týsdagur 2. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 2. oktober 2001
15
Tað eru sjálvsagt fleiri
orsøkir til, at B36 í ár
kann rópa seg bæði
føroyameistara og
steypavinnara, men
fyrsta og fremsta av
hesum er uttan iva, at
liðið í ár hevur havt
sterkasta leikara-
hópin
MEISTARAR
Jákup Mørk
At B36 á komandi lands-
liðsferðini eigur seks mans
í
hópinum
hjá Allani
Simonsen, sigur ikki so
lítið um, hví liðið í ár
gjørdist ein sannførandi
føroyameistari, tó at teir
leingi
fingið
ógvuliga
harða kapping um odda-
sessin frá gøtumonnum.
Størsta styrkin hjá fe-
lagnum í ár hevur uttan iva
verið stjørnusetti hópurin,
sum longu undan kapping-
arársbyrjan viðførdi, at tey
allar flestu longu tá peikaðu
á árstalsfelagið sum ein
ivaleysan komandi meist-
ara. Soleiðis var eisini í
blaðnum, Fótbóltur 2001,
sum Sosialurin gav út und-
an kappingini, har fimm út
av fimm frásøgufólkum
innan fótbóltin peikaðu á
B36.
Hali Hallo
Kanska einasta plássið, har
B36 ikki hevði nakra veru-
liga stjørnu, var málverja-
sessurin, sum av mongum
hevur verið mettur sum ein
trupulleiki, síðani Egin
Høgnesen fyri tveimum
árum síðani segði endaliga
farvæl.
Eitt nú byrjaðu teir árið í
fjør við einum dagslongum
leigumáli av Jens Martini
Knudsen, men síðani tá
hevur eingin ivi kortini
verið um, hvør eigur pláss-
ið. Tróndur Vatnhamar hev-
ur ment seg við risafetum
hesi bæði árini, og sæð
burtur frá dystinum á Toft-
um – tá var hann sjúkur –
hevur Tróndur verið í mál-
inum allar dystirnar.
Eisini hevur hann so við
megnað at sannført síni
egnu um, at hann er rætti
maðurin til plássið, og lítið
er at ivast í, hvør fær størsta
klappikórið, tá leikara-
nøvnini verða rópt til
heimadystirnar. Við in-
spiratión frá einari ávísari
sjónvarpsreklamu plagar
vallarvarparin at rópa »í
málinum við nr. 16. Hali-
Hallo Tróndur Vatnham-
ar!«.
Stinna verjan
Nú gjørdist umrøðan av
málverjanum kanska heldur
drúgv. Framman fyri mál-
verjan er eisini ein hin
sterkasta verjan í landinum.
Eftir at fyrstu dystirnir
vórðu nýttir til at finna
røttu blandingina, hevur
Egil
Zachariasen
verið
stýrimaðurin her, og al-
oftast hevur tað verið til
reint UG. Hann er kanska
ikki hin mest eleganti
leikarin, men hann er
kropsliga sterkur, og tann
skjótleikan, sum hann ikki
hevur í beinunum, hevur
hann hinvegin í høvdinum.
Framman fyri seg hevur
sweeparin aloftast havt
tveir landsliðsmenn í Pól
Thorsteinsson og Arnbirni
Danielsen, og slíkir menn
nýtast helst ikki nærri
umrøðu. Skaðar og leik-
bann hava tó eisini viðført
rokeringar her, og tá hava
fyrst og fremst Herbert í
Lon Jacobsen og Fróði Cle-
mentsen prógvað, at teir av-
gjørt eru leikarar, sum
roknast kann við í fram-
tíðini.
Miðvøllurin er
hjartað
Hjartað á øllum liðum er
sjálvandi miðvøllurin. Tað
er aloftast her, at dystir
verða vunnir ella taptir, og
hjá B36 hevur talan í ár
aloftast verið um sigrar.
Ofta verða teir sonevndu
skrellimenninir á miðvøll-
inum undirmettir. Tað eru
ikki teir, sum syrgja fyri
teimum vøkru detaljunum,
ella týdningarmiklu málun-
um, men fyri venjararnar er
tað av alstórum týdningi
við hesum leikarum.
