði Hansen 89
Dómari: Niklas á Líðar-
enda (GÍ)
KÍ: Meinhardt Joensen –
Ove Nysted, Jan Andrea-
sen, Allan Joensen – Harley
Bertholdsen, Jan Joensen,
Tomislav
Sivic,
Fríðin
Ziskason, Hjalgrím Elttør –
Alexander Djordjevic, Kurt
Mørkøre
B68: Kjartan Nesá – Hans
Fróði Hansen, Jan Petersen,
Messias Perreira – Marlon
Jorge, Jan C. Dam, Fróði
Benjaminsen, John Heri
Dam, Jákup Eli Olsen –
Arnold Joensen, Súni Fríði
Johannesen
Men veteranurin, ið
sigur seg ongantíð
hava fegnast so nógv
um eina heiðurs-
krónu, sum hann
gjørdi leygardagin,
ætlar ikki heilt at seta
skógvarnar á hillina
FÓTBÓLTSTOS
Jóannes Hansen
Jan C. Dam fer ikki aftur at
umboða B68. Landskapp-
ingardysturin í Klaksvík
leygardagin var tann síðsti
hjá
honum
fyri Tofta
Ítróttarfelag:
– Eg ætli mær ikki at
skriva undir nakran sátt-
mála fyri komandi ár. Eg
rokni við, at eg fari at venja
við 2. deildarliðnum hjá
HB og at spæla við teimum.
Um tað so fer at vísa seg, at
teir á besta liðnum kanska
fara at hava brúk fyri einum
verjuspælara, og um teir so
heita á meg, so vil eg ikki
avvísa, at eg kann hjálpa til,
men tað er ein sannroynd,
at tað ikki verður, sum tað
hevur verið higartil, sigur
Jan C. Dam.
Eftir dystin leygardagin
fingu
B68
spælarnir
bronsukrónurnar hongdar
um hálsin. At fáa heiðurs-
merki er ikki nakað nýtt
fyri Jan C. Dam. Hann
hevur vunnið trý FM heiti
við HB – í 1988, 1990 og í
1998, og hann hevur vunn-
ið steypafinaluna seks ferð-
ir við HB – í 1987, 1988,
1989, 1992, 1995 og í
1998.
– Skal eg vera sannur, so
havi eg ongantíð verið so
fegin um eina gullkrónu,
sum eg var um bronsukrón-
una leygardagin. Meðan vit
stríddust við at javna, so
hugsaði eg aftur á 1994. Tá
skoraði GÍ í síðstu løtu í
Klaksvík. Harvið tóku teir
gullkrónurnar frá okkum.
Eg hugsaði, at tá gøtumenn
kundu skora í síðstu løtu í
Klaksvík, so kundu vit eis-
ini, og tað eydnaðist.
Men
bronsumerkini
kunnu ikki vera nógv at
gleða seg yvir hjá einum
spælara, sum hevur verið
við til at vinna so nógvar
gullkrónur, sum tú hevur
vunnið?
– Um tú hevði spurt meg
í summarsteðginum, so
hevði eg svarað, at eg hevði
ikki havt nakra vón um at
vinna nakað sum helst.
Men síðani tá hava vit verið
ógvuliga raskir, og eg haldi,
at vit so hjartaliga høvdu
uppiborið at vinna okkurt.
Hví hevur talan verið um
so ólíka fyrru og seinnu
hálvu?
– Eg havi hugsað allar
dystirnar ígjøgnum. Ein av
stóru
mununum
hevur
verið, at vit síðani summar-
steðgin hava havt tveir
spælarar, sum hava verið so
framúr væl upplagdir. Eg
hugsi um Hans Fróða Han-
sen í verjuni og um Fróða
Benjaminsen á miðvølli-
num. Næst eftir John Peter-
sen haldi eg, at teir báðir
eru bestu spælararnir í
landinum. Men eg skal bera
øllum á Toftum alt gott.
Jann Ingi Petersen er ein
fínur miðvallarspælari, sum
eg heilt víst rokni við rættu-
liga fer at koma fyri seg
komandi ár. Hann hevur
spælt fleiri góðar dystir í ár,
men tað var spell, at so fá
sóu hann spæla í Intertoto
Cup dystinum í Lokeren.
Tá var hann uttan iva besti
maður á vøllinum.
Jan C. Dam spældi fyrstu
ferð á landsliðnum í august
1990, tá Ísland vann 3–2 á
ovara vølli í Gundadali. Ta
ferðina skoraði hann seinna
føroyska málið upp á brots-
spark. Tilsaman hevur Jan
C. Dam spælt 39 landsdyst-
ir. Hann hevur droymt um
at spæla nummar fjøruti
eisini, men hann ásannar, at
nú sær tað svart út fyri tí.
Ein tann besta og kanska
tann besta dystin spældi Jan
C. Dam, tá landsliðið 24.
apríl í 1996 tapti 3–1 í Beo-
grad.
– Landsliðið fer leygar-
dagin enn eina ferð niður á
Balkan. Tað verður torført
hjá teimum ímóti Slovenia,
sum skal vinna dystin. Men
eg vóni og rokni eisini eitt
sindur við, at okkara menn
fara at standa seg væl,
heilsar Jan C. Dam, sum
síðani 1986 hevur verið í
fremstu røð í føroyskum
fótbólti, tá hann ikki hevur
roynt seg í Danmark.
KÍ-B68 2-2 (1-1):
B68 basti bronsuni í evstu løtu
Klaksvíkingar fóru
vónbrotnir av vøllinum,
meðan toftamenn í
bakgrundini síggjast fegnast
um bronsumerkini
Mynd: SjH
Jan sigur farvæl á Toftum
C
M
Y
K
22