Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2009 Kenda modellin Yasmin Warsame kemur í summar til Føroya at ferðast. Hans Fróði Hansen og hon hittust í USA, og hon varð so hugtikin av Føroyum, at hon vildi sleppa hendan vegin at ferðast Vitjan Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Heimskendir tónleikarar og fyrrverandi amerikanskir forsetar og varaforsetar eru millum tey, sum hava vitjað í Føroyum í meira ella minni almennum ørindum. Í summar kemur fyrsta veruliga supermodellin til Føroya at vitja, og hon er ikki lokkað til Føroya við stórum peningaupphæddu, ella tí hon skal framføra nak að. Hon kemur heilt einfalt til Føroya at ferðast. – Vit kennast frá USA, og har er so sjálvandi søgan um Føroyar komin fram. Hon sjálv hevur ein sera spennandi søgu, og hon var eisini hugtikin, tá ið eg greiddi henni frá um Før­ oyar. Hon vildi sleppa hend an vegin at ferðast, og nú hava vit avtalað, at hon kemur til Føroya í summar einaferð. Hon hevur eitt sera fult skema, so vit finna út av tí nú í apríl, nær hon skal koma til Føroyar at vitja, sigur Hans Fróði Han­ sen. – Hetta er bert ein av mongum kendur persónum, sum eiga og skulu koma til Føroyar at vitja okkara oyggjar og síggja okkara ótruligu náttúru og alt tað, sum vit eiga, sigur Hans Fróði Hansen. Hann heldur, at kend fólk kunnu gerast umboð fyri Før oyar úti í heimi. – Jú meira, vit í Føroyum draga somu línu, jú betur og lættari koma vit fram, og har síggi eg sera nógvar møguleikar við fólkum sum Yasmin, sum hevur eitt sera stórt netverk úti í heimi. Hon kann verða eitt umboð fyri Islands of the North ­ Føroyar ­ úti í verð. Persón­ liga haldi eg, at vit eiga kanska ta mest forvitnisliga landið í heiminum, og tað er nakað, sum vit væl liva upp til og selja sum eitt brand, sigur Hans Fródi at enda. Úr Somalia til Vogue Yasmin Warsame var fødd í Mogadishu í Somalia í 1976. Tá ið hon var 15 ára gomul flutti hon til Toronto í Kanada at búgva. Hon læs sálarfrøði og samfelagsfrøði á lærdum háskúla, men í 2000 byrjaði hennara yrkis­ leið sum modell. Tá var hon við barn í fimta mánaði og varð við í myndatøku til ein príslista hjá Sears. Tvey ár seinni – eftir at hava havt nógvar uppgávur í Kanada – var leiðin løgd til París, og stóra gjøgnum­ brotið kom, tá ið hon endaði á forsíðuni á italsku útgáv­ uni av kenda tíðarritinum Vogue. Síðani hevur tað gingið slag í slag, og Yasmin War­ same telist millum tær kend astu modellirnar í Norð uramerika. Hon er knýtt at heimsins kendastu skriv stovu fyri modellir, IMG, og hon hevur verið í kendum bløðum sum Vogue, Elle og Surface. Hon hevur gingið móta­ sýningar fyri tey kendastu merkini ­ millum annað Christian Dior, Jean Paul Gaultier og Dolce & Gab­ bana – og nú er hon eisini dómari í sjón varpsrøðini Canada’s Next Top Model. Super - modell til Føroya Hans Fróði Hansen, sum førir merkið Islands of the North, hevur fingið Yasmin Warsame til Føroya at vitja Navn: Yasmin Warsame Aldur: 32 ár Føðistaður: Mogadishu, Somalia Bústaður: New York, USA Hædd: 178 cm FAKTA Yasmin Warsame er ættað úr Somalia, men fekk fyri sjey árum síðani veruligt gjøgnumbrot sum modell Løgmaður hitti bamsugentur úr Hoyvíkar skúla Eftir skúlatíð fríggjadagin vóru genturnar í fyrsta flokki í Hoyvíkar skúla í build­a­bear­party. Eitt bild­a­bear­party er, tá genturnar hava hvør sína Build a Bear bamsu við, sum tær lata í klæði og annars hjúkla um. Í hesum sambandi vóru tær ein túr úti á Tinganesi, har tær m. a. hugdu eftir sólurinum, sum er rist í helluna fyri eini 4­500 árum síðani. Meðan tær gingu á Saðlingahellu á veg út í Tinganes, var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, so heppin at hitta hesar fittu smágenturnar. Løgmaður slapp eisini við upp á myndina, hóast hann onga bamsu hevði við sær hendan dagin…