týsdagur 2. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 189 - 2. oktober 2001
Nr. 189 - 2. oktober 2001
11
Innan ein mánað
væntar Sámal Petur í
Grund at leggja eitt
uppskot um nýggja
pensjónsskipan fyri
løgtingið. Núverandi
skipan er vorðin ov
kostnaðarmikil,
soleiðis at tað kann
gerast trupult at
tryggja vælferðina.
Ætlanin er tí, at
pensjónirnar í fram-
tíðini skulu ganga
uttan um lands-
kassan, sigur Sámal
Petur í Grund,
landsstýrismaður
EFTIRLØN
Heri á Rógvi
Í rættiliga langa tíð hevur
verið arbeitt við einari
nýggjari eftirlønarskipan. Í
samgonguskjalinum
hjá
sitandi samgongu var eitt
ynski um eina eftilønar-
skipan staðfest. Arbeitt
hevur eisini verið við
málinum líka síðani, og
loksins tykist eitt uppskot
at vera á veg í løgtingið.
Sambært Sámal Peturi í
Grund er málið nú komið
somikið ávegis, at málið
kemur fyri á landsstýris-
fundi í dag.
- Tað verður neyðugt at
fáa málið fyri løgtingið
sum skjótast. Høvdu vit
bíða longur við málinum,
so hevði tað væntandi ikki
verið avklárað í hesum
valskeiðinum, sigur Sámal
Petur Grund.
Hann skilur væl ábreiðsl-
urnar um, at hetta málið
hevur tikið ov langa tíð,
men hetta er eitt sera stórt
mál, so tað hevur tikið eitt
sindur av tíð.
Ætlanin er, at málið nú
skal koma fyri á lands-
stýrisfundi í dag. Ætlanin
er síðani at lata málið fara
út til hoyringar hjá eitt nú
fakfeløgum.
Innan
ein
mánað væntar Sámal Petur
í Grund, at løgtingið kann
fáa møguleikan at viðgera
málið.
Sjálvi syrgja fyri
Sámal Petur í Grund segði
fyri kortum fyri Útvarpi
Føroya, at fólkapensjónin
skuldi avtakast.
- Her verður sipað til, at
sjálvt hugtakið fólkapen-
sjón verður avtikið, sigur
Sámal Petur í Grund.
Núverandi pensjónsskip-
an virkar á tann hátt, at
pensjónin verður goldin inn
gjøgnum skattin, men her
fer
ein
grundleggjandi
broyting at fara fram, um
tað altso stendur til Sámal
Petur í Grund.
- Ætlanin er, at arbeiðs-
marknaðurin sjálvur skal
syrgja fyri eftirlønunum.
Ætlanin er, at endin skal
vera, at øll fara at fáa meira
burturúr, sigur Sámal Petur
í Grund.
Hóast broytingarnar eru
rættiliga grundleggjandi, so
sigur landsstýrismaðurin, at
tað er í veruleikanum als
ikki er talan um nakra stór-
vegis øðrvísi skipan.
Tey, sum longu fáa fólka-
pensjón fara eisini fram-
vegis at fáa hesa, men
ætlanin er í framtíðini at
skipað soleiðis fyri, at
landskassan ikki skal syrgja
fyri at gjalda eftirlønir.
- Hugskotið er, at tey,
sum hanga afturúr, skulu
fáa meira, sigur Sámal
Petur í Grund.
Ætlanin er, at arbeiðs-
marknaðurin sjálvur skal
standa fyri at skipa eftir-
lønirnar. Nøkur minstu
krøv verða sett til skip-
aninar. Landsstýrismaðurin
avvísir ikki, at tað almenna
fer at skipa fyri grunni fyri
tey, ið onga skipan hava
áðrenn.
Tikið drúgva tíð
Sámal Petur í Grund skilur
sum áður nevnt væl at-
finningarnar um, at hetta
hevur tikið ov langa tíð.
Ein bólkur hevur í langa
tíð arbeitt við málinum, og
nú metir landsstýrismað-
urin, at málið er búgvið til
at fáa eina politiska viðgerð
í løgtinginum.
- Vælferðartænasturnar
kunnu gerast so dýrar, at
tað fer at ganga útyvir skip-
anina, sigur Sámal Petur
Grund.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at tað er alneyðugt, at
pensjónistarnir kunnu vera
tryggir líkamikið um tað er
góðar ella ringar tíðir fíggj-
arliga.
Gjaldshátturin
kann
variera í nýggju skipanini,
sum nú bíðar eftir viðgerð-
ina frá fyrst samgonguni
og
síðani
løgtinginum.
