Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2001 19 Formaðurin í B36 síðan 1987, Kristjan á Neystabø, sigur, at hetta er ein dreymur, sum gongur út, nú B36 fyri fyrstu ferð er meistari og steypavinnari. Hann væntar, at allir leikararnir halda fram í B36 næsta kappingarár FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Formaðurin í B36 er sjálvandi ógvuliga fegin og errin av úrslitinum, sum felagið í ár hevur fingið. – Hetta er ein dreymur, sum gongur út. Vit vóru ógvuliga nær við í 1991, tá vit vunnu steypakapp- ingina, men vóru ov stuttir í landskappingini. Hetta er næsta meistara- heitið og næsta steypa- kappingin, hann hevur verið við til at vunnið sum formaður. Teir flestu verandi Kristjan sigur, at leiðslan í felagnum nú fer at gera støðuna upp í teimum komandi vikunum og leggja eina ætlan fyri, hvussu felagið skal brynja seg til komandi kapping- arár. Tá skal koma uppá pláss, hvør verður við komandi ár, hvør skal taka sær av liðnum. – Eg vænti, at vit hava næstan allar leikararnar frá í ár tøkar aftur komadi ár. Vit í leiðsluni eru sjálvandi væl nøgd við venjaran, men enn er einki komið uppá pláss hesum viðvíkjandi, sigur Kristj- an. Í B36-húsinum hava tey dansað til tann ljósa morgun tvey vikuskiftið á rað, og um nakrar vikur verður aftur hátíðarhald. Felagið hevur í ár 65 ár á baki, og formaðurin kundi ikki ynskt sær eina betri føðingardagsgávu enn eina gullgreipu. Annars sigur formaður- in, at hann væntaði frá byrjan av, at B36 hevði møguleikan at gera seg galdandi í ár, men hann væntaði, at fleiri lið fóru at kappast um FM enn bara B36 og GÍ. Tað gjørdist greitt longu í summar- steðginum, at GÍ og B36 fóru at avgera tað síná- millum. – Okkara lið hevur ongatíð lagt áðrarnar inn, fyrr enn dysturin er av- blástur, og tað er eyðkenni fyri eitt meistaralið. Okk- ara áleyparar hava eisini skotið nógv mál og hava verið neyvir og ágrýtnir, sigur Kristjan á Neystabø. Landsliðið fer miku- dagin til Slovenia, og tá eru seks leikarar úr B36 við, og Pól Thorsteinsson hevur givið avboð. Kristj- an sigur, at hetta ber boð um, at B36 hevur tað besta liðið í ár, og felagið er errið av at hava so nógvar umboðandi B36 á lands- liðnum. Dreymurin gekk út Kristjan á Neystabø er fegin og errin um greipuna, sum felagið í ár hevur vunnið Sum heild var VB tað liðið, sum var meira sann- førandi gjøgnum dystin, og teir skaptu eisini fleiri mál- møguleikar enn B36. Mistu bronsuna Við sigrinum á B36 var bronsan at kalla tryggjað, men Hans Fróði Hansen javnaði fyri B68 í seinasta minutti móti KÍ í Klaksvík, og tí endaði VB á fjórða plássi. Hetta var eitt stórt vónbrot fyri vágbingar, sum høvdu sloppið at spælt evropeiskan fótbólt annað árið á rað. B36 fekk eftir dystin gullmerkini um hálsin, og leikararnir høvdu forgyltar gaggur, hosur og hár fyri at seta dám á henda seinasta dystin í kappingarárinum, sum hevur hilnast so avbera væl hjá havnarfelagnum. John Petersen, sum hevur verið liðformaður hetta kappingarárið, lyfti steypið, sum sær heldur visaligt út til at vera FM steyp í 1. deild. Við sær høvdu teir eisini Løgmanssteypið, ið teir vunnu á Ólavssøku móti KÍ. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at B36 vinnur greipuna, og tað er eitt megnar avrik. At byrja við í hesum kappingarárinum vóru tað fá, ið mettu, at B36 fór at gera seg gald- andi sum greipuvinnari, men B36 hevur nógvar sera góðar leikarar, sum hava dygdirnar at bera liðið fram til meistaraheitið. Dysturin í tølum: VB-B36 2-1 (1-0) 1-0: Robert Cieslewicz 3 1-1: John Petersen (br.) 81 2-1: Birgir Jørgensen 90 Dómari: Oddmar Andreasen (HB) VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Krzystof Popczynski, Marek Wierz- bicki, Jón Pauli Olsen - Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz B36: Tróndur Vatnhamar - Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Pól Thor- steinsson - Jens Kristian Hansen, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Kenneth