Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 189 - 2. oktober 2001 17 Vágamenn lógu framvegis á niðasta sessinum, tá seinasta umfarið var liðugt, og dysturin móti HB gava eisini fleiri boð um, hví so er FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Vágamenn høvdu eitt at gera, tá teir komu í Gunda- dal sunnudagin. Í minsta lagi fáast úr dystinum, um nøkur vón skuldi vera fyri, at liðið eisini í komandi kappingarári skuldi spæla í bestu deildini. Líktist ikki ætlanini Í sjónvarpinum skiltist á venjaranum, Albert Ellef- sen, at uppskriftin til eitt stig var at leggja dent á verjupartin, men hetta var so á ongan hátt nakað, sum sást aftur á vøllinum, tá dysturin varð blástur ígongd. Gestirnir royndu hinveg- in at flyta spælið niðan á HB hálvuna, og tað var heilt skjótt greitt, at hetta kostaði í verjupartinum, har serliga Pætur Dahl og Allan Mørkøre í borðunum høvdu góðar sømdir, men fyrstu løtuna tóktist tað tó sera trupult at gera sær dælt av hesum. Einir tríggir heilt góðir møguleikar vórðu brendir, og brádliga var tað so FS Vágar, sum tók leiðsluna. Einar tvær ferðir høvdu teir ligið framvið, uttan at úrslit spurdist burturúr, men um hálvan hálvleikin eydnaðist teimum at fáa brotsspark, tá Jón Nielsen varð feldur áraka brotsteig- armarkinum, og Hannus Olsen smekkaði so bóltin mitt í málið. Nýttu ikki høvdið Tað sigur helst eitt sindur um taktiska medvitið (ella mangul upp á hetta) hjá niðurflytarunum, at teir heldur ikki eftir leiðslu- málið løgdu nakran serlig- an stóran dent á verju- partin. Heldur royndu teir framhaldandi at spæla seg fram eftir vøllinum í vón um at fáa enn eitt mál, og hóast tað í sjálvum sær er alla æru vert, so má tað tó metast sum heldur naivt. Tað er ikki víst, at teir høvdu bjargað sær tilver- una í deildini, um teir sein- asta góða tíman høvdu stillað seg í egnan brotsteig at sparka burtur, men tað kann við vissu staðfestast, at úrslitið hevði verið mun- andi betri, enn tað bleiv. Longu fýra minuttir eftir leiðslumálið fór tað at ganga skeivan vegin. Jón Rói Jacobsen, sum hesa ferð var í álopinum, varð leiktur leysur, og skoraði úr spískum. Sami Jón Rói hevði annars fleiri heilt góðar møguleikar í dystin- um, men tá hann so seks minuttir undan steðginum legði HB á odda, tóktist hetta eisini vera mønusting- urin hjá vágamonnum, og tá Allan Mørkøre so beint undan steðginum økti til 3- 1, mundu sjálvt tey mest bjartskygnu vágafólkini hava lagt allar vónir um bjarging á hillina. Skolaði inn Hetta gjørdist eisini heilt sjónligt, tá seinni hálvleik- ur varð settur ígongd. Vágamenn tóktust full- komuliga mótfalnir. Teir hvørki orkaðu ella megn- aðu at geva HB nakra veru- liga mótstøðu, og hetta gav rættiliga heimaliðnum høvi at dusa sær í seinasta dyst- inum, soleiðis at miseydn- aða árið hóast alt fekk ein lukkuligan enda. Fyrra helmingin av seinna hálvleiki hendi tó ikki tað stóra uppi á talvuni við tennisvøllin. HB hevði fleiri heilt stórar møgu- leikar, men leikararnir kappaðust um at misnýta møguleikarnar. Hol kom tó á, eftir at Eyðun Samuelsen kom á vøllin fyri Róa Árting, sum við hesum takkaði fyri seg á besta HB-liðnum. Eyðun nýtti høvi til at gera sítt fyrsta mál í bestu deildini í ár, tá hann skumpaði lobb- arin frá Gunnari seinasta pettið inn um strikuna, og so gekk veruliga skjótt. Gunnar Mohr, Bjarni Jørgensen, Allan Mørkøre og aftur Gunnar fingu mál- talvuna at líkjast stigatelj- aranum í einari Flipper- automat, áðrenn Birgir Joensen beint undan dyst- arloki kundi minka um munin. Tað málið hevði so ikki annað enn kosmetiskan týdning, og vágamenn noyddust nú at góðtaka, at aðrudeildarfótbóltur er tann beiski veruleikin komandi árið. Stigatalvan lýgur ikki, og avrikið á vøllinum sunnudagin bar eisini boð um, hví so er. Dysturin í tølum: