Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 10. mars 2009 13 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ellinor Udbø Jensen, ættað úr Tórshavn, búsit­ andi í Ledøje, andaðist hósdagin, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Gladsaxe kirkju fríggja­ dagin 13. mars kl. 11. Kristina Weihe, vanliga nevnd Nina, fødd Jen­ sen, fer til gravar úr Adventistakirkjuni týs­ dagin kl. 13. Jona Joensen, Klaks­ vík, dóttir Onnu Mariu og Rógva Joensen, and­ aðist á Ríkissjúkrahúsin­ um leygardagin, 20 ára gomul. Johan K. Joensen, fyrrverandi sparikassa­ stjóri, Tórshavn, ættaður úr Miðvági, andaðist fríggjadagin, 92 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellin­ um týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minn­ ast Johan, kunnu lata Leguhúsinum í Nesvík eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Dagurin 10. mars. Eðla. Einki halgimenni er við hesum navni, men sipað verður kanska til enska abbadissu Sanktu Etelredu, sum doyði 10. mars í 626. Helst týska navnið Adelheid, ið merkir hin ediliga. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Pouline Katrine Nolsøe Hansen Tórshavn doyði og varð jarðað. Takk fyri alla hjálp, og tøkk fyri sýnda samkenslu, bæði øll tit, sum ringdu og tit mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Stóra tøkk til Hera Joensen, prest, fyri hjálpsemi og góð og troystarrík orð. Familjunnar vegna Bjørg, Synnøva, Haldis og Gunnvør Í dag 10. mars verður móttøka á ellis­ heiminum Norðuri á Skeri í Skopun í sambandi við at Óluva Jensen í Skopun hevur arbeitt 30 ár sum heimahjálpari. Hesi 30 árini, Óluva hevur arbeitt sum heimahjálp, hevur hon tikið sær sera væl av temum gomlu bæði í og uttan fyri arbeiðstíð. Hon hevur ofrað seg fyri tey, ið hava hjálp fyri neyðini. Samstundis hevur hon fingið nógvar vinir fyri lívið í sínum til tíðir strævna og krevjandi arbeiði. Hon hevur verið í skúlanevndini í Skopun og í skúlastýrinum fyri Megin­ skúlan. Hon er eisini virkin limur í Sandoyar Javnaðarfelag. Í mong ár var hon sunnudagsskúlalærari í Bet­ ania í Skopun. Óluva er sera arbeiðssom og er ófør at kokkast og at gera mat til t.d. ervi, brúdleyp og veitslur. Hon er ein av teimum trúføstu, sum altíð minnist til síni nærmastu og er altíð klár við eini hjálpandi hond uttan á nakran hátt at seta seg sjálva í miðdepulin. Óluva er fødd og uppvaksin í Skopun. Dóttir Jac­ob Eli og Jóhannu Hansen, hon er elst av sjey systkjum. Hini systkini eru Janc­y, ið býr á Toft­ um, Elisabeth í Skálavík, Eisinberg í Skopun, Óla Christian á Toftum, Símin í Havn og Eyðvør í Húsavík. Hon er gift við Peturi Jensen úr Skopun, tey fingu trý børn, Leinu, Jákup Eli og Marjun. Leina andaðist í 1977 bert 10 ára gomul. Óluva eigur eisini trý ommubørn, sum hon tekur sær nógv av. - red Óluva Jensen, Skopun: 30 ára starvsdag sum heimahjálpari Tað tynnist út millum bretsku hermenninar, sum bardust fyri frælsa heimin. Nú er enn ein av teimum farin, sum forðaðu fyri, at Nazitýskland vann á land her og trælabant okkum í tí ræðslustýri, sum teir útyntu í at kalla øllum Europa, fra Sicilia til Nordkap og frá Nor­ mandínum til Stalin­ grad Tað var mánadagin tann 4. mars 2009 at Elwyn Grif­ fiths andaðist í Walisiska býnum Wrexham 92 ára gamal, har hann búði mesta av ævi síni saman við før­ oysku konu síni Ragnu, dóttir Gudmund og Ragnu Isfeld. Tey fingu tvey børn, Marion og Malc­olm. Elwyn