Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 48 - 10. mars 2009 lív í hesum partinum av virk seminum kortini, fyri at halda sambandið við svensku keypararnar við­ líka. – Vit arbeiða ikki hvønn dag við rognum, og tá tað er, arbeiða sum oftast tvey fólk, onkuntíð fýra við hes­ um, sigur Ingvard Joensen. Vertíðin fyri rogn er nú, tíðliga um várið. – Vit síggja longu, at rogn ini byrja at blíva sjó­ rogn, serliga toskarognini. Og tað haldi eg sjálvur er nokk so tíðliga. Vit plaga at siga, at um hálvan mars byrja vit at síggja sjórogn í toskarognunum serliga. Upsin er ein mánað fyrri, og vit byrja at fáa tey fyrstu rognini um hálvan januar mánað, og longu hálvan februar byrja tey at gerast sjórogn, og hálvan mars toskarognini, sigur Ingvard Joensen. Støðug framleiðsla Hann sigur, at virkið er ført fyri at taka ímóti nógv meiri av rognum, skuldi tað ver ­ ið. – Nú nevndi eg, at vit út ­ flyta so at siga alt til Svø­ ríkis, men vit hava eisini tik ið nakað av teimum pen­ astu og heilastu rognunum burtur úr, og tey eru so single­fryst. Tað hevur verið selt til Spania, og tað er so nógv tann besti prís­ urin, vit fáa, men tað er ein ógvuliga lítil partur av rognunum, sum er heilur, sigur Ingvard Joensen. Tá talan er um avsetning, hevur Tavan flutt út 2000 tunnur av rognum, tá tað var upp á tað mesta. Men svenska fyritøkan, sum keypir frá Tavuni, brúkar mangt slíkt av rognum um árið. – So vítt eg veit, liggur tað um 22000 tunnur um árið, so tað er rúm fyri mun andi størri útflutningi. Vit kundu tikið ímóti mun­ andi meiri rognum, og besta árið fluttu vit út fram ímóti 10% av teirri rávøru, sum svenska rognafyritøkan fram leiðir, sigur Ingvard Joen sen. Hin forkunnuga fram­ leiðslan hjá Tavuni hevur síðan byrjan verið gulllaksa­ fars. Eisini tað byrjaði í smáum og hevur vaksið seg til stóra framleiðslu. – Fyrsta árið tóku vit móti 1000 tonsum av rá ­ vøru, 2000 tons tað næsta árið, og soleiðis hevur tað vaksið alla tíðina. Men hesi seinastu árini síðani 2000 hevur tað ligið millum 6000 og 8000 tons, so tað vísir seg at vera stabiliserað har, sigu Ingvard Joensen. Tað eru trý pør, sum fiska gulllaks, og tríggir av bát­ unum landa til Tavuna. – Stjørnan og Polarhavn hava verið við alla tíðina, heilt frá byrjan av, og Eyst­ urbúgvin og Vesturbúgvin somuleiðis. Flestu árini hava teir arbeitt gulllaks aðra staðni eisini, eitt nú á Bakkafrost, í Klaksvík og umborð á skipum. Men vit hava havt trý av skipunum at landa til okkara fast, og tað eru Stjørnan, Polarhav og Eysturbúgvin, sigur Ing­ vard Joensen. Hini trý skipini landa so í Vestmanna, har gulllaksur eisini verður arbeiddur í løtuni. Tað merkir so, at Tavan fær helmingin av gull laksinum, sum verður landaður í Føroyum. Sær gott út Framleiðslan av gull laks­ inum hevur øll árini verið hin sama. – Vit framleiða fars burt­ ur úr gulllaksinum. Noregi er nógv tann størsti markn­ aðurin, skjóti upp á eini 70% av framleiðsluni. Rest­ in er nøkurlunda javnt for­ deild millum Svøríki, Dan­ mark, Skotland, Ongland, Írland og Føroyar. Vit selja eini 40 tons av gulllaksafarsi í Føroyum um árið, sigur Ingvard Joensen. Gulllaksa vertíðin byrjar vanliga eftir hálvan apríl og heldur á út í oktober. Men tað er kortini ikki bert rogn og gulllaksur, sum verður virkaður á Tavuni. – Høvuðsarbeiðið í løtuni er upsi. Rognaarbeiði er mest sum bara við síðuna av, og vit hava arbeitt upsa so at siga hvønn dag síðani vit byrjaðu, og tað eru eini 40­50 fólk til arbeiðis, sigur Ingvard Joensen. Rávøran kemur so gott sum øll beinleiðis frá skip­ unum. – Meginparturin av rávør­ uni kemur frá Stjørnini og Polarhav, ið eru skip, sum eru heimahoyrandi í Leir­ vík, sigur Ingvard Joensen. Men hvussu sær so út við rognum og gulllaksi fram­ eftir? – Tað er ringt at spáa um framtíðina. Fiskaríið dugi eg slett ikki at meta um, men tað sær út til, at mark­ naðurin, sum vit hava fyri gulllaksafars, er rættiliga støðugur. Vit eru nærum teir einastu í heiminum, sum framleiða gulllaksafars, og hava stórt sæð allan marknaðin sum hann er, sigur Ingvard Joensen. Tavan er sostatt tað virk­ ið, sum framleiðir mest av gulllaksafarsi í heiminum. – Jú, tað er so. Vit fram­ leiddu 7000 tons av ráfiski í fjør, og eg trúgvi ikki, at samlaða framleiðslan kem­ ur upp á 10.000 tons. Og tað fer til Noregi. Tað er ein ógvuliga serligur marknaður rundan um hjá okkum, og vit sita stórt sæð einsamallir á marknaðinum, so í tann máta sær tað rættiliga gott út, sigur Ingvard Joensen, ein av eigarunum av Tavuni í Leirvík. Ingvard Joensen er ein av stovnarunum og eigarunum av Tavuni. Hann hevur verið við øll árini, men rognaframleiðslan nú er bert ein viðfáningur fyri at halda lív í samstarvinum við sviar Seldi síl uttan loyvi Matvørueftirlitið í Ålesund í Noregi kannar nú viðurskiftini í sambandi við, at fyritøkan West Products AS hevur selt 22 tons av frystum sílum til Týsklands, hóast sílini ikki vóru góðkend sum útflutningsvøra. Sambært ABC Nyheter gjørdi tann týski innflytarin vart við seg, tá hann sá, hvat tað var, sum hann hevði keypt og fingið. Matvørueftirlitið í Ålesund kanna nú, hvat varð av sílunum, og harumframt kannar eftirlitið, um talan var um fleiri enn hendan eina handilin, sum er greitt brot á reglurnar um fiskaútflutning, skrivar ABC. Bara eitt kópaskip Ætlanin var, at fýra norsk skip skuldu fara at veiða kóp í Vesturísinum í ár, men nú er greitt, at bara eitt skip fer avstað. Sambært NRK halda reiðararnir á hinum trimum skipunum, at tann almenni studningurin til kópaskipini er ov lítil, og at veiðan fer at geva hall, verður studningurin ikki størri, enn hann er. Teir vísa á, at í fjør var bara eitt skip á kópaveiði, og hóast tað fekk 1.260 kópar og 3,2 milliónir krónur í studningi, gav veiðan fleiri hundraðtúsund krónur í halli.