Piotr Krakowski hevur í
ár verið í teirri hepnu støðu,
at hann hevur átt ikki færri
enn tveir av hesum, og
báðir hava teir verið millum
mest støðugu leikararnar
hjá B36 í ár. Talan er
sjálvandi um Jan Guttesen
og Klæmint Matras, sum
hvør í sínum lag hava ar-
beitt sum hestar í at kalla
hvørjum dysti, og harvið
syrgt fyri, at fortreytirnar
hjá hinum á liðnum hava
verið í lagi. Jan hevur longu
í fleiri ár verið millum
týdningarmiklastu leikarar-
nir hjá B36, og hóast fleiri
hava nevnt hann sum
landsliðsevni, so er hetta tó
ongan tíð vorðið veruleiki.
Tað er tað hinvegin longu
nú hjá Klæminti, sum verð-
ur við á komandi Slovenia-
ferðini. Eisini er í hesum
sambandi merkisvert, at
hóast teir báðir ígjøgnum
árið hava verið í einum
ótali av nærdystum, so teir
til samans bert fingið seks
gul kort, og tað sigur eisini
nakað
um
fótbóltsligu
dygdir teirra.
Í borðunum hava skift-
andi leikarar verið nýttir. Í
høgru fyri tað mesta Kenn-
eth Jacobsen og Bjarni
Prior. Av hesum hevur
Bjarni havt hægsta dystar-
talið, men sum árið hevur
liðið, hevur tað tó verið
Kenneth, sum hevur sett
seg alt tyngri á plássið.
Vinstru megin hava fyri
tað mesta Jens Kristian
Hansen og Magni á Lakjuni
roynt seg, tó at Heðin á
Lakjuni eisini hevur verið
at sæð við hvørt. Av teim-
um báðum fyrru hevur Jens
Kristian uttan iva størsta
týdningin. Ikki minst tí
góða medvit hansara fyri
spælinum ger hann nýti-
ligan á somikið nógvum
plássum, soleiðis at hann
eisini hevur verið sentralt á
miðjuni, umframt at hava
spælt í verjuni.
Rómin á køkuni
Álopsmaskinan hjá B36
hevur sum oftast verið hon,
sum hevur fingið yvir-
skriftirnar fram, tá teir
tríggir landsliðsmenninir,
John Petersen, Jákup á
Borg og Heðin á Lakjuni
hava sett ferð á. Allir hava
teir hvør sínar dygdir, og
tað at spælistílur teirra er
somikið ymiskur, hevur
eisini viðført, at tað hevur
torført hjá mótstøðumonn-
unum at finna nakað ein-
stakt trekk, til tess at steðga
liðnum.
At siga akkurát, hvør
teirra hevur havt størstan
týdningin, er nærum ein
ógjørlig uppgáva. Onkur
vildi kanska sagt evnini hjá
John at halda bóltinum,
vóru tey týdningarmesti.
Onkur annar vildi hildið
ídnið og frekleikin hjá Ják-
upi, meðan ein triði kundi
sagt, at skjótleikin hjá
Heðini ofta hevur verið
lykilin.
Hvussu er og ikki, so
hava teir tríggir til samans
verið vandamesta álops-
maskinan í landinum hetta
árið, og hava avrik teirra
verið av alstórum týdningi
fyri endastøðuna hjá lið-
num.
Nakrir eru ávegis
Umframt omanfyri nevndu,
so hevur B36 í ár eisini havt
ein bonk, sum er somikið
sterkur, at maður altíð er
komin í mans stað, um-
framt at neyðugu – og ofta
avgerandi – útskiftingarnar
kundu gerast, tá nógv stóð
á.
Áki Mørk, Niels Joensen,
Rene Tórgarð og Heini í
Skorini eru allir ungir leik-
arar, sum eru uppaldir í
felagnum, og allir hava teir
prógvað, at teir avgjørt eiga
at roknast við, tá eitt fram-
tíðar B36 lið skal setast
saman. Ikki minst høvdu
Áki og Niels í tveimum
førum avgerandi leiklut, tá
B36 togaði teprar sigrar í
land móti ávíkavist B68 og
FS Vágum.
At enda skulu so eisini
nevnast Eyðun Højgaard og
Ronnie Samuelsen, sum
báðir vóru við í hópinum
fram til summarsteðgin,
men sum tó ikki fingu
nakað gullmerkið.
