týsdagur 10. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 48 - 10. mars 2009
Fekk 20 ára fongsul
Hægstirættur í Afghanistan hevur staðfest, at ein 24 ára gamal
tíðindamaður skal sita í fongsli tey næstu 20 árini, tí hann hevði
verið á alnótini og skrivað út eina grein, sum hann hevði funnið
har, og sum sambært dómsvaldinum var guðsspottandi. Greinin
lýsti, hvørja áskoðan islam hevur á kvinnur og teirra lut í sam
felagnum. Skyldfólk hjá tí dømda eru í øðini um, at dómurin
bleiv staðfestur í hægstarætti, uttan at nakar teirra bleiv kunnað
ur um tað. Heldur ikki verjin hjá tí unga blaðmanninum visti
tað. Blaðmaðurin fekk fyrst deyðadóm, men revsingin bleiv
broytt til 20 ára fongsul, og tað er nú staðfest.
Ikki fleiri pakkar
Tey 16 londini, sum brúka evruna sum felags gjaldoyra,
vilja ikki gera eftir einari áheitan frá USA um at sam
tykkja fleiri hjálparpakkar fyri at styðja búskapin. Tað
sigur JeanClaude Juncker, sum er fíggjarmálaráðharri í
Luksenbourg. Hann var í gjár á fundi við sínar starvsbrøð
ur í hinum evrulondunum, og har var semja um at steðga
á við at lata fleiri pakkar. Lawrence Summers, sum er
búskaparpolitiskur ráðgevi hjá Barrack Obama, forseta,
hevur mæølt øðrum londum til at fremja fleiri tiltøk fyri
at styðja búskapin og at økja eftirspurningin.
Nú Páll á Reynatúgvu
er vorðin stýrisfor
maður í SEV, og aldu
orkuætlanin í Vágum
sær út til at drega út,
er ikki óhugsandi, at
ætlaða alduorkuverkið,
sum skuldi byggjast
við Nípuna, nærhendis
Bøssdalafossi í Vágum,
í staðin verður bygt í
Søltuvík
AlduorkA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað eru eftirhondini fleiri
ár síðan, at almenningurin
gjørdist kunnugur við ald
urorkuætlanina hjá Sewave,
men enn er spaki ikki settur
í, og enn er eingin alda farin
at geva streym inn á netið
hjá SEV.
Í sínari tíð vóru trý upp
skot um, hvar eitt aldurorku
verk kundi byggjast í Før
oyum.
Eitt uppskot var Nípan í
Vágum, nærindis Bøssdala
fossi, annað var Søltuvík í
Sandoy og eitt triðja var á
Eiði.
Sum skilst, stóðu tvey av
hesum uppskotum eftir,
Vágar og Sandoy, sum tey
best egnaðu økini til hetta
alduorkuverk.
Hóast árini eru gingin, og
ES hevur givið tilsøgn um
stuðul til hesa alternativu
orkuverkætlan, er spaki ikki
settu í.
Tað hevur ljóðað, at ætl
anin um at byggja ein veg
fram við Sørvágsvatni og
vestur móti Bøssdalafossi í
sambandi við hesa verkætl
an, hevur møtt so miklari
mótstøðu í Vágum, at verk
ætlanin kanska verður bygd
í Søltuvík í Sandoy í stað
in.
Nú formansskiftið hevur
verið í stýrinum fyri SEV,
sum eigur allan partapening
in í Sewave, og Páll á Reyna
túgvu av Sandi er vorðin
stýrisformaður,
hava
vit
spurt Páll, um hesin tanki er
hugsandi.
Halda fram
Páll veit at siga, at SEVstýr
ið á seinasta fundi, sum var
seinasta fríggjadag, sam
tykti at halda fram við
arbeiðnum at fremja aldu
orkuætlanina í verki.
Eg eri so nýggjur sum
formaður í stýrinum, at eg
enn ikki eri fult kunnaður
um gongdina í Sewaveætl
anini.