Jacobsen - Heðin á Lakj- uni, John Petersen, Jákup á Borg FSF-bossurin kundi fyri seinastu ferð í formansskeiði sínum heingja gullmerkini um hálsin á føryameistarunum Hóast veðrið pent sagt ikki var nakað serligt, so køvdi hetta á ongan hátt fagnaðarløtuna, tá Smyril stevndi inn móti molanum við syngjandi leikarum standandi uppi á brúnni 19 18 Nr. 189 - 2. oktober 2001 VB steðgaði sigurs- røðini hjá B36 leygardagin, tá vágbingar vunnu 2-1 á Eiðinum. Sigurin var uppiborin, tí vágbingar vóru naskari. Eftir dystin fingu teir svørtu og hvítu gullmerki um hálsin, men VB rakk ikki triðja plássinum FÓTBÓLTUR orð: Stefan í Skorini mynd: Álvur Haraldssen VB vann seinasta dystin í hesi landskappingini móti føroyameistarunum B36. Úrslitið gjørdist 2-1 til heimaliðið, og tað mundi vera á góðari leið, um hugt verður at teimum mál- møguleikum, ið liðini høvdu. VB var naskari og hevði fleiri málmøguleikar enn B36. B36 hevði longu tryggjað sær meistaraheitið undan dystinum, og tí vóru havn- armenn ikki so uppsettir frá byrjan av. Tað var greitt, at vágbingar høvdu meira at spæla fyri og vóru ágrýtn- ari enn mótstøðuliðið úr Havn. VB skuldi vinna dystin, og B68 skuldi tapa í Klaksvík fyri at fáa brons- una í hús. Meistararnir í fjør vildu óivað eisini prógvað, at teir kunnu spæla upp við Føroya besta lið. Robert leggur fyri Bara sjey minuttir vóru spældir, tá VB legði seg á odda. Birgir Jørgensen lyfti bóltin innum verjuna, og Robert Cieslewicz var kvikur á bóltinum og prik- aði framvið Tróndi Vatn- hamar í málinum. B36 hevði ein vánaligan fyrra hálvleik, og vágbing- ar vóru nógv meira ágang- andi fyri steðgin. Teir høvdu fleiri vandamikil álop, og útiliðið hevði ilt við at fóta sær á váta vøll- inum í Vági. Strúkur vindur var omaneftir vøllinum, og hetta darvaði spælinum ómetaliga nógv. Spælarar- nir høvdu ógvuliga ilt við at fáa tamarhald á bóltinum, og tí var einki skipað spæl, men leikararnir royndu mest at sparka bóltin niðan móti málinum hjá mót- støðuliðnum. VB skapti ikki nógvar opnar málmøguleikar, men fleiri vandamiklar støður vóru at siga frá. Bjarni Jo- hansen var at kalla arbeiðs- leysur og hugdi mest at dystinum. B36 leikararnir eru ikki vanir við hetta slagið av vølli, og tað sást á spælin- um. B36 svarar aftur Eftir steðgin sendi Piotr Krakowski Magna á Lakj- uni fram í álopið, tá Klæ- mint Matras fór út við skaða. B36 spældi munandi betri eftir steðgin, og tað gav úrslit miðskeiðis í seinna hálvleiki. John Petersen brýtur í gjøgnum verjuna hjá VB, og dómarin metti, at hann varð feldur av einum verjuleikara. John Petersen snýtti mál- verjan og sendi brotsspark- ið mitt í málið til 1-1. B36 hevði nú møguleika at vinna fjúrtanda sigurin á rað í landskappingini og harvið seta met við flest stigum í einum kapping- arári. Metið eigur B36 liðið frá 1997. Hetta eydnaðist tó ikki, tí eftir málið raknaði heima- liðið við aftur. Hetta hevði við sær, at VB aftur fór at leypa á B36 málið. Tróndur Vatnhamar mátti gera fleiri bjaringar fyri at halda vágbingum frá fatinum. Marek gjørdist einaferð leysur við málverjanum, sum var skjótur út at bjarga. Í seinastu minuttunum fekk VB tó vinnandi málið. Tað skeyt Birgir Jørgensen, tá hann beindi eitt innlegg úr høgru í netið. Birgir var vandamiklasti leikarin hjá VB, og hann var ein støðug hóttan móti Tróndi. Birgir byrjaði árið í 3. deild hjá VB, men hann varð síðani tikin upp á 1. lið. Har hevur hann eisini prógvað, at hann er ein vandamikil áleypari, og hann gjørdist toppskjútti við tólv málum. Hetta er nógv, tá hugsað verður um, at hann ikki hevur spælt eins nógvar dystir og hinir. VB – B36 2-1 (1-0) B36 fekk gullmerkini Tað, sum B36 longu hevur vitað í eina viku, varð staðfest leygardagin, tá teir fingu gullmerkini handað suðuri á Eiðinum Tveir fegnir B36’arar. Kjartan Mohr og Baldvin Baldvinsson hyggja at skreytinum, sum komandi árið fer at standa í steypaskápinum C M Y K 18