Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 48 - 10. mars 2009 alternativ vinna Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tá Tavan varð sett á stovn í 1994, var tað í ringastu krepputíð í Føroyum. – Tá fingu vit ikki loyvi til at framleiða traditionellu framleiðslurnar, og tí løgdu vit okkum eftir at framleiða vørur úr gulllaksi. Og so hava vit eisini øll árini tikið móti rognum, sigur Ingvard Joensen, sum er ein av eig­ arunum av Tavuni. Og tað hava teir so gjørt øll árini. – Tey fyrstu árini var tal­ an um smáar nøgdir, men frá um 2000 og úteftir var talan um rættiliga stórar nøgdir, millum 1000 og 2000 tunnur, sigur Ingvard Joensen. Rognini verða saltað í tunn ur til svenska markn­ aðin. – Har verða tey roykt á onkran hátt, sum eg ikki kenni, og so verða tey koyrd í tubur. Svenskarum dáma væl tað, sum verður kallað kaviar, og tað fáast fleiri ymisk sløg. Hetta verður fram leitt bæði í Noregi og Svøríki, og tey rognini, sum koma frá okkum, enda í tub um, sum verða nevnd Kallis Kaviar, sigur Ingvard Joensen. So at siga øll rognini, sum Tavan tekur ímóti, fer til útflutnings. Tó er tað so, at tá tað nærkast gýting, gerast rognini vatnutt, tað, sum vanliga verður kallað sjórogn. Tey verða so skild frá og fryst og síðani seld til Kovan, sum Tavan hevur eitt gott samstarv við. Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu nógv kemur upp á land av rognum. – Árini frá 2000 og nøkur ár fram, tá prísurin var góð­ ur, komu nógv rogn upp á land, men eg haldi sjálvur, at húkabátarnir taka øll rogn ini, stórt sæð. Trol ar ar­ nir hava fingið kryvji­ maskinur seinnu árini, og har kemur so at siga einki av rognum upp á land frá teimum, sigur Ingvard Joen sen. Hann hevur ongantíð sjálv ur verið við skipi, sum hevur kryvjimaskinu, men sum skilst ber ikki til at taka rogn, tá kryvjimaskina verður nýtt. – So vítt eg havi skilt, knús ar kryvjimaskinan all­ an innvøl og harvið eisini rognini, so áðrenn man hev­ ur megnað at ment eina kryvjimaskinu, sum klárar at útskilja rognini, verður nokk trupult at fáa rognini upp á land frá teimum skip­ unum, sigur Ingvard Joen­ sen. Stutt vertíð Tey fyrstu árini, tá teir leig­ aðu virkið undir kreppuni, hevði tað nokk so nógv at siga fyri virkið, at kunna taka ímóti rognum. – Tá lá úrslitið um null, og tað var kanska ikki so nógvur peningur í krónum og oyrum, men sum pro­ sent partur av úrslitinum hevði tað týdning. Men taka vit árið í fjør, so hava vit keypt eini 40 tons av rogn­ um, eini 1800 tons av upsa og 7000 tons av gulllaksi, so rognini útgera bert ein lítlan part av samlaða talin­ um, sigur Ingvard Joensen. Toskarogn verða mett sum tey bestu, men tað eru kortini ikki bert hesi rogn­ ini, sum Tavan tekur ímóti. – Nei, vit taka ímóti øll­ um rognum so at siga. Eg dugi ikki at siga, um munur er á góðskuni á lidnu vør­ uni, men prísurin er lægri fyri upsarogn. Tó, sum góðska, tá vit síggja tað her á virkinum, er eingin munur á, sigur Ingvard Joensen. Hann dugir ikki at siga, um tað kundi verið skaptur ein marknaður fyri rognum í Føroyum uttan um tað, sum Kovin kann taka ímóti. Rognaknettir eru ikki eins vanlig sum fiskaknettir, men sum er finst eingin mark naður fyri hesum í Før oyum. Í dag telur rognafram­ leiðslan ikki so nógv í tí samlaða umsetninginum hjá Tavuni, men teir halda Færri rogn enn vanligt í ár Rognini verða saltað í tunnur, og síðani verða tey útflutt til Svøríkis, har tey enda sum Kallis Kaviar í tubum Rognini verða skild, og sjórognini seld til Kovan. Tey bestu og heilastu rognini verða single-fryst og seld til Spania fyri besta prísin Besta árið tók Tavan ímóti 2000 tunnum av rognum. Í ár er nøgdin munandi minni Líka síðani Tavan byrjaði virksemi sítt, hava teir tikið móti rognum í Leirvík. Summi ár hava teir fingið einar 2000 tunnur upp á land, men í ár sær einki serligt út. Tavan er annars kend fyri sína gulllaksaframleiðslu, og er størsti fram­ leiðari av sínum slag í heiminum Færri keypa skinnvørur Almenna grønlendska skinnvirkið Great Greenland fekk ikki tað ætlaða úrslitið, tá fyritøkan tók lut á skinnamessuni í Keypmannahavn í síðsta mánað. Sermitsiak skrivar, at tað gongst so illa hjá Great Greenland at sleppa av við sínar vørur, at á messuni seldi fyritøkan bara góð 60 prosent av tí, sum hon seldi á messuni í fjør. Henrik Estrup, stjóri, sigur við blaðið, at hann hevði væntað minni sølu, nú kreppa er. Great Greenland hevur meiri enn 150.000 skinn á goymslu í løtuni. Tað er væl meiri enn vanligt, men kemst av, at eftirspurningurin er minakður nógv síðani í fjør. Oljuvinnan órógvar rækjuvinnuna Fiskimenninir í Suðurnoregi eru misnøgdir við, at teir ikki eru tiknir við upp á ráð, nú avgjørt er at leggja eina gassleiðing frá Kårstø í Rogalandi, haðani fram við strondini og so til Jyllands og Svøríkis. Fiskimenninir siga, at gassleiðingin kemur at liggja tvørtur um nakrar av teimum bestu rækjuleiðunum í Skagerrak. Almenna felagið Gassco skal leggja gassleiðingina fyri norsk og altjóða feløg. Gassco hevur fingið eina meting av avleiðingunum av kaðalinum og hevur sent hana til hoyringar, skrivar NTB.