týsdagur 10. mars 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 48 - 10. mars 2009
Tað var 16. desember í fjør,
at reiðarafelagið fylti 100 ár.
Men ikki fyrr enn tað nú fer
at vára, hildu teir tað vera
hóskandi at halda dagin.
Hann varð hildin seinasta
fríggjadag við móttøku í
listaskálanum
og
seinni
veitslu á Hotel Føroyum, ið
sum tað skilst var væl
eydnað.
Í samband við sjálvan føð
ingardagin høvdu vit í Mið
vikuni tann 10. desember frá
søgn um stovnanina av reið
arafelagnum og tey fyrstu 25
árini hjá felagnum.
Her skal einki av tí takast
upp aftur. Men søgan er
sjálvsagt nógv longri enn
tað. Sigast kann í stuttum, at
øll hesi árini hevur reiðara
felagið saman við manning
um á skipum tess verið grund
arlagið undir samfelagnum.
Her
hava
verið
stór
útsveiggj. Tað hevur verið
sera gott til tíðir fyri síðan
at
enda
í
niðast
í
aldudalinum við stórum
kreppum.
Tað
svárasta
hevur verið øll tey mannalív,
sum eru farin við skipum
hjá limunum, sum tað eisini
hevur verið greitt frá her í
blaðnum.
Blaðstjórin á Sosialinum
var eisini við til móttøkuna.
Sigast kann, at hann á ein ser
ligan hátt er ímynd av søguni
hjá reiðarafelagnum. Lang
abbi hansara Søren Müller,
sum eisini var reiðari og und
angongumaður, var ein av
stovnarunum av felagnum,
og hann var eisini fyrsti for
maður í reiðarafelagnum.
Umftamt hetta var omma
hansara Ebba Müller, ver
dóttir Søren, í fleiri ár ein
virdur formaður í Reið
arafelagnum. Sum Viberg
Sørensen visti á í síni røðu
á móttøkuni, so vóru tað
mannfólkini í Reiðarafela
gnum sum gingu á odda at
geva kvinnum álit!
Ætlanin er seinni at
greiða meira frá hesi megn
arkvinnu.
Tað er eingin ivi um, at
fiskiflotin er í einum aldudali
í løtuni. Men allar royndir
hesi 100 árini hava víst, at
aftaná ringar tíðir koma
góðar tíðir.
Tí er hóast alt grund til at
hava treysti til framtíðina
og at ynskja reiðarafelagnum
góða eydnu framyvir.
Okkara myndamaður Jens
Kristian Vang tók eisini
myndir undir móttøkuni.
ó
Reiðarafelagið:
100 ár við
mótgongd
og viðgongd
Johan Joensen, nevndarlimur í Reiðarafelagnum saman við
fyrrverandi formanninum Osmundur Justinussen
Eyðun Johannesen og Karl Isaksen, stjórnarlimir í fiskimannafelagnum, fáa eitt prát við Jónsvein
Knudsen, nevndarlim í Reiðarafelagnum
Heini Lützen, t.v. frá Lív prátar við Eyðstein Djurhus, formann
í Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
F.v. Eyðálvur Joensen, Hilmar Jan Hansen og Jógvan Jespersen
Olaf Olsen, t.v., gamal nevndarlimur í reiðarafelagnum, saman við formanninum Viberg Sørensen
F.v. Jacob Vestergaard, Andrass Kristiansen, Meinhard Eliassen, Tummas Justinussen og Ólavur Petersen