týsdagur 2. oktober 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2001
21
Tað var ongantíð ivi
um, at GÍ fór at vinna
sannførandi sigur og
harvið at staðfesta
silvurkrónurnar
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Bæði gøtumenn og sand-
oyingar plaga at spæla øi
gulum troyggjum og bláum
buksum. Reglurnar siga, at
tá talan er um sovorna
støðu, skal útiliðið skifta,
og tí høvdu sandoyingar
leygardagin skift til bláar
troyggjur, tá teir vitjaðu í
Sarpigerði.
Eingin ivi var um, hvat
tað var fyri eitt lið, sum
mesta partin av árinum
hevur verið við í stríðnum
um gullkrónurnar, og hvat
tað var fyri eitt lið, sum alt
árið hevur verið við í
stríðnum um at sleppa
undan niðurflyting.
GÍ var greitt omaná. Teir
vunnu 3–0, og spurningurin
verður ongantíð svaraður,
um teir høvdu verið førir
fyri at vunnið við somu
sifrum, sum teir fyrr í
summar vunnu við á Sandi.
Tá var úrslitið 7–0. Hesa
ferð vóru gøtumenn kanska
ikki so motiveraðir, sum
teir vóru ta ferðina. Silvur-
merkini fóru ongan veg, og
tað var eingin møguleiki at
vinna gullmerkini.
Sandoyingar
tóktust
longu
frammanundan
greiðir yvir, hvat tað var,
sum kundi bjarga teimum
ein eyka møguleika í bestu
deildini. Tað var FS Vágar
tap og HB sigur í Gunda-
dali.
B71 royndi at sprutta, og
teir høvdu onkrar royndir
ímóti veteraninum í GÍ
málinum, Peter Holm. Eitt
nú vóru veteranarnir Kári
Reynheim og Eli Hentze
upp á spæl við langskotum,
sum kortini ikki vóru
serliga vandamikil.
Málini
Gøtumenn høvdu nógvar
málmøguleikar, og enn eina
ferð vísti Valdemar No-
wisci í B71 málinum, at
hóast hann hevur nátt
rættuliga høgan fótbólts-
aldur, so hevur hann fram-
vegis stóran týdning fyri
sandoyingar.
Fyrsta málið kom, tá
tjúgu minuttir vóru farnir.
Magni Jarnskor varð feldur
í brotsteiginum, og yngri
beiggin, sum í ár hevur
verið sera støðugur og væl
meiri
sannførandi,
enn
hann hevur verið seinastu
árini, var púra kaldur úr
ellivu metrum.
Næsta málið kom ikki
fyrrenn seinna umfarið var
tólv minuttir gamalt. Tá fór
allur spenningurin úr dyst-
inum, sum eisini gjørdist
týdningarleysur orsakað av,
at málini skolaðu ígjøgnum
hjá FS Vágar í Gundadali.
Sandoyingar høvdu stutt
frammanundan bjargað á
strikuni, men teir høvdu
ongan møguleika, tá vete-
ranurin Jóan Petur Olsen,
sum loysti burturstadda
Poul Ennigarð av í mið-
verjuni, úr vinstru stútaði í
umvegis handara stólpan
og í kassan.
Tað restaðu átjan minutt-
ir, tá GÍ setti nøglina í, og
sjálvandi var tað arbeiðs-
sami toppskjúttin í bestu
deildini, Helgi L. Petersen,
sum átti síðsta fótin á, eftir
at B71 málverjin hevði
hálvbjargað
langsskotis-
roynd.
Gøtumenn fóru undir
brúsuna og í vetrarfrí, eftir
at teir høvdu fingið silvur-
merkini. Sandoyingar fóru
eisini undir brúsuna, men
teir sleppa ikki í vetrarfrí.
Komandi leygardagarnar
skulu teir spæla ímóti
Skála. Hetta var vónin, sum
teir høvdu, tá teir komu til
Gøtu, og hóast teir taptu, so
livdu teir eisini í hesi
vónini, tá teir aftur fóru um
Skopunarfjørð.