HB-FS Vágar 8-2 (3-1) 0-1: Hannus Olsen (br.), 24 1-1: Jón rói Jacobsen, 28 2-1: Jón Rói Jacobsen, 39 3-1: Allan Mørkøre, 45 4-1: Eyðun Samuelsen, 68 5-1: Gunnar Mohr, 70 6-1: Bjarni Jørgensen, 73 7-1: Allan Mørkøre, 81 8-1: Gunnar Mohr, 86 8-2: Birgir Joensen, 90 Dómari: Páll Augustinus- sen (VB) HB: Pól N. Joensen – Ingi Rasmussen, Eyðfinn Fjals- bak, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen – Allan Mørk- øre, Rúni Nolsøe, Rói Ár- ting, Pætur Dahl – Bárður Mortansson, Jón Rói Ja- cobsen FS Vágar: Arturas Ra- moska – Jack Johansen, Vladlens Osipovs, Jákup Joensen, Elfinn Ørvarodd – Ruslan Screlea, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Torkil Nielsen – Sonny Johansen, Birgir Joensen Sunnudagin kom Gunnar Mohr í lítla klubban av leikarum, sum hava skotið 100 mál í bestu deildini Av teimum leikarum, sum hava verið á vøllinum hetta kappingarárið, telur hesin klubbin bert fýra aðrar leikarar. Nevnliga Kurt Mørkøre, Una Arge, John Petersen og Súna Fríða Johannesen. Hvussu nógvar dystir Gunnar hevur nýtt um at røkka hesum hundrað mál- unum, hava vit ikki ná- greinuliga kannað, men til hesi seinastu fimm nýtti hann so bert fimm dystir. Verður roknað í effektivari spælitíð, var talan tó bert um góðar tveir dystir, tí í HB hildu tey tað ikki vera ráðiligt at lata slitnu beinini stríðast í 90 minuttir hvørja ferð. Umframt at hann soleiðis slapp sær upp í Club-100, so hevði Gunnar eisini yvirskot til at geva álops- felaganum seinasta hálva tíman, Eyðuni Samuelsen, eina sveinagávu, tá hesin slapp at prika bóltin inn, eftir at Gunnar hevði lobbað upp um málverjan. Alt í alt var talan soleiðis um ein av teimum heilt góðu døgunum hjá Gunn- ari, og so er spurningurin, um hetta var hansara allar seinasta upptraðkan í bestu deildini, ella um eitt come- back afturat er væntandi okkurt av komandi árunum. HB-FS Vágar 8-2 (3-1): FS er Vekk Rói Árting fekk í seinasta dysti sínum fyri besta HB- liðið heiðurin av at verða liðformaður, og eftir lokna tænastu fekk hann tvær høkjur, sum hann kann gera nýtslu av, tá slitnu beinini skulu sparast framyvir Mynd: Jákup Gunnar Mohr slapp sunnudagin upp í lítla klubban av leikarum, sum hava skotið minst 100 mál í fremstu føroysku fótbóltsdeildini mynd: Jákup Mr. 100 17 16 Nr. 189 - 2. oktober 2001 Hjá báðum pørtum var talan leygardagin um ein avgreiðslu- spurning, og rættiliga spennandi gjørdist dysturin ongantíð FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í Runavík skuldu runa- víkingar og samansettu uppflytararnir gera seinasta dystin av sær. Hóast liðini hava verið so hampuliga jøvn á stigatalvuni hetta árið, so var talan tó ikki um hin stóra spenningin undan dystinum. Hvørgin parturin hevði nakað serligt at spæla fyri, og tí var ikki vænt- andi, at leikararnir fóru at leggja lív og sál í dystin. Sløsut Heimaliðið vóru tó teir, sum byrjaðu best, og longu eftir tveimum minuttum kundi Sonni L. Petersen gera sær dælt av, at gest- irnir enn ikki vóru komnir við í dystin, tá hann skoraði eftir sløsut verjuspæl. Málið fekk gestirnar at rakna nakað við, men tó ikki meira enn so, at runa- víkingarnir høvdu tamar- hald á fyrra umfarinum, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini økt um leiðsluna. Hetta hendi tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá enn eitt verjumistak kostaði hjá EB/Streymi. Verju- spælari hálvkiksaði, tá sparkast skuldi burtur, og beint uttan fyri brotstegin smekkaði Rúni Rasmussen til, so bólturin helt beina leið í hornið uttan møgu- leika hjá málverjanum. Eitt sera vakurt mál skal sigast, men hinvegin mundu gest- irnir tó iðra seg um hetta. Restina av dystinum gekk rættiliga javnt fyri seg. Bæði liðini høvdu sínar góðu løtur, men mál komu tó ikki fleiri. Misjavnt ár Runavíkingar endaðu so- leiðis