Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2009 Í juli verður altjóða films­s­kúlin, FISK2009, fyri ung millum 18 og 25 ár í Føroyum. Fýra films­áhugaðir luttakarar úr Føroy­ um fáa møguleikan, og s­økir klippFISK nú eftir luttakarum FilmsFramleiðsla Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo klippFISK leitar nú eftir luttakarum til filmsskúlan, FISK2009, sum verður í summar. Leitað verður eftir fýra føroyskum luttakarum til skúlan, og úr hinum norðurlondunum, Skotlandi og Norðurírlandi koma millum 12-14 luttakarar. Tilsamans verða millum 16 og 18 luttakarar við á films- skúlanum. Harafturat verða fýra útlendskir filmsskaparar við drúgvum royndum frá filmsvinnuni við á films- skúlanum. Teir fara at undir- vísa og framleiða filmar saman við luttakarunum. KlippFISK samstarvar mill- um annað við SamVit, Kringvarp Føroya og aðrar føroyskar og útlendskar stovnar um FISK2009, sum tilsamans verður 14 dagar til longda, frá 6. til 17. juli. Øll búgva og eta saman í Tórshavn teir 14 dagarnar filmskúlin er. Í mars og apríl verða fýra online workshops um filmsgerð, sum luttak- ararnir skulu taka lut í og framleiða ein stuttfilm eftir. FISK2009 er ókeypis fyri luttakararnar. KlippFISK leita eftir føroysku luttakarunum til FISK2009. Øll, sum hava áhuga, eru kunnu senda eina umsókn til martin@ klippfisk.fo, og siga eitt sindur um seg sjálvan. Upplýsast skal navn, aldur, bústaður, møguligar skúla- og filmsroyndir. Haraftum- framt møguleika fyri at síggja filmar framleiddan av ella við umsøkjaranum, ella aðrar viðkomandi royndir. Umsøkjararnir kunnu viðmerka serligan áhuga fyri filmsgerð, til dømis framleiðslu sum heild, leiklist, leikrit, kam- era, ljóð, klipping, sjónleiki ella aðrar sergreinir innan filmsgerð. Seinasta freist at senda umsókn inn er 23. mars. Summarskúli fyri ungar filmsskaparar Eingin munur í Ísrael Forsetin í Sýrialandi, Bashar Assad, sigur, at tað kann gera tað sama, um tað er høgravongurin ella vinstravongurin, sum situr við stjórnarvaldinum í grannalandinum Ísrael. Sambært ísraelska blaðnum Ha'aretz sigur Assad við eitt blað í Sameindu Arabisku Emiratunum, at í Ísrael er annar vongurin ringur og hin uppaftur verri. Men felags fyri báðar er, at teir drepa arabar, sigur forsetin. Hann ger tó vart við, at Sýrialand er sinnað at tingast við Ísrael um eina varandi friðarloysn. Men tað skal vera ein loysn, sum heldur, sigur sýriski forsetin. Funnu hópgrøv í Peru Í Peru eru menn komnir fram á eina grøv við umleið 50 líkum, og tær fyrstu metingarnar siga, at talan er um limir í einum maoistiskum felagsskapi, sum lá í støðugum stríði við stjórnarherin frá 1980 til 2000. Fyribilskanningar vísa, at tey umleið 50 líkini hava ligið í hópgrøvini í umleið 25 ár, og serfrøðingar siga, at talan er helst um fólk, sum hvurvu úr býnum Huanra í juli og august í 1984, tá stjórnarherurin framdi eitt átak har. Umleið 4.000 loyniligar gravir eru funn- ar eftir stríðið millum herin og maoistarnar, sum vardi í 20 ár og kostaði næstan 70.000 mannalív. Børn verða úts­ett fyri harðs­kapi og s­álarligum torturi í nýggjari trúar­ s­amfeløgunum í Danmark, s­igur DR í avdúkandi s­ending. Kendur prædiku­ maður, s­um javnan vitjar í Føroyum, vís­ir s­kulds­etingunum aftur og kallar tær forfylging av kris­tn­ um. Hann væntar, at føroyingar fara at s­tuðla teimum enn meira, og hann kemur aftur til Føroya í næs­ta mánaði at prædika evangelist Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað brýtur í bæði borð hjá trúðarfelagsskapunum Evangelist og Faderhuset, eftir at Danmarks Radio sunnukvøldið hevði drúgva umrøðu av viðurskiftunum í felagsskapunum. Ónevnd fólk greiddu frá ógvusligum hendingum, og serfrøðingar funnust at trúðarbólkunum fyri teirra arbeiðshátt. Serliga vóru umstøðurnar á einari