týsdagur 10. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2009
Missa uppihaldsloyvið
Útlendingar úr londum uttan fyri EBS, sum arbeiða í
Íslandi, kunnu fáa álvarssamar trupulleikar, nú alt fleiri
fólk har gerast arbeiðsleys. Tí reglurnar siga, at missa tey
arbeiðið, missa tey eisini uppihaldsloyvi at vera í Íslandi
og noyðast at fara av landinum. Og hóast tey hava goldið
skatt í Íslandi, meðan tey hava arbeitt har, kunnu tey ikki
fáa almennan styrk. Sambært Útlendingastovuni í
Reykjavík arbeiða 850 fólk úr londum uttan fyri EBS í
Íslandi, og á stovuni ivast tey ikki í, at arbeiðsloysið fer at
raka tey eins væl og íslendingar.
Havísurin hvørvur skjótt
Kanadiski vísindamaðurin Warnick Vincent, sum er leiðari á
teirri serligu norður-deildini á lærda Laval-háskúlanum, sigur,
at havísurin kring Norðpólin bráðnar skjótari enn higartil
hildið. Á einari ráðstevnu í kanadiska tjóðartinginum segði
hann, at hitin í teimum arktisku økjunum veksur skjótari enn
væntað og nógv skjótari, at metingar hjá kanadisku vísindini
hava sagt. Warnick Vincent greiddi kanadisku tinglimunum
frá, at við verandi gongd verður eingin havísur eftir í 2013.
Warnick Vincent og hjálparfólk hansara hava gjørt kanningar á
Hunt Island tey seinastu tíggju árini og savnað upplýsingar
har.
Tryggingarfelagið
Føroyar ætlar at fram
yvir skulu íslendingar
keypa føroyskar
tryggingar í Íslandi.
– Vit vilja keypa eitt
íslendskt felag, og vit
eru ikki bangnir fyri
at fara inn í Ísland,
sigur Gunnar í Liða,
forstjóri
Tryggingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
– Vit vita, at tað er ein
búskapur í botni, men vit
hugsa langsiktað og vænta,
at íslendingar fara at taka
væl ímóti einum felagi,
sum fokuserar upp á trygg-
ingar.
Við hesum orðum greiðir
Gunnar í Liða, forstjóri í
Tryggingarfelagnum Føroy-
ar, frá, at teir ætla at inn á
íslendska tryggingar mark-
naðin.
Síðan fyrst í 2007 hevur
leiðslan í Trygg ingarfe lag-
num Føroyar kannað um -
støðurnar
og
fyrireikað
hetta stigið, og í august
2008 kom verulig gongd á
málið. Fyri tveimum vikum
síðan tók nevndin formliga
avgerð um, at farast skal
undir virksemi í Íslandi.
Hetta varð kunngjørt á
tíðindafundi
á
føroysku
sendistovuni í Reykjavík.
Skulu inn so ella so
Tryggingarfelagið Føroyar
eru støðufastir um at sleppa
inn á íslendska marknaðin.
– Vit hava fýra møguleikar
í at velja. Ein er at vit keypa
eitt íslendskt tryggingar fe-
lag, sum longu er á markn-
aðinum. Tað er møguleikin,
vit helst vilja brúka. Tann
næsti møguleikin at vit
sjálv ir stovna eitt íslendskt
tryggingarfelag, og byrja
frá botni. Triði møguleikin
er at vit gera eina deild í
Íslandi, og fjórði møguleikin
er at vit selja tryggingar
beinleiðis úr Føroyum. Vit
vilja helst keypa eitt ís -
lendskt
tryggingarfelag,
men vit fara inn á marknaðin
so ella so, staðfestir Gunnar
í Liða.
Hava neyðuga
kapitalin
Fíggjarkreppan tykist ikki
verða ein forðing hjá Trygg-
ingarfelagnum
Føroyar.
Hóast móðurfelagið hjá
Trygg ingarfelagnum Føroy-
ar, TF Holding, væntast at
hava eitt úrslit, ið er nógv
merkt av, at virðið á íløgum
er kvinkað niður í næstan
einki, so stendur Gunnar í
Liða fast við, at Trygg ing-
arfelagið er krút sterkt
fíggj arliga.
- Vit vita, at tað er ein
handilslig vandaleið at fara
inn á íslendska marknaðin,
men vit meta at tað fer at
geva avkast. Vit hava neyð-
ugu vitanina og kapitalin,
og vit trúgva at tað fer at
løna seg, sigur Gunnar í
Liða.
Altíð brúk fyri
trygging
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur í løtuni millum 75 og
80 prosent av føroyska
mark naðinum, og leiðslan
met ir tað verða torført at
vaksa munandi um virk-
semið í Føroyum. Tí hava
teir vent eygunum móti Ís -
landi, og er tað enn áhuga-
vert fyri teir hóast kreppu.
– Trygging fer altíð at
vera ein integreraður partur
av infrastrukturinum í ein-
um landi. Hús, bilar, skip
og bátar eru har, og tey
skulu tryggjast, og vit
vænta at íslendingar fara at
taka væl ímóti einum felag,
sum leggur dent á trygging,
heldur Gunnar í Liða fast
við.
Líkir marknaðir
Tryggingarfelagið
heldur
tað eisini vera ein fyrimun,
at tann íslendski og tann
føroyski marknaðurin eru
líkir.
– Vinnustruktururin hjá
teim um líkist nógv tí før-
oyska. Teir hava eina fiski-
vinnu, ið er sera stór, eins
og í Føroyum. Mentanarliga
liggja vit heldur ikki fjart
frá hvør øðrum, og lógar-
messiga eru londini eisini
sera lík, so hetta er ikki
púra fremmant territorium
vit flyta okkum inn á, stað-
festir Gunnar í Liða.
Eingin forðing
úr Íslandi
Føroyska
vinnan
hevur
fleiri ferðir í seinastuni
funn ist hvassliga at Hoy-
víks sáttmálanum, og hava
skuldsett íslendingar fyri at
leggja lógarmessigar snáv-
ing ar steinar fyri føroyingar,
ið ætla sær inn á íslendska
marknaðin. Hetta er tó ikki
nakað,
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur merkt.
– Vit hava møtt stórari
vælvild allastaðni í Íslandi.
Vit hava gott samskifti við
umboð frá tryggingar fe løg-
um, bankum og íslendsku
stjórnini, og teir hava tikið
væl móti okkum, leggur
Gunnar í Liða dent á.
Á innkeyp í Íslandi
Enn er tó eingin avgerð
tikin um, hvat felag skal
keypast, ella hvør leisturin
verður.
– Avgerðin er tikin um, at
vit skulu inn á íslendska
marknaðin, men vit hava
ikki gjørt av hvør leisturin
verður. Hvør tíðarætlanin
er, veldst um hvat vit gera,
men í øllum førum vildi eg
mett, at tað verður innan
eitt ár, sigur Gunnar í Liða.
Hvørt tað verður undir
navn inum hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar ella undir
øðrum navni, er eingin av -
gerð tikin um enn, og heldur
Gunnar í Liða at tað kann
virka
skaðandi,
skuldi
navn ið verið fastsett framm-
anundan.
Vilja taka íslendska
marknaðin
– Vit hava fýra
møguleikar í at velja.
Vit vilja helst keypa eitt
íslendskt tryggingarfelag,
men vit fara inn á
marknaðin so ella so,
staðfestir Gunnar í Liða
Mynd: Jens Kristian Vang