Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 vinnan Nr. 48 - 10. mars 2009 Milliardirnar renna úr Oljugrunninum Norski oljugrunnurin ella Statens pensjonsfond, sum hann nú verður kallaður, hevur mist sera nógvar pengar teir seinastu mánaðirnar. Ein nýggj uppgerð hjá Norges Bank vísir, at um mánaðarskiftið januar-februar stóðu 2.101 milliardir norskar krónur í grunninum. Tað var 171 milliardir krónur minni enn nýggjársaftan, skrivar NTB, so við øðrum orðum misti grunnurin 5,5 milliardir krónur um um dagin í januar. Norges Bank sigur, at tann 31. januar var grunnurin á leið líka stórur sum tann 31. oktober í fjør. Rætt at flyta til Póllands Leiðslan í Royal Greenland Seafood tók ta røttu avgerðina, tá hon gjørdi av at flyta ein part av virkisemi felagsins úr Danmark til Póllands. Tað sigur stjórin, Christian Nielsen, við Ritzau. Hann sigur, at í Póllandi er stutt til tann veksandi eysturevropeiska marknaðin, og haraftuat kemur tað lága lønarlagið í Póllandi felagnum væl við. Sambært stjóranum liggur tímalønin á polsku deildini um 40 krónur, og minstalønin er 2.300 krónur um mánaðin. Christian Nielsen sigur, at tað kostaði Royal Greenland pengar at vera í Danmark, og tí bleiv virksemið flutt. DONG Energy og Siemens, sum eru millum heimsins fremstu á hvør sínum øki, hava skrivað undir heimsins størsta sáttmála um havvindmyllur, sum skulu setast upp ymsastaðni í Norðurevropa Orka Árni Joensen arni@sosialurin.fo Sambært sáttmálanum skal Siemens Energy Sector gera upp til 500 havvind- myllur til DONG Energy. Samlaða framleiðsluorkan verður upp til 1800 mega- watt. Nær tær einstøku verkætlaninar verða settar í verk er ikki greitt enn, tí fyrst skulu góðkenningar og onnur viðurskifti fáast upp á pláss. Tað er tó greitt, at tær upp til 500 vind myll- urnar skulu setast upp á sjó num ymsastaðni í Vestur- evropa. Vindmyllurnar verða 3,6 megawatt hvør eins og tær havvindmyllurnar, sum DONG hevur sett upp á Burbo Bank í Liverpool- víkini í Onglandi og tær, sum felagið er í ferð við at seta upp í Gunfleet Sands í Onglandi. DONG og Siemens eru leiðandi fyritøkur, tá talan er um at gera havvindmyllur og at reka tær, og fyri tøk- urnar hava samstarvað í mong ár. Í 1991 gjørdu DONG og Siemens ta fyrstu havvindmyllulundina í Vinde by í Danmark, og síðani hava tær samstarvað um fleiri verkætlanir við havvindmyllum so sum í Middelgrunden við Keyp- mannahavn, Nysted í Suð- urdanmark, Burbo Bank og Gunfleet Sands í Onglandi, og annað stig av Horns Rev vestan fyri Esbjerg, sum er í gerð. Fremst á økinum DONG hevur bygt umleið helmingin av teimum hav- vindmyllulundum, sum eru í rakstri kring heimin. Fe - lagið hevur sett sær fyri at styrkja sína støðu innan var andi orku uppaftur meiri, og í so máta má tað sigast at vera eitt týðandi stig, at felagið nú hevur skriv að undir heimsins størsta sáttmála av sínum slagi, sigur stjórin í DONG Energy, Anders Eldrup, við fjølmiðlarnar. Í Siemens eru tey eisini sera fegin um samstarvið við DONG og tann stóra sáttmálan, sum eisini styrkir støðu felagsins á vind- mylluøkinum. – Sáttmálin við DONG er ein av teimum størstu, sum Siemens nakrantíð hevur skrivað undir. Saman við DONG hava vit tikið eitt risastórt stig til at menna vindmylluídnaðin og mark- n aðin fyri havvindmyllum, sum kanska er tann tøkni innan varandi orku, sum hev ur tann størsta vøksturin, sigur René Umlauft, stjóri í Renewable Energy-deildini í Siemens Energy, í sam- bandi við tann nýggja sátt- málan. Siemens í Danmark hevur boðað frá, at tann nýggi sáttmálin fer ikki at geva fleiri dønum arbeiði hjá fyri tøkuni. DONG gjørt heimsins størsta sáttmála um havvindmyllur DONG Energy DONG Energy er ein av teimum støsrtu orkufyritøkunum í Norðurevropa og hevur høvuðssæti í Danmark. Virksemið hjá fyritøkuni er at útvega, framleiða og at selja orku og útgerð í Norðurevropa. Umleið 5.500 fólk arbeiða hjá fyritøkuni. Umsetningurin í 2008 var 60 milliardir krónur. Tað eru vindmyllur sum hesar á Burbo Bank í Onglandi, sum DONG hevur bílagt frá Siemens Mynd: DONG Siemens Energy Siemens Energy Sector er fremst á sínum øki, tá tað snýr seg um orkuframleiðslu, orkuflutning og orkusølu og um at flyta olju og gass. Umsetningurin hjá Siemens Energy Sector í 2008 var 148 mmilliardir krónur, samstundis sum felagið fekk bíleggingar fyri góðar 200 milliardir krónur. Tann 30. september í fjør var starvsfólkatalið 83.500. Anders Eldrup er forstjóri í DONG Energy Mynd: DONG