Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnan Nr. 48 - 10. mars 2009 25 milliónir í bonus Leiðslan á norska Ulstein-samtakinum er so væl nøgd við árið í fjør, at hon hevur gjørt av at lata starvsfólkinum heilar 25 milliónir krónur í bonus sum samsýning fyri gott avrik í 2008. NTB skrivar, at tey, sum fáa mest, fáa einar 50.000 krónur. Ulstein-samtakið hevði 3,2 milliardir krónur í umsetningi í fjør, og avlopið var 364 milliónir krónur, sum er tað besta úrslitið síðani 1999. Forstjórin í samtakinum, Gunvor Ulstein, sigur við NTB, at fyritøkan hevði nóg mikið at gera í fjør, og at tað gekk væl at halda avtalaðar tíðir. Tað gav úrslit, og tað eiga starvsfólkini æruna av, sigur hon. Misnøgd við avlop Grønlendska reiðaríið Royal Arctlic Line hevði 10,1 milliónir krónur í avlopi í 2008, men sambært blaðnum Sermitsiaq er nevndin ikki nøgd við úrslitið. Tað skal eisini sigast, at í 2007 hevði felagið 33,4 milliónir krónur í avlopi, so talan er um eitt munandi verri úrslit. Í ársfrágreiðingini fyri 2008 skrivar nevndin, at úrslitið er 20 milliónir verri enn tað, sum er neyðugt fyri at tryggja neyðugar íløgur í framtíðini. Orsøkin til tað skerda avlopið í fjør var, at rakstrarútreiðslurnar vuksu sera nógv, úr 703 í 787 milliónir krónur. umhvørvi Bogi Eliasen cand.scient.pol Gro Harlem Brundtland er ein av norðurlendsku polit- isku tungvektarunum. Hon verður 70 ár í ár, men stríð- ist enn sum ongantíð fyri at politikarar kring heimin taka umhvørvisspurningin í størri álvara. Á okkara leiðum er Brundt land kend sum fyrr- verandi norskur forsætis- ráðharri, og aðalstjóri í World Health Organization. Kkring heimin er navnið fastknýtt at sonevndu Brundt landsfrágreiðingini frá 1987. Frágreiðingin sum eitur Our Common Future, var ein frágreiðing frá ST nevndini United Na tions World Commission on Envirmental Develop- ment (WCED). Brundtland var forkvinna í nevndini, og stóð á odda fyri harða stríð- num at fáa umhvørvið á dagskrá, og tí arbeiðnum sum førdi til umhvørvis- ráðstevnuna í Rio í 1992, sum legði lunnar Agenda 21 og tað altjóða samstarvið, sum er á klimaøkinum í dag. Brundtland hevði í farnu viku fyrilestur á stóru al tjóða umhvørvisráð stevn- uni Beyond Kyoto í Århus. Tað var eingin ivi um, at hon enn hevur sama stríðs- anda og at hon er ein av (kanska fáu) politisku fyri- myndunum millum um - hvørvisfólk. Brundtland vísti á, at harða stríðið seinastu 20-25 árini hevur borið ávøkstur. Niðurstøðan er, at talan er um menniskjaelvdar um - hvørvisbroytingar og man er tilvitaður um, at verður einki gjørt, so gerst talan um umhvørviskreppu. Brundt land er vorðin meira bjartskygd, nú Obama er komin í Hvítu Húsini. Avbjóðingarnar er stórar, vit kunnu rokna við 50% fleiri fólkum í heiminum í 2050, og at menningar lond- ini vilja hava vøkstur fyri at koma úr fátækra trupul leik- anum. Brúk fyri politiskum leiðarum Stóra avbjóðingin er sostatt at minka um fátækradømi við klimavinarligari menn- ing. Og her hava vit brúk fyri at politiskir leiðarar seta kósina fyri globalum loysnum, sum vísa ábyrgd og møguleikar. Brundtland vísir á, at talan er um bæði einfaldar loysnir í dagligdegnum og størri strategiskar avgerðir frá politikarunum. T.d. kann ein serlig kúla í turki truml- um spara 25% av orkuni, tá turkað verður. Tað er avgerðandi neyð- ugt at verða realistisk, og tað merkir m.a. at viður- kenna at fossilu orkukeld- urnar fara at hava stóran týdn ing komandi árini, m.a. tí at Kina fer ikki at gevast við at brúka kol. Brundtland metir, at Co2 kvoturnar er besta loysnin í hesum føri og tað samsvarar við at “dálkarin betalir” prinsippið frá Rio í 1992. Tørvur á tøkniligari kolvelting Fyri at loysa hesar ovur- stóru avbjóðingar, er eisini neyð ugt at vit fáa ein tøkni- liga kolvelting og fáa tøkni spjadda kring heimin. Brundtland vísti staðiliga á, at stóra avbjóðingin er ikki bert at tálma útlát, men at vit skulu tálma um út - látið, samstundis sum vit minka um fátækradømi og menna triðja heimin, og at hetta verður gjørt meðan fólktalið í heiminum bara veksur. Hvat krevst Hetta krevur at londini vilja gera ein leist við langtíðar- ætlanum, soleiðis at alneyð- ug umhvørvisátøk ikki skulu gerast partur av árligu fíggj arlógarstríðunum í heim sins londum. Alheims leiðarar mugu taka við hesi ovurstóru ábyrgd og gera ein leist, har eisini fígging fylgir við til at loysa hesar trupulleikar. Brundtland segði skemtandi, Yes we can, men at tað krevur meira enn bert at undiritað eina semju í Keypmanna- havn í desember, tað krevur at heimsins leiðarar hava dirvið, áræðið og viljan til at seta pengar til at arbeiða við økjunum. Ttað krevur eisini at parlamentini í lond unum góðkenna avtal- una teirra leiðarar koma heim við úr Keypmanna- havn. Hetta krevur tí eina breiða hugburðsbroyting og ein fólkavilja til at vilja loysa umhvørvistrupullei k- an, og so krevur tað sjálv- sagt at USA og Kina taka undir við semjuni. Gro Harlem Brundtland er KLIMADROTNINGIN Gro Harlem Brundtland hevur ein sterkan leiklut í altjóða umhvørvisspurningum. Hon ser serliga umboðið hjá ST aðalskrivaranum Ban-ki Moon í umhvørvismálum