Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kendi norski aliser­ frøðingurin, Lars Liabø, gav føroyskum laksaalarum topp­ karakter, tá hann miku dagin í farnu viku røddi á stóru norsku fiski vinnu­ stevnuni, North Atlantic Seafood Forum, í Oslo. 450 fólk úr øllum heim­ inum vóru á stevnuni, teirra millum før­ oysk ir alarar og um boð fyri Føroya Banka ALING www.foroya.fo Lars Liabø, sum í mong ár hevur rikið greinarafelagið Kontali Analyse, grundaði rósandi orðini á, at lykla­ tølini hjá føroysku alarunum øll eru sera góð. Føroyskir alarar forvinna í løtuni flestar krónur fyri hvørt laksasmolt. Teir hava megnað at fingið sonevnda fóðurfaktorin í botn, tvs. teir fáa meira burtur úr minni fóðuri, og talið á deyð um fiski samanborið við tal á útsettum smolti er í Føroyum sera lágt. Laksurin, ið verður slakt­ aður í Føroyum, hevur eis­ ini eina vekt, ið er rættiliga høg samanborið við aðra­ staðni, vísti norski aliser­ frøðingurin á. Bakkafrost legði fram Á ráðstevnuni hevði Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­ frost, framløgu um, hvussu føroyskir alarar og myndug­ leikar hava bast stóra ILA­ trupulleikanum, sum at kalla gjørdi av við føroyska laksaaling í 2002 og 2003. Eftir framløguna fekk Reg in Jacobsen nógvar spurn ingar og viðmerkingar frá útlendskum alarum, ið søgdu seg vera ovfarnar av, at føroyingar so skjótt vóru komnir fyri seg aftur, og at føroyskir alarar nú eru bestir í heiminum at ala laks. Regin Jacobsen greiddi for vitnu stevnuluttak arun­ um frá arbeiðinum, ið gransk arar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava gjørt sam an við føroyskum alar­ um at basa ILA­sjúkuni. Teir hava funnið útav, hvussu sjúkan smittar, og hvussu alarar á mest effek­ tivan hátt kunnu fyribyrgja smittuni. Hetta verður gjørt við at brakkleggja firðir millum árgangirnar, hava ein árgang á hvørjum fjørði í senn og annars fylgja veterineru rakstrarreglunum, tá útgerð og fiskur verða flutt. Eisini arbeiða alarar, Havbúnaðar­ felagið og myndugleikarnar tætt saman um tiltøkini at basa sjúku. Stórir trupulleikar í Kili Kilenar dragast í løtuni við ovurstórar trupulleikar av ILA. Kilenski laksaútflutn­ ingurin varð fyri heilt fáum árum síðan spáddur at fara at yvirhála tann norska út ­ flutn ingin, men sjúku­ trupulleikar hava nú við sær, at kilenska framleiðslan minkar 50 prosent í 2009. Norðmenn hava eisini ávísar trupulleikar av sjúku, men ikki so stórar, at tað ávirkar framleiðsluna nevni vert. Norska fram­ leiðsl an veksur væntandi 12 prosent í 2009. Summir norðmenn hava tó nevnt, at norska alivinnan hevur ver­ ið meira heppin enn dugna­ lig ikki at hava verið hart rakt av sjúku. Norðmenn fylgja tí væl við føroyska háttinum at basa sjúku. Prísurin á laksi á heims­ marknaðinum er hækkaður seinastu mánaðirnar, og hann er í løtuni 29 norskar krónur fyri kilo ella knappar 24 danskar krónur. Samlaða heimsfram­ leiðsl an av sonevnda at ­ lants laksinum verður vænt­ andi 1,4 milliónir tons í 2009. Av hesum framleiða norðmenn 830.000 tons, kilenar 200.000 tons, bretar 140.000 tons, kanadiumenn 120.000 tons og føroyingar 45.000 tons. Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Norskur serfrøðingur: Føroyskir alarar eru heimsins bestu Á ráðstevnuni, North Atlantic Seafood Forum í Oslo í farnu viku, hevði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, framløgu um, hvussu føroyskir alarar og myndugleikar hava bast stóra ILA- trupulleikanum, sum at kalla gjørdi av við føroyska laksaaling í 2002 og 2003