Lykilin til greipuna
15
14
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Meistararnir í B36
eru teir einastu, sum
allar níggju ferðirnar
eru farnir av
heimavøllinum við
fullari úrtøku
SAMANUM
Jóannes Hansen
Fótbóltsárið 2001 er mest
sum av – í hvussu so er
heima á landi. Í altjóða
høpi eru fleiri uppgávur
eftir. Í hesi vikuni eru
meistararnir í kvinnufót-
bólti í fjør (við meistara-
skapinum í ár hava tær
longu kvalifiserað seg til
kappingina um eitt ár), KÍ, í
Finnlandi, har tær fyri
fyrstu ferð royna seg í
Europa Cup.
Leygardagin skal lands-
liðið spæla síðsta HM und-
ankappingardystin.Tað
verður í Slovenia. Síðst í
mánaðinum skulu Jógvan
Martin Olsen og tveir av
spælarunum, sum í morgin
fara til Slovenia, aftur niður
á Balkan. Tað skulu teir, tá
U–19 landsliðið skal spæla
í EM undankapping. Tann
kappingin verður eisini í
Slovenia, og U–17 lands-
liðið hjá Mattiasi Davidsen
skal eisini royna seg uttan
fyri landoddarnar í EM
undankapping. Tað verður
17. og 19. oktober, tá mót-
støðulondini verða Sveis og
Wales.
Heima á landi er fót-
bóltsárið næstan av. Einastu
dystirnir, sum eru eftir, eru
teir ímillum B71 og Skála.
Tey skulu komandi tveir
leygardagarnar spæla um
eitt pláss í bestu deildini, og
so skulu KÍ og Royn kom-
andi
leygardag
spæla
seinna dystin um eitt pláss í
næstbestu deildini. Dystur-
in í Hvalba síðsta leygardag
endaði 1–1, so har er púra
opið.
Bronsuspenningur
B36 var meistari, tá teir
fóru til Vágs. Teir fóru
suður fríggjakvøldið, tí teir
ynsktu at vera væl fyri og
enda árið við manér, men
tað kiksaði. Sinniliga og
likamliga yvirskotið, sum
skal til at vinna ímóti
hinum oddaliðunum var
ikki har. Vágbingar høvdu
yvirskotið, teir vunnu, og
eina løtu tóktist tað, sum
um teir høvdu vunnið
bronsumerkini, sum FSF
hevði latið býráðsformann-
inum í Klaksvík. Í FSF
mundu teir ikki rokna við,
at bæði B68 og B36 fóru at
tapa.
Men tað var hetta, sum sá
út til at gerast veruleikin.
B68 átti síðstu royndina í
Klaksvík, og tað eydnaðist
at javna til 2–2. Spenning-
urin um bronsukrónurnar
var so stórur, sum hann ikki
hevur verið um gullkrónur-
nar síðani 1994, tá GÍ
skoraði í síðstu løtu. Tað
var eisini í Klaksvík, og tá
vóru tað teir í HB, sum
vóru
vónsviknir.
Mest
spennandi síðsti leikdag-
urin í bestu deildini mundi
vera í 1987, tá tað í allar
síðstu løtu varð greitt, at
TB var meistari, meðan HB
og GÍ vóru vónbrotin.
Vágamenn siga farvæl
FS Vágar flutti leygardagin
niður í 2. deild. Teir sprell-
aðu fyrstu løtuna og fingu
mál, men tað var ikki nóg
mikið ímóti HB, sum hóast
vánaligasta kappingarárið
nakrantíð var væl betri,
enn niðurflytararnir vóru.
Annar av FSV venjarun-
um, Albert Ellefsen, segði í
útvarpinum fríggjadagin, at
uttan mun til, hvar FSV fór
at spæla komandi ár, so
fóru teir at vera betri fyri,
enn teir hava verið í ár. Eftir
dystin leygardagin endur-
tók Albert tað, sum hann
ofta hevur sagt um, at tað
krevst ein hugburðsbroyt-
ing til í Vágum, um FSV
skal standa seg. Hann vísti
á, at Vágoyggin altíð er
niðast í ítrótti. Í fótbólti og
hondbólti er nakað um
hetta, og í øðrum ítróttar-
greinum hevur tað ofta
eisini roynst soltið. Men
flogbóltskvinnurnar í Drátti
hava seinastu árini víst, at
tað ber til hjá teimum í
Vágum at standa seg í
kappingini við tey bestu, og
tað sama hava onkrar
kappróðrarmanningar har
vesturi gjørt.
