týsdagur 2. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frank Skytte, sum
hevur sagt venjara-
starvið í Hvidovre frá
sær, skal vera íblásari
hjá øllum deildunum
á Toftum
VENJARI
Jóannes Hansen
B68 skal hava nýggjan
venjara. Nýggi venjarin
eitur Frank Skytte. Hann er
í løtuni venjari hjá Óla
Johannesen og Hvidovre,
og hann er ikki ókendur í
Føroyum.
Tvær
ferðir
hevur hann verið venjari
hjá TB. Fyrra ferðin var í
1982, og seinnaferðin var í
1995. Hetta seinna umfarið
var hann venjari fimtan tey
fyrstu umførini, so fór hann
til hús. Venjarin og TB
kundu ikki semjast um
fíggjarligu treytirnar fyri
samstarvið tey seinastu
umførini, sum vórðu spæld
eftir at sáttmálaskeiðið var
liðugt.
Meiri til ungdómin
Niclas Davidsen, formaður
í B68, sigur, at teir hava
avrátt við Frank Skytte, at
hann skal hava høvuðs-
ábyrgdina fyri allari venj-
ingini í felagnum:
– Seinnu árini hava vit
roynt at styrkt um arbeiðið í
yngru deildunum. Fleiri av
teimum, sum í áttati árun-
um vóru við til at manna
besta liðið, hava saman við
øðrum tilkomnum fólki,
tikið lut í venjaraútbúgv-
ingini, og í ár hava vit verið
betri fyri við ungdóms-
venjarum, enn vit kanska
nakrantíð hava verið áður.
Vit vilja fegin styrkja upp-
aftur meiri um ungdóms-
arbeiðið, og tí hava vit gjørt
sáttmála við ein venjara,
sum burturav fer at arbeiða
hjá okkum. Hann skal
venja 1. og 3. deild og
møguliga okkurt annað lið.
Harafturat skal hann hava
samband við hinar venjar-
arnar, sum skulu venja í
samráð við nýggja venjar-
an. Vit eru spentir upp á
hetta samstarvið, og kann-
ingarnar, sum vit hava
gjørt, siga okkum, at talan
er um ein góðan og nógv
avhildnan venjara.
Hava tit ikki verið nøgdir
við arbeiðið, sum Jóannes
Jakobsen hevur gjørt?
– Vit hava samstarvað við
Jóannes í tvey ár. Úrslitini í
bestu deildini hava verið
góð, og vit hava verið væl
nøgdir við arbeiðið hjá
venjaranum. Men nú vildu
vit hava ein nýggjan venj-
ara, sum skal hava ábyrgd-
ina av øllum deildunum, og
tann venjaran halda vit
okkum hava funnið.
Gott ummæli
Tað er eingin loyna, at
millum viðhaldsfólkini hjá
B68 er tað framvegis so-
leiðis, at venjarin, sum teir
framum allar aðrar minn-
ast, er John Kramer. Hann
hevði serliga gott tak á
spælarunum, og hann hevði
gott samband við alt fólkið
í B68 og á Toftum. Við
Krameri við róðrið eydn-
aðist tað B68 at vinna tvey
FM heiti, og felagið endaði
á heiðursmerkjaplássi øll
tey fimm árini, sum John
Kramer var á Toftum.
Tá vit hava spurt okkum
fyri um nýggja venjaran, so
er skoðsmálið, sum hann
fær t. d. á Tvøroyri, ikki so
langt frá tí, sum tey í B68
góvu John Kramer, sála.
Tað var Frank Skytte, sum
syrgdi fyri, at Óli Jo-
hannesen fekk sáttmála við
Hvidovre, og liðformaðurin
á landsliðnum hevur alt
gott at bera nýggja B68
venjaranum.
Tá Frank Skytte í 1995
var á Tvøroyri, endaði TB á
sjeynda plássinum. Teir
vóru ikki serliga væl mann-
aðir, men við nógvum ar-
beiði og sera góðum íblástri
frá venjaranum, megnaðu
teir fram til summarsteðgin
at stríða seg at vera við í
toppinum. Summarsteðg-
urin hetta árið var eftir
sjeynda umfarið, og tá
høvdu HB og TB, sum lógu
lið um lið í toppinum,
sekstan stig í part. At Frank
Skytte var ein ógvuliga
prinsippfastur venjari kom
m. a. til sjóndar aftaná
jóansøku. Tá setti venjarin
onkrar av stuðulsspælarun-
um á beinkin, tí teir ikki eitt
hundrað prosent høvdu
fylgt boðunum hjá venjar-
anum.
