týsdagur 10. mars 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 48 - 10. mars 2009
Bjørn Patursson (51 ár)
Hjúnafelagi: Lükka Patursson
Børn: Malan og Kára
Læra: Kartni Winther (heilsølumaður)
Arbeiðsroyndir: (Carl W. Weihe/1979-1984)
Útbúgving: Merkonom í grannskoðan
Størv: MBM (fíggjarleiðsla/ 1984-1994)
Festari í Koltri (15 ár)
Formaður í Bóndafelagnum (1996-2008)
Búnaðarstjóri: (1. januar 2009)
FAKTA um Bjørn Patursson
errin av, at setanarbólkurin
peikaði á seg til hetta
tignarliga
og
spennandi
starv, sum hann segði seg
vóna at kunna liva upp til.
- Eg vil, at hvørki aðal-
stjórin í Fiskimálaráðnum,
Rógvi Reinert, ei heldur
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum, Jacob Vester-
gaard, skulu angra setanina
av mær, og eg vil enn eina-
ferð takka teimum fyri tað
álit, teir saman við setanar-
bólkinum hava víst mær,
segði Bjørn Patursson.
Tá móttøka var á Búnað
arstovuni Frammi í Dali í
Kollafirði seinasta fríggjadag,
greiddi nýggi búnaðarstjórin,
Bjørn Patursson, frá, hvussu
Búnaðarstovan er vorðin til,
sum tann stovnur, hon nú er
Landbúnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørn Patursson vísti á, at hin 1.
januar í 2005 varð Føroya Jarðarráð
avtikið og býtt í tveir stovnar.
- Búnaðargrunnurin, sum serliga
umsitir peningaligu síðuna av Jarð-
argrunninum, fígging til landbúnaðin
eins og festikontur, hevur sítt egna
stýri og stjóra og heldur til í Havn,
har Føroya Jarðarráð áður húsaðist.
Bjørn segði, at hin parturin av
gamla Jarðarráðnum, sum eitt nú
umsiting av landsjørð, festum, stuðuls-
skipanum, lógarverki og øðrum, varð
lagt í annan stovn, nevndur Búnað-
arstovan.
- Hesin parturin av gamla Jarðar-
ráðnum flutti norður í Búnaðardepilin
í Kollafirði. Bróðurparturin av gamla
og trúgva stabinum í Jarðarráðnum
flutti norður við og hava starvast her
saman
við
táverandi
nýggja
stjóranum, Ari Johanneson, sum varð
settur á henda partin, tá Jóannes
Dalsgarð gavst eftir drúgva tænastu
sum stjóri.
Búnaðarstjórin vísti á, at á Bún-
aðardeplinum húsaðist tá tað, sum
rópt verður ”Almennar royndir og
ráðgeving”, eisini nevnt Roynd-
arstøðin við sínum starvsfólkum og
Peder T. Haahr sum stjóra.
- Hesin stovnur røkir nógvar
ymiskar uppgávur, eitt nú roynd-
arvirksemi,
neytaeftirlit,
ísáðing,
mold- og fóðuranalysur og ráðgeving
í hesum sambandi.
Hann segði, at seinasta heyst tóku
hesir báðir stovnar – í einum sam-
starvi – stig til at seta Rólv Djurhuus
í starv sum landbúnaðarráðgeva.
Samanlegging
- Hetta var støðan, til lands-
stýrismaðurin seinasta heyst saman
við stjórunum í Búnaðarstovuni og
Royndarstøðini tók avgerð um at
leggja stovnarnar Royndarstøðin og
Búnaðarstovuna saman í ein stovn,
sum nú hevur heitið Búnaðarstovan.
Bjørn segði, at áðrenn hetta hendi,
hevði táverandi stjórin á Bún-
aðarstovuni, Ari Johanneson, tikið
avgerð um at fara í annað starv, sam-
stundis sum stjórin á Royndarstøðini,
Peder T. Haahr, um stutta tíð fer frá
vega aldur.
- Neyðugt var tí at søkja eftir
nýggjum búnaðarstjóra, sum skuldi
setast til at samansjóða hesar báðar
stovnarnar í ein nýggjan stovn,
nevndur Búnaðarstovan.
Bjørn Patursson vísti við móttøkuna
á, at Búnaðarstovan, har hann nú
situr sum stjóri, er sjálvstøðugur
stovnur undir Fiskimálaráðnum, har
fíggingin av stovninum partvís kemur
úr landskassanum og partvís úr Bún-
aðargrunninum, meðan ein minni
partur kemur inn sum brúkaragjøld
og gjøld fyri tænastur og veitingar.
Søgan aftanfyri
Búnaðarstovuna
Norden metgott úrslit
2008 vignaðist so væl hjá danska reiðarínum Norden, at
úrslitið var tað besta í felagsins søgu. Nettoúrslitið var 3,6
milliardir krónur. Leiðslan sigur, at serliga tangaskipini
høvdu eitt gott ár í fjør, men at inntøkurnar av øðrum
farmi minkaðu munandi í seinasta ársfjórðinginum.
Norden-leiðslan ásannar, at fíggjarkreppan ávirkar útlitini
fyri 2009, og at tað serliga eru tangaskipini, sum eftir
øllum at døma fáa minmni at gera. Norden væntar, at
roknskapurin fyri 2009 fer at hava millum 500 milliónir
og 1,9 milliard milliónir krónur í avlopi.
EADS gevur avlop
Tað gongur tann rætta vegin hjá fyritøkuni EADS, ið er
serliga kend fyri at framleiða tey kendu Airbus-flogførini.
Roknskapurin fyri 2008 vísir, at fyritøkan hevði næstan 1,6
milliard evrur í avlopi í fjør, og tað skal samanberast við, at
fyritøkan hevði 446 milliónir evrur í halli í 2007. Í ársfrá-
greiðingini skrivar leiðslan, at EADS er væl fyrireikað til
altjóða fíggjarkreppuna, sum nú herjar. EADS seldi 483
flogfør í fjør, og av teimum vóru 12 av slagnum A380, sum
er størsta ferðamannaflogfar í heiminum. Herumframt seldi
tyrludeildin Eurocopter 588 tyrlur í fjør.