Landsstýrismaðurin vísir
aftur, at hetta skal hava
nakað komandi samráðing-
arnar um tey ríkisrættarligu
viðurskiftini at gera. Sámal
Petur í Grund sær gjarna
eina breiða semju, hóast tað
tykist sum um, at sam-
gonguflokkarnir hála hvør
sín veg í hesum málinum.
Finnur Helmsdal
sigur at samgongu-
flokkarnir einki hava
fingið at vita um
arbeiði við nýggju
pensjónsskipanini.
Tjóðveldisflokkurin
mælir til at gera eina
samhaldsfastafólka-
pensjón, sigur Finnur
Helmsdal
EFTIRLØNIR
Heri á Rógvi
Finnur Helmsdal, tingmað-
ur fyri Tjóðveldisflokkin,
heldur einki um arbeiðs-
leistin
hjá
landsstýris-
manninum í almanna- og
heilsumálum. Heldur ikki
undanfarni landsstýrismað-
ur fær eitt gott skoðsmál frá
løgtingsmanninum.
- Vit hava einki fingið at
vita um nýggju pensjóns-
skipanina. Arbeiðshátturin
verður størsta forðingin hjá
landsstýrismanninum at fáa
hetta uppskotið ígjøgnum,
sigur Finnur Helmsdal.
Løgtingsmaðurin sigur,
at Tjóðveldisflokkurin und-
ir ongum umstøðum kann
taka undir við fólkatrygg-
ingar prinsippið hjá Fólka-
flokkinum. Hann heldur, at
ákærurnar um, at Tjóð-
veldis verður drignir við
hárinum av Fólkaflokkin-
um í tílíkum málum vera
heilt burturvið.
Finnur Helmsdal vísir á,
at tað er framvegis ein stór-
ur partur av arbeiðsfólk-
inum, sum onga eftirlønar-
skipan hevur.
- Vit taka undir við, at
arbeiðarafeløgini
fáa
møguleikan at skipa eina
eftirlønarskipan
eftir
egnum ynski. Tað grund-
leggjandi hjá okkum er tó,
at samhaldsfasta prinsippið
framvegis skal galda, sigur
Finnur Helmsdal.
Tjóðveldisflokkurin
mælir til at gera eina sam-
haldsfastafólkapensjón, har
arbeiðsgevarar
og
ar-
beiðstakarar skulu fíggja
skipanina við inngjøldum.
Tey lítlu skulu fáa meira
burturúr samhaldsfastanum
enn tey størru.
- Øllum føroyingum skal
vera tryggjað eina hægri
gjøgnum skipanina við
samhaldsfastupensjónini,
sigur Finnur Helmsdal.
Kristian Magnussen,
tingmaður fyri
javnaðarflokkin,
heldur, at uppskotið
um at umleggja
pensjónirnar í Før-
oyum er púrasta
burturvið. Endin
kann vera, at allur
solidaritetur hvørvur,
sigur Kristian
Magnussen
EFTIRLØNIR
Heri á Rógvi
Javnaðarflokkurin vil fegin
varðveita virkandi skipan.
Hetta slær Kristian Magn-
ussen fæst, tá Sosialurin
bað hann um eina við-
merking til nýggju pen-
sjónsskipanina.
Kristian
Magnussen sigur, at tað er
beinleiðis vandi fyri, at
solidariteturin í samfelag-
num hvørvur, um eitt tílík
uppskot, sum Sámal Petur í
Grund tosar um, verður til
veruleika.
- Teir breiðastu herðarnir
eiga at bera tí tungastu
byrðuna, og vit síggja
fegnir, at ein kombinatión
av samhaldsfasta og fólka-
pensjón verður til veru-
leika, sigur Kristian Magn-
ussen.
Javnaðarflokkurin kann
sambært Kristiani Magnus-
sen gott taka undir við, at
tey, sum hava ráð at gera
sær dælt av privatum eftir-
lønarskipanum, gera hetta,
men hetta skal ikki hava
nakað samband við lands-
kassan.
Kristian Magnussen sær
somuleiðis aðrar stórar
vansar við einari tílíkari
skipan, sum Sámal Petur í
Grund leggur upp til. Hann
vísir á, at hetta lættliga
kann enda við undirskotið á
fíggjarlógini, nú yvirskotið
er so mikið "lítið". Eisini
vísir hann á vandan, at
hetta kann enda við einum
partabrævaspælið, har van-
ligi lønmóttakarin verður
statistur.
Kristian Magnussen vísir
á, at tað kann hugsast, at
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin
kanska
kundu funnu eitt felagsstev,
tá hesar flokkur hava sýnt
felagseyðkenni
innan
pensjónsøki.