á fimta plássinum í kappingini, og hetta var minni enn tað, sum teir høvdu ætlað undan árinum, tá heiðursmerki vóru søgd at vera tað, sum leikararnir fóru eftir. Tað hava runavíkingar framvegis ikki roynt at fingið í bestu deildini, men hvør veit, um hetta ikki fer at henda hampuliga skjótt, tí seinnu árini hava staðfest, at talentið í øllum førum er til staðar, og so er bara at gagnnýta hetta. Uppflytararnir úr EB/ Streymi munnu hinvegin vera væl nøgdir um sítt kappingarár. Mong – írokn- að yvirritaði - høvdu annars undan árinum kosið teir sum fremsta niðurflyting- arevni, men hesum spá- dómum hava teir so væl og virðiliga gjørt til skammar. Tilveran varð mest sum tryggjað, áðrenn seinasti triðingurin av kappingini stóð á skránni, og tað í sjálvum sær er eitt lítið bragd hjá felagnum sum ivaleyst fer at bíta seg enn fastari í deildini komandi árið. Ikki minst tí tilgongd- in av ungum og evnaríkum leikarum tykist gerast stór komandi árini. Dysturin í tølum: NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1- 0) 1-0: Sonni L. Petersen 3 2-0: Rúni Rasmussen 52 Dómari: Suni Johansen (SÍF) NSÍ: Jens Martin Knudse, Rúni Rasmussen, Djóni N. Joensen, Sverri Justinus- sen, Ken Nónklett, Jónstein Petersen, Sonni L. Peter- sen, Eddie Mikkelsen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen, Bergur Djurhuus EB/Streymur: Gunnar á Steig, Ólavur Poulsen, Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Alfred Jacobsen, Andreas J. Dahl, Ronnie Samuelsen, Hallur Jacob- sen, Sorin Anghel, Vinjard Dam, Christian Carlsson Dómsnevndin hevur avvíst kæruna frá dómaranum í Jóhannis Joensen- málinum MÁLSVIÐGERÐ Jákup Mørk Lok tykist nú vera lagt á málið um leikbannið hjá Jóhannis Joensen úr HB. Vit hava í fleiri øðrum greinum víst á, at tað frá fleiri síðum eru reist spurnartekin um við- gerðina av málinum. Eisini frá dómarans síðu hava spurnartekin verið sett, og í farnu viku boð- aði Niclas á Líðarenda so frá, at hann hevði kært málið til dóms- nevndina. Avvíst Dómsnevndin hevur tó ikki gjørt meira við kæruna enn at avvísa, tí teir meta ikki, at dóm- arin í dystinum kann kæra avgerðina hjá kappingarnevndini. Hetta líkist avgerðina hjá dómsnevndini í fjør, tá ein kæra frá dómaran- um um viðurskifti undir dysti í Klaksvík varð avvíst. Málsviðgerðin í hes- um málinum hevur sum nevnt sett fleiri spurnar- tekin, og ikki minst eru fleiri av hesum av so- mikið prinsipiellum slag, at tey væl kunnu skapa fordømi í eini framtíðar málsviðgerð. Sum vit hava skilt, er tað tó ikki ætlanin, at hetta fer at skapa fordømi, og verður tí í løtuni arbeitt við at gera ein greiðari arbeiðssetning fyri málsviðgerðina hjá kappingarnevndini. Kappingarnevndin hevur gjørt av, at eingin upp- og niðurflytingar- dystur verður um 3. og 4. deild UPP- & NIÐUR Jákup Mørk Tá endaliga støðan í aðru-, triðju- og fjórðu var greið, stóð eisini fast, at Kappingar- nevndin hjá FSF hevði fingið nakað at hugsa um. Ivamál stóðst av, um 3. deildarliðið hjá KÍ skuldi flyta beinleiðis niður í 4. deild, ella um teir høvdu rætt til ein upp- og niðurflytingar- dyst. KÍ endaði aftast í deildini, men av tí at GÍ endaði niðast í 2. deild, noyddust gøtumenn í øllum førum úr 3. deild. Hetta sambært kapping- arreglunum, grein 6, stk. 6. Kappingarnevndin hev- ur við støði í grein 6, stk. 3 í kappingarregl- unum gjørt av, at tá KÍ er endað aftast í sínari deild, eiga teir eisini at flyta beina leið niður. Í fjórðu deild gjørdist B68 vinnari, men tá teir longu eiga lið í 3. deild, kunnu teir ikki flyta upp. Ístaðin verða uppflytar- arnir HB og FS Vágar, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý. Málið er avgreitt Eingin upp- og niður- flytingardystur NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0) Avgreiddu seinasta slagið C M Y K 16