var sera fryntligur og vinsælur maður, sum dámdi væl at siga frá søgum, og ikki minnst frá tíðini hann var hermaður í Føroyum. Tað var týðuligt, at tíðin hjá honum sum hermaður her hevði havt stóra ávirkan á hann. Eisini var hann ein góður og kærleiksfullur ektamað­ ur, tað merktist hvussu góð­ ur hann var við Ragnu – konuna, og altíð var hann so umhugsin og vildi henni alt tað besta og syrgdi hann altíð fyri, at hon kundi koma til Føroya at ferðast. Vit vóru fleiri ferðir og vitjaðu tey og nutu stóran blíðskap og var Elwin um okkum, og gekk túrar við okkum í grannalagnum, har hann vísti okkum hvussu kolaminuøki blivu plantað til vakrar parkir. Tað kann tykjast at verða einsamalt hjá ungari før­ oyskari gentu at flyta til so fremmant umhvørvi, men her hevði hon góðan stuðul í systrini Ingrid, sum eisini giftist við bretskum her­ manni og býr í Nottingham. Elvyn kom til landið í 1942 saman við nógvum øðrum hermonnum á troppa­ skipi íð legði at í Sørvági. Hann var í Royal Artil­ lery Regiment og í Vágun­ um passaði hann luftverju­ kanónirnar, og var har í umleið 2 ár og var síðani fluttur til Søldafjarðar, har hann kom at passa tær stóru kanónirnar, sum skuldu verja krígsskipini á Skála­ fjørðinum, sum tá var her­ flotahavn hjá bretum. Tað var her í Søldafirði hann kom at møta Ragnu, sum var uppfostrað her hjá Petur Weyhe keypmanni. Sum omanfyri frásagt, so dámdi Elwyn at siga frá hendingunum, sum hann hevði verið úti fyri í Føroy­ um sum hermaður, og haldi eg, at henda søgan er bæði humoristisk, alvorlig og fitt – Elwyn sigur frá: Teir løgdu til bryggju í Sørvági og umborð á skipin­ um vóru útyvir soldatar eisini 3000 sokallaðir “pion­ ers”, tað vóru menn, sum ikki kundu brúkast í herin­ um, herflotanum ella luft­ vápninum, so teir blivu sett­ ir á land her at gera flog­ vøllin, og hann skuldi ger­ ast liðugur og verða flúgvi­ klárur innan eitt ár og sum Elwyn segði, máttu teir arbeiða allar dagar sjálvt í stormi, kava og regni, men teir náddu málinum. Ofta tóku hermennirnir synd í “pionerunum” sum teir stríddust í øllum veðri. Elwyn sigur víðari frá, at tá teir eru komnir á land, vistu teir ikki hvar teir vóru, tí teir høvdu ikki fingið at vita hvar teir skuldu, so teir gittu at teir vóru antin í Noreg ella Ìslandi. Teir stóðu á kajini og bíð­ aðu eftir, at vápnini og ann­ að viðføri skuldu koma uppá land. Meðan teir soleiðis standa vápnaleysir og bíða, kemur ein riðil av uppøstum monnum, vápnaðir við spjót­ um og knívum rennandi móti teimum, og nú vóru góð ráð dýr, tí teir høvdu jú ongin vápn uppi á sær – teir mæla tá hvør við annan: “They dont like us here”­ Men hvat hendir­ teir upp­ østu menninir renna fram­ við hermonnunum og í bát­ arnar. Tað var grindaboð – gott at hermenninir ongi vápn høvdu uppiá sær, tí so kundi mikil orrusta staðist á kajini. Við hesum heldur skemti­ ligu og fittu hending fari eg at lýsa frið yvir Elwyn Griffiths, mín kæra svág. Albert Isfeld Minningarorð um Elwyn Griffiths 85 ára føðingardagur Í dag 10. mars, fyllir Anna K. Vang, Kaldbak, 85 ár. Dagurin verður hildin á Lágargarði frá kl. 16­19 Brúdleyp 25. apríl 2009 kl. 12 giftast í Betesda, Klaksvík: Elsebeth P. Eyðunsdóttir Jac­obsen, Svínoy og Marni Steinberg, Klaks­ vík. Veitslan verður á hotel Norð kl. 16. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg á tlf. 226916 (Elsebeth) ella tlf. 220061/ 287307 (Marni) innan 31. mars 2009.