Fólkapensjónin verður strikað
Finnur Helmsdal, Tjóðveldisflokkurin:
– Arbeiðshátturin
verður størsta forðingin
Kristian Magnussen, Javnaðarflokkurin:
– Solidariteturin
hvørvur
Fleiri
seyða-
sýningar
í Suðuroy
Í næstu framtíð verða
fleiri seyðasýinginar
ymsastaðni í Suður-
oynni. Her er talan
um brundlomb.
Teir, sum skipað
fyri seyðasýningun-
um siga, at ætlanin er
at hava allar sýning-
arnar í somu viku.
Tann eini av stig-
takarunum, Eliesar
Poulsen, sigur, at
Ætlanin er at leggja
til brots fríggjakvøld-
ið 19. oktober.
Tað einasta, sum er
greitt, er, at sýning-
arnar í Hvalba og í
Porkeri verða leygar-
dagar, tí har eru so
nógv lomb. Sýningin
í Hvalba verður so-
statt leygardagin 20.
oktober og tann í
Porkeri leygardagin
eftir, tann 27. ok-
tober.
Annars er ætlanin
at hava sýningarnar
fyri lomb á Tvøroyri
og í Øravík, í Hovi, í
Sumba, í Vági hinar
dagarnar í vikuni.
Sýningarnar enda
við
eini
oyggjar-
sýning, sum verður í
Hvalba leygardagin
10.
november.
Á
teirri sýningini verða
øll lombini, sum hava
verið tey bestu á
teimum ymsu sýn-
ingunum
kring
oynna.
Á hesari sýningini
er ætlanin at hava
sýnsmenn
norðan-
eftir.
Á hesum sýniunum
eru tað tey vakrastu
lombini, sum fáa
virðisløn, ikki tey
størstu. Eliesar Poul-
sen sigur, at seyða-
sýningarnar
hava
havt stóran týdning
fyri seyðahald, tí nú
gera menn sær nógv
størri ómak, tá ið teir
velja brundar fyri at
fáa so gott slag sum
gjørligt, eitt nú verð-
ur hugt eftir ullini,
beinunum, hornun-
um og eftir, hvussu
lambið ber seg yvir-
høvur.
Tað var stórur spenn-
ingur á veðrasýning-
ini í Hvalba leygar-
dagin, tí hesuferð
høvdu menn gjørt seg
út at taka kappingina
upp við mannin, sum
nú hevur vunnið í
seks ár á rað
SEYÐAHALD
Áki Bertholdsen
Veðrarnir í Hvalba eru betri
í ár enn teir vóru í fjør.
Tað kundi nokk so skjótt
staðfestast á veðrasýning-
ini, sum var í Hvalba leyg-
ardagin.
Hvalbingar hava nú í
nøkur ár skipað fyri veðra-
sýning um heystið og hesu-
ferð høvdu menn bjóðað 43
veðrar fram.
Tað er áleið talið sum
plagdi vera. hóast tað bert
er ein lítil brotpartur av
teimum veðrum, sum eru í
sóknini, tí tilsamans munnu
einir 600 veðrar verða í
Hvalba og í Sandvík, sum
eru báðar bygdirnar í Hval-
biar Sókn.
Eliesar Poulsen, sum er
ein av stigtakarunum til
veðrasýningina, sigur, at
yvirhøvur heldur hann, at
veðrarnir í ár eru betri enn
teir vóru í fjør.
Í fjør var tað ongin vetur-
gamal veðrur, sum fekk 1.
virðisløn, men í ár vóru teir
seks.
Tað er ilt at siga, hvussu
hetta ber til.
– Árini eru altíð ójøvn,
men yvirhøvur má sigast, at
síðani vit fóru undir veðra-
sýningarnar, er seyðurin
sum heild blivin væl betri
enn hann hevur verið, sigur
hann.
Hann sigur, at tað er týði-
ligt, at menn eru farnir at
gera sær størri ómak, tá ið
teir gera brundar fyri at fáa
so góðan seyð sum gjørligt.
Og tá ið hugsað verður
um góðan seyð, verður ikki
tosað um tyngd.
Tá ið veðrarnir á sýning-
ini verða dømdir, verður
heldur hugt eftir, hvussu
teir síggja út, hvussu bein-
ini eru, ullin, o.,s.fr. Sostatt
snýr tað seg um at hava
tann vakrasta veðrin, heldur
enn tann tyngsta.
Kortini verður eitt serligt
steyp eisini latið fyri tann
tyngsta veturgamla veðrin.
Tá ið steypini vórðu
handað, segði tann eini
dómarin, Petur Karl av
Rana á Tvøroyri, at síðani
ta fyrstu sýningina, er støð-
ið alsamt hækkað og hann
vónaði ikki, at veðrarnir,
sum fingu virðisløn leygar-
dagin, vórðu dripnir, fyrr-
enn teir -sum hann tók til-
“høvdu gjørt sína skyldu”
sum brundar.