Dysturin í tølum:
GÍ-B71 3-0 (1-0)
1-0: Henning Jarnskor (br.)
20
2-0: Jóan Petur Olsen 57
3-0: Helgi L. Petersen 72
Dómari: Lassin Isaksen
(KÍ)
GÍ: Peter Holm – Bartal
Eliassen, Jóan Petur Olsen,
Leivur Hansen – Áslakur
R. Petersen, Poul Henning
Jacobsen, Magni Jarnskor,
Zdzislaw Janik, Henning
Jarnskor – Óli Hansen,
Helgi L. Petersen
B71: Valdemar Nowisci –
Hans Jørgen Djurhuus,
Jógvan Jón Petersen, Bern-
hard Petersen, Bjørn Thor-
steinsson, Svenning W.
Hansen – Jón Brekku, Kári
Nielsen, Sverrir Kjærbo –
Eli Hentze, Kári Reynheim
Tá tveimum teim-
um bestu mál-
verjunum bórust
frá var neyðugt at
brúka Peter Holm,
sum í ár hevur
hugnað sær í 3.
deild
FÓTBÓLTSTOS
Jóannes Hansen
Tað kom púra óvart á, at
GÍ kom á vøllin við
nýggjum málverja leyg-
ardagin. Hallur Hansen
hevði vart málið framm-
anundan, men leygar-
dagin, tá Dánjal Andrea-
sen frá FSF kom til Gøtu
við silvurmerkjunum,
var Peter Holm í málin-
um. Peter spældi í síni
tíð við besta GÍ liðnum,
men nú eru tað nøkur ár
síðani, at hann hevur
verið við. Jens Martin
Knudsen,
Sunnvard
Joensen, Rúni Joensen
og Hallur Hansen hava
verið GÍ málverjar.
Hvussu bar tað til, at
teir sendu boð eftir tær?
– Tað var tí, at tað
barst málverjunum bæði
í 1. og 2. deild frá. Hall-
ur Hansen varð vødda-
kaddur undir arbeiði, og
Mortan
Joensen
var
leikbannaður eftir síðsta
dystin á 2. deildarlið-
num. Hann var spældur í
Gundadali ímóti HB.
Nær fekst tú boð?
– Johan Nielsen ringdi
fríggjadagin og bað meg
um at spæla. Eg segði ja
beinanvegin. Eg rokni
við, at hinir 1. deildar-
spælararnir hjá GÍ hava
vant meiri um vikuna í
ár, enn eg havi vant alt
kappingarárið, men eg
havi fingið dystarvenj-
ing í 3. deild. Eg roknaði
ongantíð við, at tað fór
at verða so nógv upp á
spæl ímóti B71, og tað
vísti seg at verða so-
leiðis. Um talan hevði
verið um ein meiri týdn-
ingarmiklan dyst hjá GÍ,
so hevði eg ivaleyst
hugsað meg tvær ferðir
um, áðrenn eg hevði
játtað, sigur Peter Holm,
sum einar tríggjar ella
fýra ferðir strekti seg eitt
sindur eftir skotroyndum
frá sandoyingum.
Hvussu langt er tað
síðani, at tú síðst vardi
málið hjá GÍ í 1. deild?
– Eg eri javngamal við
Jóan Petur Olsen og
Magna Jarnskor, sum
eisini spældu við leygar-
dagin. Eg var á 1. liði í
1985. Í 1986 vóru vit
flutt til Fuglafirðar at
búgva, og tá spældi eg
við ÍF. Í 1987 kom eg út
aftur til GÍ, og eg spældi
eitt sindur, inntil eg í
1989 fór niður í lestrar-
ørindum, men tað vórðu
ikki so ógvuliga nógvir
dystir á besta liðnum, tí
tá hevði GÍ eingilskt
mannin Carl White-
house í málinum. Tá eg
var heima í summarfrí í
1992 spældi eg nakrar
fáar dystir. Tað vóru teir
fyrstu hjá mær við Johan
Nielsen sum venjara, og
tá eg nú leygardagin
aftur fekk kjansin, var
Johan Nielsen framvegis
venjari,
sigur
Peter
Holm, sum avgjørt ikki
komandi ár ætlar sær at
vera við í kappingini um
málverjuplássið hjá GÍ.
