Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2009 Hósdagin verð­ur tiltak í Norð­urlanda­ húsinum um framtíð­ Føroya í Evropa. Kaj Leo Johannesen, løgmað­ur, stendur í skránni at vera vertur, og samstundis rindar løgmansskrivstovan 20.000 krónur til tiltakið­. Uttanríkis­ ráð­ið­ er ikki á skránni til ráð­stevnuna, men tað­ rindar somuleið­is 20.000 krónur til til­ takið­ fyri at eygleið­a. Hetta heldur Óli Samró ikki vera løgið­. – Tú betalur eisini fyri at fara í biograf, so hetta er púra náttúrligt Ráðstevna Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Við nøvnum sum Thorvald Stoltenberg, sum í tveimum umførum var uttanríkisráð­ harri í Noregi, og øðrum serfrøðingum innan uttan­ ríkispolitikk og fiskivinnu­ politikk, skipar Óli Samró fyri ráðstevnu í Norður­ landahúsinum hósdagin. Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, sleppur eisini upp í part, har hann setur ráð­ stevnuna og sleppur at tosa um sínar uttanríkispolitisku ætlanir. Á einum setri i Norður­ landahúsinum verður Jørg­ en Niclasen, uttanríkisráð­ harri, sum kanska sleppur at siga nøkur fá orð at enda. Fyri at uttanríkisráðharrin og fýra onnur úr ráðnum á nakran hátt skuldu sleppa við, so mugu skattgjaldarar­ nir lata Óla Samró slakar 20.000 krónur og løgmans­ skrivstovan letur somuleiðis 20.000 krónur fyri síni fimm fólk. Hetta sær Óli Samró ikki sum nakran trupulleika. ­ Eg eri ein privatpersónur, ið skipar fyri eini ráðstevnu við serfrøðingum. Og hví skuldi nakar verið við uttan at gjalda, tá eg havi funnið nakrar serfrøðingar á økinum, spyr Óli Samró. Hann leggur afturat, at hetta er ikki nakað øðrvísi, enn hann plagar at gera, og at hann fegnast um, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil vera við sum vertur, tí tað er ein fyritreyt at hava eina ávísa tign, handan tílík tiltøk. ­ Tá tú fert í biograf skalt tú eisini gjalda fyri atgongu­ merkið, og hevði ráðstevnan verið uttanlands, við so góð­ um fólki, so hevði talan ver­ ið um minst 1000 evrur fyri hvønn áhoyrara, staðfestir Óli Samró. Fínur prísur Kaj Leo Johannesen er sann­ førdur um, at peningurin er væl nýttur. ­ Fyri so stórar kapasitetir er hesin peningur ikki illa latin, staðfestir løgmaður, sum tó er av tí áskoðan, at almennu myndugleikarnir í Føroyum alt ov sjáldan skipa fyri veruligum ráðstevnum. Á sama hátt heldur løg­ maður, at tað er í lagi, at hann setir ráðstevnuna, hóast hann heldur, at tað ber til at spyrja Óla Samró, hví uttanríkisráðið ikki er boðið við. ­ Tá løgmaður verður biðin at seta eina ráðstevnu, so haldi eg tað vera beinleiðis ófólkaligt, um eg ikki sigi ja, greiðir Kaj Leo Johannesen frá. Løgmaður stendur at vera vertur fyri ráðstevnuni, og tí er skjótt at hugsa, at hann er eitt slag av fyriskipara, men tí noktar hann fyri. ­ Hvat fólk nevna meg, leggi eg ikki so nógv í. Um tey hava hug at kalla meg vert ella protector, kann gera mær tað sama, men tað er altso Óli Samró, sum skipar fyri hesi ráðstevnu, sum hevur sera góð nøvn, ið vit kunnu læra nógv av. Ikki smartar idéir Kaj Leo Johannesen leggur somuleiðis stóran dent á, at henda ráðstevnan kann verða sera gevandi, tá talan um vitan innan ES. ­ Hetta er ikki ein ráð­ stevna, har tað handlar um at fáa smartar idéir. Tað handlar um at fáa veruliga vitan, og ikki um at finna sær ein vogn at hoppa uppá, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum heldur eina av orsøkun­ um til, at Óli Samró hevur valt hann at seta ráðstevn­ una, er, at løgmaður hevur arbeitt sera nógv við ES, áðrenn hann kom í politikk. Stjelur ikki fokus Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, leggur tó stóran dent á, at hann ikki skal blanda seg ov nógv upp í uttanríkispolitikkin. ­ Eg havi veruliga sett meg aftan fyri Jørgen Nicla­ sen, tí tað er sjálvandi hann, sum í høvuðsheitum skal úttala seg um uttanríkispol­ itikk, men løgmaður skal eisini úttala seg, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann greiðir somuleiðis frá, at tað er púra vanligt aðrastaðni at mann finnur onkran við tign, at seta eina ráðstevnu, og tá er púra van­ ligt at nýta premierministar­ ar og líknandi. Kostar at úttala seg um uttanríkispolitikk Jóhanna vil ikki Í Íslandi vil tingbólkurin hjá Samfylkingini hava Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra at stilla upp til formansvalið í flokkinum, nú Ingibjörg Sólrún Gísladóttir hevur boðað frá, at hon fer frá sum formaður og tekur seg burtur úr politikki av heilsuávum. Men Jóhanna Sigurðardóttir hevur sagt, at hon ætlar sær ikki at stilla upp til formansvalið, tá Samfylkingin heldur landsfund í døgunum frá 27. til 29. mars. Tað hevur elvt til gitingar um, hvør fer at royna seg, og millum tey nevndu eru Lúðvík Geirsson, borgarstjóri á Hafnarfirði, og Dagur B. Eggertsson, sum er oddamaður hjá Samfylkingini í Reykjavík. Ov dýrt at eta fisk Tað er ikki bara her hjá okkum, at altjóða fíggjarkreppan hevur trýst fiskaprísin niður. Tað sama er hent í fleiri øðrum londum, teirra millum Danmark. Har eru fleiri virkir á landi eisini kominm í trupulleikar, tí tey sleppa ikki av við framleiðskuna. Eitt av virkjunum er Hesselholt Fisk í Skagen, sum letur aftur. Formaðurin í landsfelagnum Dansk Fisk, ið umboðar meiri enn 60 fiskavirkir, Jens Tellefsen, sigur við DR, at góður fiskur er vorðin ov dýrur sum matvøra, nú kreppa er, og tí velja fólk heldur bíligari mat so sum høsnarungar ella kjøt. Hósdagin verður ráðstevna, sum Óli Samró, búskaparfrøðingur, skipar fyri. Ráðstevnan kallast framtíð Føroya í Evropa, har møguleikarnir hjá Føroyum á Evropakortinum verða umrøddir