Hinir dómararnir vóru
Frits Poulsen úr Sumba og
Óli í Hjøllum úr Porkeri.
Koppaður
Størsti spenningurin á sýn-
ingini var, hvør ið mundi
hava tann tyngsta vetur-
gamla veðrin.
Hetta er sjeynda ferðin,
at kappast eisini verður um
tann tyngsta veðrin.
Øll hini árini er tað sami
maður, Hermund Hentze,
ið hevur vunnið við steyp-
ið, og hann hevur sostatt
vunnið tað seks ár upp í
slag.
Men í ár ljóðaði, at menn
rættiliga høvdu gjørt seg út
uppá at taka kappingina
upp við Hermund Hentze
og at tað vóru nakrir, sum
høvdu gjørt serliga væl við
onkran úrvalsveðr fyri at
koppa hann av trúnuni.
Og tað eydnaðist, men
tað var eisini akkurát.
Tá í allir veðrar vóru
vigaðir, gjørdust greitt, at
tann tyngsta veturgamla
veðrin átti Kristin Jacob-
sen, hann vigaði 102 kilo.
Hetta er eitt lamb, hann
fekk úr Funningi í fjør.
Men Hermund Hentze
var beint í hølunum á hon-
um, tí hann hevði ein veðr,
sum vigaði 99 kilo, so tað
vóru snøgg trý kilo á muni.
Hinvegin var veðrurin hjá
Hermundi betri bygdur enn
tann hjá Kristini, so teir,
sum hava skil fyri seyði,
halda, verða teir flettir, skal
tað ikki vera langt frá, at
tann hjá Hermundi fer at
viga meiri.
Tann tyngsti veðrurin hjá
Kristini var 93 sentimetrar
høgur, 106 sentimetrar um
bringina og mjóryggurin
var 21 sentimetrar.
Tann næsttyngsti hjá
Hermundi var 90 senti-
metrar høgur, 111 senti-
metrar um bringuna og
mjóryggurin var 22 senti-
metrar.
Gamlir kenningar
Annars vóru tað fyri ein
stóran part gamlir kenn-
ingar frá undanfarnu veðra-
sýningum,
sum
fingu
steypini fyri teir vakrastu
veðrarnar.
Veðrarnir vórðu býttir
sundur í tveir bólkar, teir
veturgomlu fyri seg og teir
eldru fyri seg.
Vakrasta veðrin av teim-
um, sum vóru tvey ár og
eldri, átti Vilmund Michel-
sen. Hetta var ein trý ára
gamal veðrur, sum vigaði
104 kilo, hann var 88 senti-
metrar høgur, 113 um
bringina og mjóryggurin
var 23 sentimetrar.
Sami Vilmund Michelsen
átti eisini tann næstvakrasta
veðrin í hesum bólkinum.
Hesin veðrurin var eisini
trý ára gamal, hann vigaði
93 kilo, hann var 86
sentimetrar høgur, 119 um
bringuna og mjóryggurin
var 23 sentimetrar. Trið-
vakrasta átti Eliesar Poul-
sen. Hansara veðrur er fýra
ára gamal, hann vigaði 99
kilo, hann var 87 høgur,
113 um bringuna og 24 um
mjóryggin.
Í bólkinum fyri teir
veturgomlu veðrarnar, átti
Eliesar Poulsen tann vakr-
asta, hann vigaði 85 kilo,
var 84 høgur, 107 um
bringuna og 23 um mjó-
ryggin.
Næstvakrasta átti Pole
Skaalum, hansara veðrur
vigaði 81 kilo, hann var 84
sentimetrar høgur, 104 um
bringuna og mjóryggurin
var 21 sentimetrar.
Triðvakrasti, veturgamli
veðrurin, var tann áður-
nevndi tyngsti veðrurin hjá
Kristini Jacobsen.
Vinnarin síðstu seks árini
er nú koppaður
– Hesuferð eydnaðist tað Kristini Jacobsen at leggja Hermund Hentze. Í seks ár á rað hevur
Hermund átt tyngsta veðrin í Hvalba. Men hesuferð vigaði tann hjá Kristini trý kilo meiri
Hesir fýra eiga vakrastu
seyðirnar í Hvalba. Frá
vinstru eru teir Pole
Skaalum, Eliesar Poulsen,
Kristin Jacobsen og Vilmund
Michelsen. Teir tríggir,
Eliesar, Vilmund og Kristin
fingu tvær virðislønir í part
C
M
Y
K
11
10