Veteranur vardi
GÍ málið
Tað eru 12 ár síðani, at Peter Holm seinast vardi málið
hjá gøtumonnum, men sunnudagin var hann so aftur at
síggja
Mynd: Jonhard Hammer
GÍ-B71 3-0 (1-0):
Sandoyingar eiga
framvegis vónina
Ivi var ongan tíð um, hvør fór at vinna dystin í Gøtu, men hóast tapið, so varveittu sandoyingar vónina fyri at verða í bestu
deildini
21
20
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Til stuttleikar – og
ivaleyst eisini sum
upplegg til trætumál
– hava vit her á
Sosialinum sett eitt
lið saman, sum vit
geva heitið, ársins lið
2001
ÁRSINS LIÐ
Jákup Mørk
Tá ársins eitt og annað
skulu kjósast, er tað aloftast
soleiðis, at fólk eru ymisk á
máli um, hvussu røtt av-
gerðin um hetta hevur
verið. Soleiðis verður helst
eisini við niðanfyri stand-
andi, men kortini hava vit
so valt at sett eitt lið saman,
út frá tí, sum mongu fót-
bóltsleikararnir kring land-
ið hava sýnt í landskapp-
ingini síðani mei mánað.
Fimm meistarar
Ikki
óvæntað
eru
tað
greipuvinnararnir úr B36,
sum seta sín týðiliga dám á
liðið, men hetta merkir tó
ikki, at vit hava verið iva-
leysir í valinum, tá liðið er
sett saman.
Leikarar sum eitt nú
toppskjúttin í landskapp-
ingini, Helgi L. Petersen,
rumenski áleyparin hjá
EB/Streymi, Sorin Anghel,
stjørnuskotið úr Vágoynni,
Tór-Ingar
Akselsen
og
verjuskansin á landslið-
num, Hans Fróði Hansen,
teljast ivaleyst millum teir,
sum fleiri vildu havt á eitt
slíkt lið, fyri bert at nevna
nøkur nøvn. Í fótbólti er tað
tó eina ferð soleiðis, at
rúmd bert er fyri ellivu
monnum í senn, og soleiðis
verður tað eisini hesa ferð.
Sum útgangsstøði hava
vit valt eina 3-5-2 spæli-
skipan, har fleiri av leik-
arunum eru teir ógvuliga
framrættaðu, og soleiðis
hava vit eisini nýtt tveir
vongverjar, sum meira ella
minni hoyra heima í álop-
inum, men sum eisini hava
víst góð evni í síðunum.
Blandað verja
Fyri at byrja í málinum, so
hava vit har set mannin,
sum varð kendur við topp-
húgvuni, men sum síðani í
so nógv ár hevur prógvað
sítt virði ímillum steng-
urnar.
Umframt at hann sum
vant hevur sýnt stórspæl í
NSÍ málinum, so má tað
sigast at vera merkisvert, at
ein leikari, sum hevur roynt
somikið nógv, framvegis
kann fara so eldhugaðu til
verka á vøllinum. Jens
Martin dugir sum fáur at
motivera seg sjálvan, og
sum ein annar Schmeichel
megnar hann eisini at skipa
spælið hjá liði sínum langt
niðan á mótstøðuhálvuna.
Tað kann væl vera, at NSÍ
bert gjørdist nummar fimm
í ár, men av teimum 28 stig-
unum, sum teir fingu,
mundi málverjin tryggjað
teimum í øllum førum
fjórðingin.
