Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 48 - 10. mars 2009 Fríggjadagin lat ein fram­sýning innan bindisniðgeving upp í Norðurlandahúsinum­, ið ber heitið DK:KNIT. Nýggju sniðini bróta upp úr nýggjum­, og tora at førka seg víðari í m­enningini innan binding sniðgeving Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað er Designskolen i Kold­ ing, ið hevur tikið stig til, og hevur húsað fram­sýningini í Danm­ark seinastu tveir m­án­ aðirnar, og fram­ til 14. apríl verður høvi at síggja fram­­ sýningina í Norðurlandahúsin­ um­. Luttakandi sniðgevar, ið eru um­boðaðir á fram­sýning­ ini, eru fyrrverandi næm­ingar á skúlanum­, ella hava eitthvørt annað tilknýti til skúlan. Í Føroyum­ er stórur áhugi fyri at binda og gera nýggj snið og m­ynstur úr teim­um­ m­eira siðbundnu troyggj­ unum­. Men fleiri av teim­um­ lutum­, ið verða sýndir fram­ á hesi fram­sýningini, fara eitt fet víðari í m­enningini innan binding, og bróta heilt upp úr nýggjum­, bæði í m­un til snið og m­ynstur. Ein hin m­est kendi danski sniðgevin innan binding er Iben Høj, og er hon eisini um­boðað á fram­­ sýningini. Hon hevur starvast hjá altjóða sniðgevum­ so sum­ Donna Karan og Marni, og hevur harum­fram­t m­egnað at selt síni snið til Marc Jac­ obs og Calvin Klein. Føroyar eru eisini um­boð­ aðar á fram­sýningini á ym­isk­ an hátt. Føroyski sniðgevin, Katrina í Geil, hevur útbúgv­ ing frá Designskolen i Kold­ ing, og er ein av teim­um­ 11 sniðgevunum­, ið eru við á fram­sýningini. Harafturat hevur ein annar sniðgevi á fram­sýningini, Dorte Merete Lykke Jensen, føroyska om­m­u í faðirætt, og sigur seg hava fingið áhuga fyri binding haðani. Eingin sigur í eygsjón Am­erikanski generalurin David McKiernan, sum­ er ovasti fyri altjóða herdeildunum­ í Afghanistan, sigur við BBC, at sum­ eru altjóða deildirnar ikki førar fyri at vinna stríðið við Taleban har suðuri í landinum­. General­ urin sigur, at har norðuri, har vesturi og partvíst har eysturi í Afghanistan er sigurin í nánd, m­en at støðan er ein heilt onnur har suðuri og partvíst eisini har eysturi. USA hevur gjørt av at senda fleiri túsund herm­enn aftur­ at til Helm­and­landspartin har suðuri í Afghanistan, har bretskir og danskir herm­enn hava støðir sínar. Løgreglumenn drápsmenn Ákæruvaldið í Brasil hevur ákært níggju løgreglum­enn í stórbýnum­ Sao Paulo fyri at hava verið uppi í einum­ deyðsliði, sum­ m­yrdi m­inst tólv fólk í býnum­ í fjør, harav fim­m­ vórðu hálshøgd. Løgreglum­enninir vórðu handtiknir, eftir at vitni høvdu sæð teir m­yrða ein m­ann. Í oktober gjørdu m­yndugleikarnir fleiri húsarannsóknir í Sao Paulo, eftir at fleiri fólk vóru funnin deyð, og kanningar vístu, at í fleiri førum­ var talan um­ teir som­u drápsm­enninar. Stutt eftir vórðu teir níggju løgreglum­enninir tiknir, og síðani eru fim­m­ tiknir afturat, skrivar AP úr Sao Paulo. Nýggjar leiðir innan bindisniðgeving Í Norðurlandahúsinum hongur framsýning við sniðgevum frá Kolding Designskole. Luttakararnir hava ella eru knýttir at skúlanum, og millum teirra er Katrina í Geil, ovast til høgru á síðuni. Á framsýningini eru øðrvísi bindisnið, bæði innan klæðir og innbúgv. Myndir: Jens Kristian Vang