týsdagur 10. mars 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2009
5
. ráðgeving, vegleiðing og viðgerð til familjur
við børnum í skipanini,
. sálarfrøðilig kanning og eygleiðing av
børnum,
. tilboð um familjuviðgerð sum samdøgurs-
fyriskipan,
. tilboð til barnaverndartænastur um sálar-
frøðiliga kanning og eygleiðing í sambandi
við meting av foreldraførleika,
. supervisjón til starvsfólk,
. viðvirka í útgreining av børnum í samstarvi
við heilsu- og skúlaverk,
. felags fyrisiting.
Vit sóknast eftir einum leiðara, sum er virkis-
fúsur og kann vísa áræði og myndugleika. Ein
leiðara, sum hevur fyrisitingarligar royndir og
leiðsluroyndir. Fakliga er ynskiligt, at leiðarin
hevur viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú
innanfyri heilsu-, sálar- ella námsfrøði.
Leiðarin kemur at arbeiða í hølum, har so
stórur partur sum møguligt av Børn og
ung-økinum verður savnað, herundir fyrisit-
ingin og kanningar-, ráðgeva- og viðgerða-
uppgávur v.m.
Starvið er lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og yrkisfelag, sum
Fíggjarmálaráðið hevur sáttmála við um
fyrisitingarlig størv.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á tel. 21 54 80, ella 34 64 21.
Talan er um eitt nýtt og sera avbjóðandi og
spennandi starv á einum øki, sum í løtuni er
undir umskipan. Leiðarin verður settur við
tilvísing til stjóran á Almannastovuni og
verður partur av einum fakliga samansettum
og sera spennandi leiðslutoymi.
Leiðarin kemur at hava fakligu og fíggjarligu
ábyrgdina av samlaða virkseminum hjá
Almannastovuni viðvíkjandi børnum og
ungum við serligum tørvi, ið hevur eina
fíggjarætlan á tilsamans knappar 40 mió. kr.
og umleið 170 fólk í starvi.
Tað verður uppgáva leiðarans at standa fyri
verandi virksemi og leiða tilgongdina at
byggja upp, umskipa og menna tilboðini til
børn og ung og teirra familjur. Hetta í tøttum
samstarvi við stjóran á Almannastovuni og
stovns- og deildarleiðarar innan økið. Økið
skal skipast soleiðis, at tilboðini alla tíðina
verða tillagað skiftandi tørvin hjá børnum og
ungum.
Økið Børn og Ung fevnir um allar fyriskipanir
og tilboð á almannaøkinum til børn og ung,
sum landið hevur ábyrgd av. Fyriskipanirnar
fevna um børn og ung, ið hava serligan tørv á
stuðli. Talan er um børn og ung við
likamligum, sálarligum, kensluligum og
sosialum forðingum og trupulleikum.
Børn og Ung fevnir m.a. um:
. bústovnar fyri børn og ung,
. stuðulsfólkaskipan fyri brekað og varandi
sjúk børn,
LEIÐARI
BØRN OG UNG
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Skrivlig umsókn saman við próvskjølum, CV o.ø. skal vera Almannastovuni í hendi
23. mars 2009 kl. 12.00. Brævbjálvin skal hava frámerkið: ”Leiðari Børn og Ung”.
Sendið umsókn til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn.
KREA