summarlegu hjá Faderhuset ógvusligar fyri børnini, sum vóru við, men eisini felagskapurin Evan- gelist, sum er virkin í Føroyum, stóð fyri skotum. - Eg eri bangin fyri, at tey halda, at eg havi ein illan anda í mær, og so fara tey vaksnu at halda mær fast og rópa í høvdið á mær, segði ein ung genta um Evan- gelist. Sálarfrøðingurin Hanne Hostrup heldur, at tað líkist torturi, tá ið børn verða útsett fyri slíkum ógvu- sligum hendingum. Eftir sendingina hjá DR í gjárkvøldið hevur ein lokal- politikari í Keypmannahavn meldað bæði Faderhuset og Evangelist til løgregluna fyri ágang ímóti børnum. Hetta er forfylging Høvuðsmaður í felags- skapinum Evangelist er Christian Hedegaard. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið møti- røðir, og hann kemur aftur til Føroya at vitja í næsta mánaði. Hann afturvísir øllum skuldsetingunum um, at tey fara illa við børnum í Evangelist. - Hetta er tað mest absurda, sum eg havi hoyrt. Tað er ótrúligt, hvat mann kann verða skuldsettur fyri sum kristin í Danmark, og vit ætla at føra sak ímóti Danmarks Radio. Tað er langt úti, at DR kann leggja okkum undir slíkt, og tí skulu vit royna hetta í rættinum. Hetta er for- fylging av kristnum, sigur Christian Hedegaard við Rás2. - Ekstremar skuldsetingar um, at vit skulu torturera børn, hava einki við veru- leikan at gera. Hetta er bein- leiðis lygn. Vit hjálpa nevni- liga børnum og familjum, sum eru illa fyri, og nógva staðni eru okkara tilboð góðkend av kommunum og amtum, tí tey geva úrslit. Føroyingar stuðla okkum Í fyrstu syftu vóru tey, sum søgdu frá um sínar upplivingar í Evangelist og Faderhuset, ónevnd, men í gjárkvøldið steig ein ung kvinna fram í sendingini Go’ Aften Danmark hjá TV2. Hon stuðlaði upp undir tær søgurnar, sum tey ónevndu høvdu sagt frá hjá DR kvøldið fyri. Hon segði seg sjálva hava upplivað, at vaksin fólk stóðu og róptu í høvdið á henni, tí ein illur andi skuldi rekast úr henni. Men eru umstøðurnar í Evangelist ikki soleiðis, sum fólkini greiða frá? - Nei, avgjørt ikki. Tað er langt úti, at vit skulu verða løgd undir at fremja ágang ímóti børnum. Tað gera vit avgjørt ikki. Vit hjálpa fólki, sum eru illa fyri. Men støðan í Danmark er nú einaferð so, at fólk vita so lítið um kristindómin, at alt sum ikki eitur fólkakirkja er ein sekt, sigur Christian Hedegaard. Nú kemur tú aftur til Føroya at halda møtir í apríl. Skulu føroyingar verða tryggir við at taka ímóti tær eftir hetta? - Eg komi aftur til Føroya, og eg veit, at føroyingar keypa ikki alt, sum kemur úr Danmark. Føroyingar hava eina stolta, kristna traditión, og teir vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt. - Vit hava nógvar góðar stuðlar, og eg rokni við, at føroyingar fara at stuðla okkum enn meira eftir hetta, tí teir vita, at vit standa fyri tí kristna. Eg eri errin av at verða ein kristin, eg standi við mítt, og eg ætli mær ikki at broyta kós. Í summar fáa fýra føroyskir filmsskaparar møguleikan at taka lut í summarskúla fyri ungar filmsskaparar Savnsmynd Evangelist varð stovnað av hjúnunum Karen og Chris- tian Hedegaard í 2000. Endamálsorðingin hjá felagsskapinum sigur soleiðis: Evangelist er ein tvørkirkjuliður missiónsfelagsskapur, sum hevur sum mál at boða evangeliið (tann glaða boðskapin) om Jesus Kristus gjøgnum fyrilestrar, útgávur av bó- kum og tónleiki umframt gjøgnum sosialt arbeiði millum fólk í inn- og útlandi. Evangelist hevur seina- stu árini fleiri ferðir havt møtirøðir í Føroyum, og felagsskapurin kemur aftur til Føroya í apríl mánaði. FAKTA Evangelist fyri hørðum ákoyringum - Hetta er tað mest absurda, sum eg havi hoyrt. Tað er ótrúligt, hvat mann kann verða skuldsettur fyri sum kristin í Danmark, sigur Christian Hedegaard, stovnari av felagsskapinum Evangelist, sum eisini er virkin í Føroyum