Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 48 - 10. mars 2009 - Eg fari at stuðla undir nýhugsan, førleikamenning, taka lut í gransking eins og stuðla undir lendis-og náttúrurøkt, soleiðis at vit í landbúnaðar- vinnuni við stoltleika kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond. Málið er at tryggja okkara landi og fólki góðan føroyskan mat- og landbúnaðarvørur, sigur Bjørn Patursson, nýggjur búnaðarstjóri Landbúnaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Við móttøkuna á Búnað­ arstovuni Frammi í Dali í Kollafirði, har almenn­ ingurin fekk høvi at hitta nýggja búnaðarstjóran og starvsfólkið á stovninum, greiddi Bjørn Patursson í stuttum frá sínum visjónum í nýggja starvinum. Hann ásannaði tó, at nú fyrsta tíðin hjá honum er ein royndartíð, arbeiðir hann sum óður til tess at prógva, at tey, sum standa aftanfyri setanina av sær sum stjóra, ikki skulu angra sína avgerð. ­ Eg skal lova tykkum, at um lív og heilsa verður, fari eg ikki at helma í, fyrr enn eg havi rokkið – í øllum førum – nøkrum av mínum málum, sum eg legði fyri setan­ arbólkin undir tilgongdini fram ímóti starvssetanini. Bjørn og visjónir Nýggi búnaðarstjórin segði, at hann loyalt fer at halda fram við at menna festi­ skipanina til frama fyri vinnuna og politiska myndugleikan. ­ Eg ætli mær at menna ráðgevingina, soleiðis at vinna og myndugleiki til eina og hvørja tíð fáa holla ráðgeving og haldgóðar upplýsingar at byggja fram­ tíðina á. Bjørn segði, at hann vil arbeiða fram ímóti at menna royndarvirksemið, ymisku vinnupartarnar sum eitt nú seyðahald, sláturneyta­og mjólkneytahald. Fyrrverandi formaðurin í Bóndafelagnum og festari í Koltri gjøgnum seinastu 15 árini hevur eisini visjónir um nýhugsan. ­ Sum búnaðarstjóri fari eg at stuðla undir nýhugsan, førleikamenning, taka lut í gransking og stuðla undir lendis­og náttúrurøkt. Mál­ ið er, at vit í landbúnað­ arvinnuni við stoltleika skulu kunna samanbera okkum við onnur framkom­ in lond, eins og vit skulu kunna tryggja okkara landi og fólki góðar føroyskar mat­og landbúnaðarvørur. At geva tol Á móttøkuni Frammi í Dali í Kollafirði fríggjadagin heitti nýggi búnaðarstjórin á aðalstjóran í Fiskimála­ ráðnum, landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, starvs­ fólk, viðskiftafólk, vinir og familju um at geva tol við sær hesa fyrstu tíðina, sum hann tók til. ­ Gevið mær loyvi til at gera mistøk, tí eg læri av teimum. Gevið mær hug­ skot og positivan íblástur. Tit vita, at eg havi hjartað á røttum stað! Bjørn Patursson vísti á, at tó at Búnaðarstovan er ein almennur stovnur, fer hann at loyva sær at seta síni fingramerki á stovnin – positiva vegin, har tað er møguligt. ­ Eg fari at royna at halda bæði beinini á jørðini og at vera realistiskur, men eg loyvi mær at hava visjónir og at arbeiða kreativt. Eyðmjúkur stjóri Nýggi búnaðarstjórin duldi ikki fyri, at hann er ómeta­ liga eyðmjúkur, men eisini Føroyar skulu hava ein blóm- andi landbúnað - Eg eri ómetaliga eyðmjúkur, men eisini stoltur av at vera settur í starvið sum búnaðarstjóri, sigur Bjørn Patursson, sum her stendur undir liðini á landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard Mynd: Jens Kr. Vang - Eitt av mínum málum er at menna royndarvirksemi, ymisku vinnupartarnar í eitt nú seyðahaldi, sláturneyta-og mjólkaneytahald, sigur Bjørn Patursson Mynd: Jens Kr. Vang Oljuprísurin skal upp Alt bendir á, at oljan fer at dýrka í næstum. Sunnudagin hittast umboð fyri OPEC­londini til fundar í Wien at um­ røða støðuna á oljumarknaðinum, og sambært Bloomberg Service bendir alt á, at tey fara at semjast um at trýsta oljuprísin eitt sindur upp. Sambært keldunum hjá tíðinda­ stovuni kunnu vit rokna við, at prísurin á ráolju fer upp um 50 dollarar um einar tveir mánaðir. Seinasta summar reyk oljuprísurin heilt upp í 147 dollarar, men fall so aftur og var um 35 dollarar um ársskiftið. Tað er sambært OPEC og lírið, og tí skal prísurin nú trýstast uppeftir. Skattasemja hóttir fiskavirki Fleiri danskar verksmiðjur hava vent sær til stjórnina og kært sína neyð, nú stjórnin og Danski Fólkaflokkurin eru vorðin samd um at hækka ymisk avgjøld á orkunýtslu. Millum fyritøkurnar, sum mótmæla, er fiskamjølvirkið 999, sum hevur høvuðssæti í Esbjerg, og sum er eitt tann størsta í Norðurevropa. Í mótmælinum sigur virkið, at tað nýggju orkuavgjørdið fer at raka fyritøkuna so meint, at hon kanska verður noydd at gevast. Sambært JydskeVestkysten hevur umhvørvisnevndin hjá Fólkatinginum umrøtt mótmælið, sum nú skal viðgerast í flokkunum.