Rýmir frá Schmeichel
Síðani Peter Schmeichel
setti pengar í Hvidovre,
hevur Frank Skytte verið
venjari hjá liðnum í 1.
deild. Hann hevur kortini
ikki havt síðsta orðið, tá tað
hevur snúð seg um at seta
liðið og keypa spælarar. Tá
hevur manager’in í felag-
num, Jan Sørensen, tikið
avgerðirnar.
Fyrr í summar ljóðaði, at
Frank Skytte hevði longt
samstarvið við Hvidovre í
tvey ár afturat, men nú
hevur hann sagt upp og fer
frá felagnum, sum tað í
síðstu viku varð sagt um, at
tað er í fíggjarligum vanda-
sjógvi. Í staðin fyri at ar-
beiða fyri Hvidovre og Pet-
er Schmeichel, skal Frank
Skytte nú vera venjari hjá
Tofta
Ítróttarfelag
og
Niclasi Davidsen!
B68 formaðurin sigur, at
venjarin kemur tilFøroya 1.
februar, tá teir aftur fara
undir venjingarnar.
Nr. 189 • týsdagur • 2. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Vágbingar eru
longu nú í ferð við
at leggja seinastu
hond á leikara-
hópin til komandi
kappingarárið
LEIKARAR
Jákup Mørk
Fyri tveimum vikum
síðani varð greitt, at VB
komandi kappingarárið
fer at hava ein jugo-
slaviskan venjara. Nú er
so greitt, at umframt
nýggjan venjara, fer VB
komandi árið eisini at
hava
tilgongd
av
í
minsta lagi einum og
allar helst tveimum út-
lendskum leikarum.
Av heimasíðuni hjá
VB framgongur, at fe-
lagið hevur skrivað sátt-
mála við 25 ára gamla
jugoslavan,
Slobodan
Madzar, sum er miðvall-
arleikari, og higartil
hevur roynt seg í næst
bestu
jugoslavisku
deildini.
Í leikskránni til dystin
móti B36 stóð eisini
skrivað, at felagið í løt-
uni er í samráðingum
við ein jugoslaviskan
álopsleikara.
Fimm útlendingar
Um so er, at sáttmáli
eisini spyrst burtur úr
samráðingunum
við
áleyparan, fer VB vænt-
andi at hava fimm út-
lendskar leikarar í hóp-
inum komandi kapping-
arárið.
Framman undan er
nevnliga greitt, at Ro-
bert Cieslwicz og Pre-
drag Zivkovic allir halda
fram í felagnum, meðan
vágbingar í løtuni ar-
beiða við at leingja sátt-
málan hjá Marek Wiers-
bicki.
Reglurnar hjá FSF
staðfesta, at feløg bert
kunnu hava fýra út-
lendskar
leikarar
á
liðnum, men Marek er tó
ikki
umfataður
av
hesum.
Hann
hevur
nevnliga verið somikið
leingi í Føroyum, at
hann í fótbóltshøpi verð-
ur roknaður sum før-
oyingur.
B68 skal hava
danskan venjara
VB riggar til
Komandi kappingarárið fáa
Súni Fríði og teir nýggjan
venjara. Frank Skytte, sum
áður hevur vant TB, hevur
gjørt sáttmála við B68, og
skal hann verða
høvuðsvenjari hjá felagnum
13
12
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Sunnudagin hendi
eitt arbeiðsóhapp á
boripallinum
Sovereign Explorer.
Ein íri kom illa fyri,
tá hann lá undir
einum tungum røri,
sum koppaði
ARBEIÐSÓHAPP
Stefan í Skorini
Sunnudagin klokkan 15
komu boð av boripallinum
hjá Amerada Hess til
MRCC-støðina um eitt
arbeiðsóhapp.
MRCC setti hjálpartiltøk
í verk beinanvegin, og
læknin hjá sjóverjuni, ein
narkosulækni og ein sjúkra-
systir vórðu send út við
tyrlu at taka sær av mann-
inum, sum er innlagdur á
l a n d s s j ú r k a h ú s i n u m .
Læknarnir kundu tískil
arbeiða uppá mannin á
túrinum, sum tekur umleið
ein tíma.
Tað var ein 25 ára gamal
íri, sum arbeiðir á pall-
inum, ið fekk skaða, tá eitt
rør koppaði omaná hann.
Óhappið hendi, meðan ar-
beitt varð við at flyta ym-
iskt á dekkinum. Tað frætt-
ist, at maðurin hevur tað
gott eftir umstøðunum.
Kanna óhappið
Mánamorgunin fóru tríggir
løgreglumenn og eitt um-
boð frá oljumálastýrinum
út á boripallin at kanna
umstøðurnar um óhappið.
Løgreglan
kannar
øll
arbeiðsóhapp og soleiðis er
eisini í hesum førinum.
