týsdagur 10. mars 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 48 - 10. mars 2009
á Húsamørk.
Tað er eisini ein prís mun
ur á teirri rávøru, sum kem
ur inn á høvdavirkið, antin
talan er um høvd og ryggir
frá toski ella frá upsa, til
dømis. Og tað er eisini
mun ur á, tá vøran verður
seld av høvdavirkinum aft
ur.
Á FMP taka teir ímóti
flestu fiskasløgum, burt ur
sæð frá teimum feitu sløg
unum, so sum kalva, stein
bíti og kongafiski.
– Tað ber ikki til at turka
fiti, tí tað vil treingja inn í
fiskin so hvørt hann verður
turkaður. So tað er ein
fram leiðsla, sum vit heilt
einfalt ikki kunnu framleiða.
So vit turka frá øllum fiska
sløgum uttan teimum feitu,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Hava bygt út
Høvdavirkið
framleiðir
10.000 tons av høvdum og
ryggjum um árið, og meg
inparturin fer til Nigeria.
Men hvat brúka so nigeri
anarar tey turkaðu føroysku
toskarhøvdini til?
– Teir brúka tey í teirri
traditionellu súpanini, sum
verður kallað ugusisuppa.
Og tað er tann ræsti smakk
urin, sum teimum dámar so
væl. Øll hini kryddaríini
hava teir nóg mikið av, so
teir mugu fáa tann ræsta
smakkin aðrastaðni frá, og
tað fáa teir so úr Føroyum.
Nakað fáa teir eisini úr
Íslandi og nakað úr Noregi,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Turkaðu høvdini og rygg
irnir verða pakkaðir í hessi
an sekkir og so fluttir til
Nigeria. Tað skulu vera góð
30 kilo í hvørjum sekki,
sum síðani verða fyltir í
eina bingju. So sølan fer
fram í bingjum.
Høvdavirkið hevur sum
nevnt
tikið
móti
áleið
10.000 tonsum av rávøru
um árið, og teir hava eisini
megnað at havt svørt tøl á
botnlinjuni seinastu árini,
og tað eru teir sera væl
nøgd ir við.
Og virkið skapar eisini
eina rúgvu av arbeiðs
plássum.
– Vit hava millum 50 og
60 ársverk her á virkinum,
sigur Erikur á Húsamørk.
Hann sigur, at teir merkja
sera væl, tá útsving eru í
fiskiskapinum, og tað er
eisini tí, at teir hava gjørt
eina stóra útbygging í sein
astuni.
– Tað hevur verið soleiðis,
at virkið hevur verið í
minna lagi, tá nógv hevur
verið at gjørt, og tá lítið
hevur verið at gjørt, hevur
virkið verið nógv for stórt.
Við hesari útbyggingini
vænta vit, at kunnu byrgja
upp fyri teimum stóru út
svingunum, eisini við teirri
nýggju avtaluni, sum vit
hava gjørt við teir í Klaksvík
við svartkjaftinum, sigur
Eirikur á Húsamørk.
Bjørt framtíð
Stjórin á Faroe Marine
Products sær eisini rættiliga
ljóst upp á framtíðina.
– Ja, vit síggja ljóst upp á
framtíðina. Tað nyttar jú
einki at vera svartskygdur,
so vit royna bara at taka
allar møguleikar, sum eru,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Hann sigur, at teir higartil
hava verið rímiliga einsa
mallir á marknaðinum, og
at kappingin ikki hevur ver
ið hin stóra.
– Nú er so eitt virki aftrat
byrja við hesari fram leiðsl
uni, so nú fáa vit at síggja.
Tað er jú altíð sunt við
kapping, og vit ætla at halda
fram við at arbeiða soleiðis,
sum vit altíð hava gjørt. Vit
vóna, at vit klára at bjóða
somu góðu tænastu, sum
vit altíð hava gjørt, sigur
Eirikur á Húsamørk.
Hann heldur ikki, at Før
oyar eru ein so stór fiski
vinnutjóð í altjóða høpi.
– Upprunaliga ætlaðu vit
bert at gera eitt virki, sum
kundi framleiða hesi 6.000
tonsini, men tá Havsbrún
gavst við at taka móti
slógvi, máttu vit gera eina
heildarloysn, og tískil hava
vit gjørt stórar íløgur í
nýggjar maskinur. So virkið
er nú so væl útbygt, at vit
kunnu taka ímóti øllum
slógvinum í Føroyum, og
tað var eisini meiningin við
útbyggingini, sigur Eirikur
á Húsamørk.
So í løtuni er støðan so,
at virkið er ógvuliga passa
ligt, tá nógvur fiskur er, og
nógv for stórt, tá fiskiskap
urin er lakur.
– Vit hava bygt okkara
virki út til at kunna taka
ímóti øllum tí slógvi, sum
kemur upp á land í Føroyum.
Tað hevur verið av stórum
týdningi at kunna tað, og
tað er eisini tí, at vit hava
útbygt virkið soleiðis. So
vit kundu tikið móti øllum
tí, sum kemur upp á land,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Hann sigur, at fáa teir
ikki alla rávøruna, sum
kem ur upp á land, so mugu
teir hugsa um onnur bein at
standa á.
– Og tað gera vit eisini,
sigur Eirikur á Húsamørk,
stjóri á Faroe Marine Pro
ducts.
Svínabøndur gevast
Fleiri og fleiri danskir svínabøndur velja at gevast. Fráfalllið hevur
ongantíð verið so stórt sum í fjør, soleiðis at seinasta ársskiftið vóru
svínabøndurnir 20 prosemt færri í tali enn eitt ár frammanundan,
skrivar JydskeVestkysten. Jørgen Gram hjá Syddansk
Svinerådgivning sigur við blaðið, at fráfallið í fjør var óvanliga stórt,
men hinvegin ikki óvæntað. Hann vísir á, at í 2013 koma nýggjar
reglur sum svínagarðar, og tær krevja, at nógv av verandi fjósum
mugu umbyggjast. Nógvir bøndur halda ikki, at tað er ein íløga, sum
fer at geva tað neyðuga avkastið, og tí velja teir heldur at gevast nú,
sigur Jørgen Gram.
Fiskivinnublað má spara
Norska fiskivinnublaðið FiskeribladetFiskaren kennir nú sviðan av fíggjarkreppuni og hevur
gjørt av at skarva fimm milliónir norskar krónur av rakstrarútreiðslunum í ár. Nils Torsvik,
ábyrgdarblaðstjóri, sigur við NTB, at inntøkurnar hava verið minkandi. Serliga lýsararnir eru
vorðnir meiri varnir, og tá lýsingarnar hava stóran týdning fyri raksturin, merkist hetta
beinanvegin. Blaðstjórnin sigur, at tað slepst ikki undan uppsagnum, men enn dugir hann ikki
at siga, hvussu nógvar tær verða. NTB skrivar, at øll tey stóru norsku bløðini hava kent sviðan
av fækkandi
lýsingum.
svøru úr slógvi
Faroe Marine Products,
vanliga nevnt høvdavirkið,
tekur ímóti umleið 10.000
tonsum av slógvi um árið
Høvd og ryggir verða turkað í teldustýrdum klivum, sum gera tað møguligt at turka nærum hvatsumhelst
Skiljingin fer í stóran mun fram úti á flakavirkjunum, haðani
FMP keypir sína rávøru
Tað arbeiða um 60 fólk á virkinum, sum er ógvuliga framkomið