týsdagur 10. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2009
Hvørji rættindini hava
føroyskir pápar, og
hvør er teirra støða,
tá teir ikki búgva
saman við børnunum?
Í næstu viku skipar
Javnstøðunevndin fyri
tveimum tiltøkum um
evnið
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Arbeiðið hjá javnstøðu
nevndini snýr seg ikki bara
um rættin hjá kvinnum. Í
næstu viku skipar nevndin
fyri tiltøkum í Havn og í
Fuglafirði, har rætturin hjá
mannfólkum verður við
gjørdur.
Spurningarnir, sum verða
til umrøðu eru hesir: Hvør
hevur leikluturin hjá pápum
verið fyrr, og hvussu hann
er nú? Hvør er støðan hjá
pápum í Føroyum, tá teir
ikki búgva saman við børn
unum? Og hvørjar reglur
hava pápar at halda seg til í
mun til samveru og foreldra
myndugleika?
Javnstøðunevndin sigur,
at tiltakið hevur til endamáls
at økja um kunnleikan til
páparættindi í føroyska sam
felagnum og til, hvussu
støðan hjá pápum í Føroyum
er í mun til børnini, tá ið
pápin og mamman ikki
búgva saman.
Tey, ið leggja fram, eru:
Jørgen Lorentzen: Leiklut
urin sum pápi og rættindi
hjá pápum í søguligum og
nútíðar høpi. Jørgen Lorent
zen er søgufrøðingur og
granskari
við
Lærda
háskúlan í Oslo.
Lene Moyell Johansen:
Foreldramyndugleiki
og
samvera. Lene Moyell Johan
sen er løgfrøðingur og fulltrúi
hjá Ríkisumboðnum.
Solby Eliasen, journal
istur verður orðstýrari og
tiltøkini í Havn og í Fugla
firði eru ókeypis og almenn
sigur Javnstøðunevndin.
Lýsa rættin hjá føroyskum pápum
Ríkið eigur handlar
Tá íslendska stjórnin gjørdi av at yvirtaka bankan StraumurBurdarrás
Investment Bank, gjørdist íslendska ríkið samstundis handilsrekandi, tí
bankin eigur donsku handilshúsini Magasin og Illum. Straumur yvirtók
Magasin og Illum í síðsta mánað, tá Baugur fór í gjaldssteðg. Ætlanin
var tá at finna ein nýggjan eigara, og nú vildi lagnan tað so, at tað bleiv
íslendska ríkið. Umframt Magasin og Illum átti Straumur eina
handilsketui í Íslandi, leikuhandilin Hamleys, skreytlutahandilsketuna
Goldsmiths, mótahandlarnar Whistles og Jane Norman, mótafyritøkuna
Mosaic Fashion og tað bretska House of Fraser.
Navnið ávirkar lønina
Tað ljóðar kanska ikki serliga sannlíkt, men ein kanning í
Svøríki vísir, at hjá innflytarum hevur navnið týdning fyri,
hvørja løn tey fáa. Kanningin umfatar 641 fólk, sum høvdu
strikað síni afrikonsku, asiatisku ella eysturevropeisku nøvn og
fingið sær svensk nøvn ístaðin fyri. Tað loysti seg fíggjarliga í
hvussu er, tí aftan á navnabroytingina fingu tey í meðal 141
prosent meiri í løn um mánaðin, sigur DR. Niels Westergaard
Nielsen, sum er professari á Handilsháskúlanum í Århus, ivast
ikki í, at myndin er tann sama í Danmark sum í Svøríki.
Tey, sum hava ørindi
í endursýtsluhandl
inum hjá Reyða
Krossi á Bryggju
bakka, koma á læstar
dyr í hesum døgum.
Men tað er bara
fyribils, sigur Suni
Vinther, formaður í
Reyða Krossi
Býarlív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mong munnu fegnast um,
at tað eru heilir fýra endur
nýtsluhandlar í Havn. Men
í løtuni er handilin hjá
Reyða Krossi á Bryggju
bakka læstur, og pappír sett
upp fyri vindeyguni. Á ein
um skelti stendur, at handil
in er stongdur vegna serligar
umstøður og mangul upp á
fólk.
Suni Vinther, formaður í
Reyða Krossi Føroyar sigur
við Sosialin, at handilin er
latin aftur fyribils, tí ávísar
broytingar skulu gerast.
Tey, sum hava rikið
handilin sjálvboðið seinastu
árini, eru nakað fá. Og so er
handilin ov trongur. So her
skulu onkrar broytingar til,
sigur Súni Vinther.
Men hóast tey í løtuni eru
ov illa mannað, er ætlanin
ikki at søkja eftir fleiri hjálp
andi
hondum
í
fyrsta
umfari. Fyrst skal framtíðin
hjá handilinum til viðgerðar
á aðalfundinum hjá felag
num, sum verður tann 22.
mars.
Sambært
formanninum
taka fólk væl undir við end
urnýtsluhandlinum
hjá
Reyða Krossi. Innlating av
vørum er hvønn mikudag
og mikukvøld, men fólk
koma eisini við tingum
hinar dagarnar í vikuni.
Ofta seta tey vørurnar niðri
í bókabúðini á veghæddini,
og hóast tey í Reyða Krossi
eru takksom fyri lutirnar,
hava tey ikki orku til at fáa
lutir til høldar hvønn dag.
Framtíðin hjá handlinum
hjá Reyða Krossi verður
sum
sagt
viðgjørd
á
aðalfundinum
tann
22.
mars, og tá fáa vit helst
meira at vita um hann.
Handilin hjá Reyða Krossi
letur aftur - fyribils
Framtíðin hjá handlinum á Bryggjubakka verður eitt av evnunum á aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroyar tann 22. mars.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tilhaldið
11 ár á
baki
Sjálvan grækarismessu
dag verður opið hús í
Tilhaldinum í Tórsgøtu í
Havn, nú húsið hevur 11
ára føðingardag.
Á Grækarismessu, hós
dagin 12. Mars, hátíðar
heldur Tilhaldið 11 ára
føðingardagin.
Føði ngardagurin byrj
ar kl. 14.00 og skráin er
soleiðis:
Felagssangur
Vælkomin: Jákup
Lindenskov,
nevndarformaður
Felagssangur
Gestarøðari: Ingibjørg
Berg, trivnaðarstjóri í
Tórshavnar Kommunu
Felagssangur
Wanja Petersen, leiðari í
Tilhaldinum sigur, at øll
eru hjartaliga vælkomin
at fáa sær ein drekkamunn
og heimagjørda lagkøku í
kjallaranum og á 1. hædd.
Rd.