Hetta sigur Jón Klein
Olsen, støðleiðari. Menn-
inir vóru ikki afturkomnir,
tá vit tosaðu við løgregluna
mánamorgunin, og tí kundu
teir ikki siga meira ná-
greiniliga, hvat fór fram.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygardagin út ímóti
hálvgum seks fekk løg-
reglan fráboðan um, at
ein sjónliga ávirkaður
maður var á veg út í báti.
Løgreglan fór oman á
bátabrúgvarnar, og har
varð maðurin steðgaður,
áðrenn hann hevði lagt
frá landi. Maðurin átti
bátin sjálvur og ætlaði
sær at sigla út í Kals-
oynna.
Hetta er brot á sjólóg-
ina, og maðurin verður
ákærdur. Løgreglan tók
blóðroynd av mannin-
um, men enn er ikki
greitt, hvussu stórt inni-
haldið av alkoholi var.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Leygarmorgunin
sleit
báturin Gadus, sum er
heimahoyrandi á Toft-
um, meðan hann lá
bundin á Skipanesi.
Gadus, sum er ein 20-
tonsari, rak inneftir og
fór á land einar 250 met-
rar longri inni á fjørð-
inum. Báturin fekk ikki
stórvegis skaða. Eingin
var umborð á bátinum,
og Tjaldrið kom og tók
Gadus
avaftur.
Sum
skilst, so er hesin báturin
ikki í drift longur, og
báturin
verður
helst
skrottaður skjótt.
Eitt
ferðsluóhapp
hendi henda sama morg-
unin. Ein maður koyrdi
av Kambsdali til Fugla-
firðar, tá tað eina hjólið
punkterar. Førarin miss-
ir tamarhaldið á bilin-
um, sum endar í auto-
verjuni. Maðurin fekk
ongan stórvegis skaða.
Friðarligt í Havn
Løgreglan í Havn hevur
havt eitt friðarligt viku-
skifti. Tríggir bilførarar
vórðu tiknir við kenn-
ing, og tríggir svóvu
rúsin av sær á støðini.
Maður lá undir røri
á boripalli
Ein 25 ára gamal íri varð sunnukvøldið fluttur á landssjúkrahúsið við hesi tyrluni, tá eitt tungt
rør koppaði omaná hann
Sigldi fullur
í Klaksvík
Bátur fór á land
á Skipanesi
OLJUVINNA OG ÁRIN
Jan Müller
Spurningurin um hvørji
sosial árin ein oljuvinna
kann hava á føroyska sam-
felagið er nú reistur á tingi.
Løgtingskvinnan Anita á
Fríðriksmørk hevur sett
Eyðun Elttør, landsstýris-
manni skrivligan fyrispurn-
ing um sosialu árinini av
eini oljuvinnu. Hon spyr:
1.Hvussu nógv arbeiðsfólk
kunnu væntast at brúk
verður fyri, um so verður,
at olja verður funnin?
2.Innan hvørji arbeiðs/
fakøki kunnu hesi í høv-
uðsheitum væntast at
verða bólkað?
3.Verður tørvur á innflutt-
ari arbeiðsmegi?
* og um so er, hvussu
nógvum? og
* hvat slag av arbeiðsfólki
er tá serliga talan um?
3.Hvørji árin væntar lands-
stýrið,
at
oljuvinnan
kemur at hava á húsa-
marknaðin í Føroyum?
4.Hvat heldur landsstýrið
átti at verið gjørt frá
politiskari síðu til tess at
stýra húsamarknaðinum?
5.Hvørji hagtøl mangla vit
til tess at fáa lýst støðuna
og til tess at kunnu fylgja
gongdini?
Í viðmerkingunum sigur
tingkvinnan m.a. at kemur
oljuvinnan til okkara, fer
hetta uttan iva at fáa stór
sosial árin á okkara sam-
felag. Vónirnar til eina
komandi oljuvinnu hava
longu sett gongd á tað
avleidda virksemið, sum
m.a. hevur verið við til at
økt um fólkavøksturin og
verið við til at eggja fólki
og serliga føroyingum til at
flutt heim til Føroya. Henda
brádliga øking í fólkatalin-
um hevur elvt til rættiligt
trýst á húsamarknaðin og
húsaprísirnar, og tað er ikki
óhugsandi, at júst hetta
kann koma at vera við til at
økja um stættarmunin í
okkara
samfelag
sigur
tingkvinnan víðari og hon
heldur fram: -Familjur í
høvuðsstaðum
og
við
vanligum
inntøkum
og
uttan serligan skattalætta,
sum skulu til at seta føtur
undir egið borð, kveppa seg
við at keypa sær eini hús.
Útboðið er so mikið lítið í
mun til tann stóra eftir-
spurning, at tað endar altíð
við, at prísirnir á sethúsum
fara langt upp um virðið og
upp um tað, sum vanligar
inntøkur megna at gjalda.