Hann vísir á, at enn hevur
nýggja nevndin í Sewave
ikki skipað seg, men tað
verður gjørt á komandi
fundi, og tá fer hann sum
stýrisformaður at biðja um
status í málinum, sum hann
tekur til.
Nei, eg kenni ikki smá
lutirnar í gongdini við lend
isviðurskiftunum í Vágum,
og tí kann eg einki siga um
hetta í løtuni.
Páll sigur seg minnast, at
tá Nípan í Vágum og Søltu
vík í Sandoy vóru søgd at
vera best egnaðu støðini til
alduorkuverk, vóru støðini
mett rættiliga javnt.
Eg haldi meg minnast,
at Nípan og Søltuvík vigaðu
nøkulunda javnt. Kanning
arnar vístu heldur størri
aldumátt í Søltuvík og størri
útbyggingar
møguleikar,
meðan tað var djúpri niður
fyri Nípuna, sigur hann.
Stýrisformaðurin
sigur,
at Sewaveætlanin er eitt
mál, sum SEV og nevndin í
partafelagnum
Sewave,
sum SEV nú eigur fult og
heilt, undir øllum umstøðum
kemur at taka støðu til.
Vit hava nú samtyk, at
haldast skal fram við hesi
verkætlan. Higartil er hon
fyrireikað, og næsta stigið á
leiðini verður so sjálv pro
jekteringin.
Men
fyrst
mugu vit gera status og
síggja, hvar málið liggur.
Stóran týdning
Páll á Reynatúgvi vil ikki
siga nakað um, hvørt hugs
andi er, at alduorku ætlanin
kanska endar í Sandoy í
staðin fyri í Vágum, tá sam
anum kemur, tí sum hann
sjálvur ásannar, so veit
hann ov lítið um málið.
Hinvegin er tað eingin
loyna, at ein slík verkætlan
hevði havt stóran týdning
fyri
Sandoynna,
sum
soleiðis saman við Føroyum
í síni heild eisini hevði
komið á heimskortið innan
alternativa orku.
Stýrisformaðurin vísir á,
at Sewave í dag er eitt sjálv
støðugt
partafelag,
sum
SEV eigur 100%.
SEV átti felagið saman
við einum skotskum orku
felag, men skotar eru ikki
við longur.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at
alduorkuætlanin
hjá
Sewave væntandi fer at
kosta slakar 50 miljónir
krónur, harav ES hevur
givið tilsøgn um einar 11
12 miljónir krónur í stuðli.
Hetta mál hevur gingið
eitt sindur aftur og fram,
men eg haldi, at vit skulu
fáa alduorku ætlanina í eina
fasta legu, soleiðis at vit
kunnu vísa yvirfyri ES og
umheiminum, at vit vilja
fremja hesa verkætlan í
verki. Tað er eisini ein
spurningur, hvussu leingi
vit eiga tilsøgnina hjá ES.
Hann sigur, at nevndin í
SEV metir tað hava stóran
týdning, at arbeitt verður
við at menna varandi orku
keldur, soleiðis at eisini Før
oyar – og í enn størri mun
–
taka
ábyrgd
fyri
umhvørvinum.
Hetta er ikki minst okk
ara partur av alheims
átakinum fyri einum betri
og reinari umhvørvi, sigur
Páll á Reynatúgvu, stýris
formaður í SEV.
Skipanin við alduorku
verkinum snýr seg um
tunlar, sum ganga út í sjógv
in, har orkan frá alduni setir
gongd á turbinur, sum síðan
framleiða streym.
Nú ætlaða alduorkuverkið hjá Sewave við Nípuna í Vágum eftir øllum at døma er komið í ein aldudal, er ikki heilt óhugsandi, at verkið í staðin verður bygt í Søltuvík í Sandoy
- Tað er eingin loyna, at ein slík verkætlan hevði havt stóran
týdning fyri Sandoynna, sum soleiðis saman við Føroyum í síni
heild eisini hevði komið á heimskortið innan alternativa orku,
sigur Páll á Reynatúgvu, formaður í SEV-stýrinum
Alduorkuætlanin verður
kanska flutt í Sandoynna