Sum verjuskipara hava
vit valt Jón Róa Jacobsen
úr HB. Ungi HB-leikarin
hevur verið størsti glottin í
einum HB-liði, sum í ár
hevur havt eina óvanliga
trupla tilveru, og tað má
sigast at vera sera flott av
einum somikið ungum leik-
ara. Ikki minst, tá fleiri av
teimum meira royndu ikki
hava takla kreppuna í
felagnum eins væl.
Afturat honum hava vit
valt Pól Thorsteinsson úr
B36 og Bartal Eliasen úr
GÍ. Hóast hvørgin teirra í
løtuni er á landsliðnum, so
er lítið at ivast í, at teir hava
verið stinnastu verjuleikar-
arnir í landinum í ár. Í luft-
ini er helst eingin, sum
kemur nær námind Bartali,
sum annars eisini er lands-
liðsleikari í flogbóli, meðan
Pól neyvan finnur sín
yvirmann niðri á vøllinum,
og saman vildu teir tí helst
verið ein nærum óhugna-
liga sterk verja.
Pólverjin hevur verið
framúr
Á miðvøllinum er Klæmint
Matras úr B36 settur sum
ventilurin ímillum verju og
álop. Hann er ein leikari,
sum veruliga hevur fingið
sítt gjøgnumbrot í ár, og
sum nú eisini verður løntur
av
landsliðsvenjaranum
fyri síni avrik.
Framman fyri Klæmint
hava vit sett teir báðar,
Fróða Benjaminsen úr B68
og Zdzilaw Janik úr GÍ.
Fróði hevur í ár, og serliga
eftir at Øssur Hansen fór til
Danmarkar, verið sentrali
persónurin í spælinum hjá
B68, sum alt í alt rakk til
bronsumerki. Í Gøtu eru
helst nøkur, sum halda, at
týdningurin hjá eitt nú
Magna Jarnskor hevur ver-
ið størri, enn hjá Zdzislw –
Gigi – men pólski miðvall-
arin hevur til tíðir sýnt
spæl, sum er flokkar oman
fyri tað vanliga í Føroyum,
og tí verður hann tikin fram
um her.
Í borðunum hava vit sett
teir báðar, Heðin á Lakjuni
og Jákup á Borg, sum báðir
eru úr B36. Heðin hevur
kanska havt sítt besta
kappingarár í ár, og skjóti
lámurin hevur avgjørt verið
millum lyklaleikararnar í
gullstríðnum. Jákup hevði í
fjør ein lítlan persónliga
niðurtúr, men í ár hevur
hann aftur prógvað seg sum
ein hin mest evnaríka leik-
aran í landinum.
Nógvir um boðið
Í álopinum hava sjálvandi
eisini verið fleiri evni, men
orsøkirnar til, at valið fall á
Kurt Mørkøre úr KÍ og
liðskiparan hjá B36, John
Petersen, eru tó hampuliga
greiðar.
Kurt hevur undir rættiliga
truplum umstøðum skotið
mál í øllum landskapp-
ingardystunum, síðani hann
kom aftur til Føroya, og
hetta má metast sum eitt
einastandandi flott avrik.
John hevur onkun tíð skotið
fleiri mál enn í ár, men
evnini hjá honum at binda
verjuleikarar, og har við
skapa pláss til aðrar, eru
framúr, eins og evnini at
halda bóltinum, og tí vil
hann altíð vera ein sera
týdningarmikil leikari, líka
mikið hvørjum liði tað er á.
Sum sagt í byrjanini, so
kann altíð tosast aftur og
fram um, hvørt tann og
tann leikarin er hin rætti, og
liðið á talvuni skal avgjørt
ikki skiljast sum tann ævigi
sannleikin um kappingar-
árið 2001. Hetta er bara
okkara boð.
Ársins lið - 2001
C
M
Y
K
20