Hetta sama er galdandi fyri
leigu av íbúðum/húsum.
Alt fólkið við í
menningini
Anita á Fríðriksmørk sigur
víðari, at tað er umráðandi ,
at vit tryggja okkum, at alt
føroya fólk verður við í
mennngini av oljuvinnuni.
Gera vit einki, er stórur
vandi fyri, at nøkur fá fáa
allan fyrimunin, og at
gloppið millum tey múgv-
andi og tey lægst løntu
verður enn størri. Og tá
stýra vit eftir einum stættar-
muni, sum er sera ódám-
ligur og kann fáa ógvisligar
sosialar avleiðingar fyri
okkara samfelag. Hetta, tí
tað verða tey væl fyri-
komnu, sum koma at gera
av, um húsaprísurin hækk-
ar, um einsamallir uppi-
haldarar, og vanligar ar-
beiðsfamiljur koma at hava
ráð at keypa sær eini vanlig
hús, ella hava ráð at leiga
sær eina vanliga íbúð. Og
eru so eingir alternativir
íbúðarmøguleikar, so verð-
ur torført hjá tí vanliga
føroyinginum at fáa sær
líkinda tak yvir høvdið.
Víðari verður sagt í
viðmerkingunum, at lands-
stýrið átti at miðað eftir, at
tey, sum hava tann størsta
vinningin, eisini hava tær
størstu meirútreiðslurnar.
Soleiðis kundu við tryggja
okkum, at partur av tí
peningi, sum tað almenna
fær fyri oljuvinnuna, verð-
ur til gagns fyri tey, sum
frammanundan eru við
sviðusoð. Eitt, sum er sera
týdningarmikið, er, at ferð
kemur á alternativar íbúð-
armøguleikar; og at vit fáa
skipaðan íbúðar- og leigu-
politikk. Hetta fer at økja
um útboðið og harvið
lækka húsa- og leiguprísin,
sum eru á einum órímiliga
høgum støði í dag. Tá
høvdu ungar barnafamiljur,
einsamallir uppihaldarar,
eldri hjún osfr. havt møgu-
leika fyri at leiga sær eina
íbúð, ella keypt sær eina
partaíbúð, sum er á einum
lutfalsliga rímiligum støði,
og sum er fyri ein prís, sum
er rímiligur fyri hesi fólk-
ini.
Keikanturin
Nomið verður eisini við
spurningin um føroyskan
keikant. Landsins myndug-
leikar hava sett krav um, at
alt virksemi frá oljuvinnuni
skal um føroyskan keikant.
Hetta ynski var í hæddini
fyri nøkrum fáum árum
síðani, tá ið arbeiðsloysi
var um 20%, men síðani er
vend komin í, og arbeiðs-
loysi er nú komið niður á
eini 3-5%. Og tað vil so
aftur siga, at skal alt virk-
semi um føroyskan keikant,
so eiga vit at gera okkum
greitt, hvaðani hesi fólkini
skulu koma. Skulu tey
koma úr útlandinum, ella
koma tey úr øðrum vinnu-
greinum her á landi, og um
so verður, koma hesar
vinnugreinir so ikki at
mangla
arbeiðsmegi.
Hvussu er og ikki, so er
umráðandi, at vit fáa at
vita, hvat tað er fyri ar-
beiðsmegi,
vit
kunnu
vænta, tørvur verður á, um
tað er ófaklærd ella vælút-
búgvið fólk, ella ein bland-
ingur av báðum, og um vit
hava hesi fólk í landinum,
ella um vit mugu innflyta
tey.
Tingkvinnan heldur tað
annars hevði verið gott við
neyvum data og hagtølum,
sum lýsa støðuna í sam-
felagnum. Tá kundu vit
fylgt gongdini frá nú av og
í tíðini, meðan oljuvinnan
mennir seg og gerst veru-
leiki. Tá høvdu landsins
myndugleikar kunna fylgt
gongdini og havt tøl fyri
møguligum
broytingum,
sum ávirka sosialu broyt-
ingarnar í samfelagnum.
Og soleiðis vita, hvørji
tiltøk gerast neyðug. Og
soleiðis eisini verið betur
før fyri at vart okkum í
móti væntaðum fløsku-
hálsum
sigur Anita
á
Fríðriksmørk í viðmerk-
ingum sínum.
(Í hesum sambandi kann
nevnast, at spurningarnir,
sum tingkvinnan her reisir,
vórðu umrøddir i samrøðu,
sum Sosialurin hevði við
Randi Fredriksberg, cand.
scient í geografi tann 7. og
8. september í ár. Blaðm.)
Sosial árin frá oljuvinnu
C
M
Y
K
12