týsdagur 10. mars 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 48 - 10. mars 2009
Lloyds nú almennur
Bretska stjórnin eigur nú meirilutan í tí kenda bankan
um Lloyds Banking Group (LBG). Um vikuskiftið
boðaði stjórnin frá, at hon hevur økt sín ognarlut í
bankanum úr 43 prosentum í 65 prosent. Samstundis
hevur stjórnin veitt 260 milliardir pund í trygd fyri
vánalig lán hjá bankanum. Avtalan við stjórnina sigur
tó, at bankin skal sjálvur átaka sær vánalig lán fyri 25
milliardir pund. Lloyds Banking Group varð til fyr í ár,
tá Lloyds TSB keypti bankan HBOS, sum var komin í
álvarssamar trupulleikar av fíggjarkreppuni og hevði
næstan 11 milliardir pund í halli í 2008.
Gjaldsjavni órógvar rentuna
Takkað verði teimum góðu inntøkunum frá oljuni í Norðsjónum og
handilsskipaflotanum hevur Danmark avlop á gjaldsjavnanum.Hetta eru
pengar, sum á hvørjum ári fara beinleiðis í gjaldoyrakassan hjá
Tjóðbankanum. Men lágur oljuprísur og minkandi inntøkur hjá
handilsskipaflotanum gera, at inntøkurnar uttaneftir minka, og tá so er,
veksur trýstið á donsku rentuna, sigur Bo Overvad, búskapartfrøðingur í
bankanum Alm. Brand, við DR. Búskaparfrøðingurin sigur, at danska
rentan kann hækka nógv, um gjaldsjavnin fær hall ístaðin fyri avlop.
Faroe Marine Pro
ducts hevur í fleiri ár
turkað fiskahøvd og
–ryggir til útflutn
ings. Virkið í Leirvík
hevur millum 50 og
60 fólk í starvi, og
framleiðir umleið
10.000 tons av turk
aðum slógvi um árið
ALTERNATIV VINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Søgan hjá høvdavirkinum
gongur væl aftur um sjálvt
høvdavirkið.
– Vit høvdu eitt lýsivirki,
og vit sóu so góðar møgu
leikar í hesum, at vit valdu
at flyta virkið úr Gøtu og
higar til Leirvíkar. Tá so
bygningurin var komin upp
at standa, vóru tíðirnar
vorðnar so mikið góðar, at
vit fingu ikki fatur á meiri
livur, og so máttu vit í holt
við okkurt annað, sigur
Eirikur á Húsamørk, stjóri
og eigari av Faroe Marine
Products.
Bygningurin stóð so har,
og um tað mundið var FMP
við í einari verkætlan, sum
millum annað gekk út upp
á at kanna, hvør rávøra
kundi gagnnýtast. Henda
verkætlan var eitt nú stuðlað
av NORA.
– Vit høvdu gjørt ymsar
royndir við at turka ymiskt,
eisini meðan vit høvdu lýsi
virkið, tí hetta var ein eyð
sýndur møguleiki fyri eitt
virki, sum liggur nakað
burtur frá bygdum øki og
nær við eina góða orku
keldu. Og tá vit so ikki
fingu
meiri
rávøru
til
lýsiframleiðsluna, valdu vit
at leggja á hendan bógvin,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Og júst tað, at høvdavirkið
liggur beint við síðuna av
brennistøðini hjá IRF ger,
at teir kunnu gagnnýta av
lops hitan, sum brennistøðin
gevur frá sær.
– Tað er avgerandi, at vit
kunnu fáa eina orku, sum
ger tað møguligt hjá okkum
at framleiða eina vøru til
Nigeria, har ein miðal dag
løn liggur um einar 10
krón ur. So hóast vit hava
nógvar kundar, er ikki talan
um ríkar kundar, og tí er tað
so týdningarmikið at hava
ein rímiligan orkukostnað.
Saman við einum effek
tivum virki ger tað, at vøran
ikki gerst ov dýr, sigur
Eirikur á Húsamørk.
Fleiri sorteringar
Høvdavirkið víðari fram
leiðir tað, sum fyrr varð
tveitt burtur, tað, sum fyrr
varð rópt fyri slógv. Men
teimum dáma betur at kalla
tað fyri høvd og ryggir.
– Vit hava turkiklivar,
sum vit seta vøruna inn í
fyri at torna. Hetta eru kliv
ar, sum eru teldustýrdir, so
vit kunnu í praksis turka
hvat tað skal verða, sigur
Eirikur á Húsamørk.
Rávøruna fáa teir frá
virkjum kring meginpartin
av landinum.
– Tað er ógvuliga týdn
ingarmikið, at vøran verður
skild, tá hon kemur inn á
virkið. Tá vøran er so
lutfalsliga dýr fyri keyparan
er tað av stórum týdningi,
at hann fær tað, sum hann
rindar fyri, sigur Eirikur á
Húsamørk.
Tað er tí ógvuliga sundur
býtt, hvat goldið verður
fyri. Manglar eitt høvd til
dømis lippuna, hevur tað
ein annan prís enn eitt høvd,
sum hevur lippu. Er ugga
beini upp á er tað aftur ein
annar prísur. Og so fram
vegis.
– Bara eitt toskarhøvd
verður skilt í seks ymiskar
bólkar. Men tað merkir
kort ini ikki, at vit nýta
nógva orku at sortera vør
una, tí ymsu virkini hava
framman undan lagt seg
eftir ávísum framleiðslum,
so høvd og ryggir eru sor
teraðir eftir tí, sigur Eirikur
Framleiða útflutnings
Eirikur á Húsamørk er stjóri og eigari av Faroe Marine
Products