Royndin við útlendskum
venjara í fjør og í ár
miseydnaðist fullkomuliga.
Ivaleyst verða tað lokalar
kreftir, sum skulu standa á
odda, tá FSV fer at gera
eina nýggja roynd at koma
ímillum tey fremstu, og tað
áttu at verið góðar vónir
fyri, at tað fer at eydnast.
Kappingarneytarnir vera ÍF,
Sumba, LÍF, Skála ella B71
og kanska Royn.
Heimavøllurin
týdningarmikil
Tað verður ofta tikið til, at
um tú skalt hugsa um at
vera við í kappingini í
toppinum, so er alneyðugt
at vinna allar dystirnar á
heimavølli. Gongdin í júst
lokna
kappingarárinum
undirstrikar hetta.
Meistaraliðið úr B36 er
tað einasta, sum hevur
vunnið allar níggju dystir-
nar á heimavølli. GÍ tapti
1–0 í Sarpigerði ímóti NSÍ,
og teir megnaðu bara 1–1 á
heimavøli ímóti VB. Høvdu
teir havt hesi fimm stigini
fleiri, so hevði meistara-
skapurin endað í Gøtu og
ikki í B36. Og so kunnu vit
meta um, hvussu tað hevði
spælt av í Vági leygardagin,
um B36 hevði havt knívin á
barkanum.
Vágbingar iðra seg sjálv-
andi um, at triðja plássið
glapp teimum av hondum í
evstu løtu. Tá teir líta aftur
á kappngarárið fyri at
minna seg á, hvar teir
kundu havt vunnið tað
stigið, sum leygardagin
restaði, so minnast teir
ivaleyst 2–1 heimatapið
ímóti KÍ og heimatapið
ímóti GÍ, sum vann 2–1 í
Vági. Men teir iðra seg
ivaleyst mest av øllum um,
at teir síðstu átta minutt-
irnar í Miðvági mistu øll
stigini.
Toftamenn hava eisini
søplað á heimavølli. Teir
taptu 2–0 ímóti B36, teir
taptu 4–1 ímóti VB, og teir
spældu 2–2 ímóti GÍ.
HB hevur ongantíð í
nýggjari tíð havt eitt so
vánaligt kappingarár sum í
ár, og tað er sjáldan komið
fyri, at KÍ ikki hevur verið
omanfyri miðjuna. HB í
Gundadali og KÍ í Klaksvík
plaga at vera ov stórir bitar.
Men í ár hava bæði KÍ og
HB
bara
vunnið
fýra
heimadystir.
Fyrireikingarnar
Vit hava fyrr í heyst nevnt,
at sjøtul langt síðani er
settur á fyrireikingarnar til
komandi kappingarár og
harvið kappingin um FM
heitið og Europa Cup
luttøku.
Sáttmáli er ikki undir-
skrivaður millum Piotr
Krakowski og B36, men
tað hevði verið undarligt,
um samstarvið ikki helt
fram. Ivaleyst skulu teir í
meistarafelagnum
eitt
sindur
longri
niður
í
lumman, men tað hava teir
ráð til, nú milliónin frá
UEFA er meiri enn í eyg-
sjón (sjálvt um hon ikki
verður útgoldin fyrrenn á
sumri í 2003.
B68 spennir bogan við
nýggjum høvuðsvenjara,
og í Gøtu, í Runavík, í Vági
og í HB sigast venjara-
viðurskiftini vera komin
upp á pláss. Í Sunda-
lagnum sigast viðurskiftini
vera komin í rættlag. Í
Klaksvík bíða teir, og á
Sandi, á Skála og á Tvør-
oyri hava teir av góðum
grundum einki gjørt enn.
Kappingin um spælarar-
nar er stór. Ítróttarsosial-
urin fer at fylgja við. Men
higani fara vit at takka
øllum fyri eitt gott kapp-
ingarár. Ikki minst góðu
heimildarfólkini
kring
landið fáa eina heilsu.
Tað er dýrt at tapa á heimavølli
Meistararnir úr B36 vóru
einasta liðið, sum megnaði at
vinna allar heimadystirnar,
og ivaleyst var hetta lykilin
hjá teimum til gullkrón-
urnar, sum teir fingu
handaðar í Vági sunnudagin
C
M
Y
K
14