Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 48 - 10. mars 2009 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Eg haldi tað vera óum hugsað og ótrú­ liga respektleyst yvir fyri Jákupi Mikkel­ sen og Jákupi á Borg, at teir verða so leiðis viðfarnir, nú teir eru settir av lands liðnum undan Íslands dystinum. Og tað havi eg sagt við Heðin Askham, sigur Mikkjal Thomassen. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eitt fótbóltslandslið er nakað, ið sera mong hava eina meining um. Men tað gevur eitt sindur meira vekt aftan fyri orðini, tá meiningin kemur frá einum, ið sjálvur hevur verið á lands liðnum, hevur spælt fleiri altjóða dystir og tí eisini kennir alt til, hvussu ein úttøka vanliga fer fram. Í hesum føri Mikkjal Thomas sen, sum nú er annar av venjarunum hjá B36 í Vodafonedeildini. – Eg havi sjálvur ringt til Heðin Askham og sagt honum, hvat eg haldi um hetta, og vit tosaðu saman í meira enn ein hálvan tíma. Og eg skal ikki dylja, at eg eri bara so harmur um, at tveir av teimum, sum hava tænt landsliðnum meira enn tey flestu, skulu verða so leiðis viðfarnir, sigur hann. – Málið kundi verið hand farið øðrvísi, tí hetta er sera óheppið. Um vit taka Jákup Mikkelsen, so hevur hann longu boðað frá, at hetta skuldi verða hansara seinasta ár á landsliðnum, og hann hevur jú upp á ongan máta spælt seg av. Viðvíkjandi Jákupi á Borg, so sigur Mikkjal, at hann harmast allarmest um, at Jákup umvegis fjøl­ miðlar nar skuldi fáa boðini um, at hann ikki var út tikin. – Tá tú setur ein so royndan spælara av liðnum, eigur hann fyrst og fremst at fáa eina sakliga frá­ greiðing beinleiðis frá venjaranum og ikki frætta tað umvegis fjølmiðlarnar. Hetta er ikki mátin at fara við spælarum, sum hava strítt so nógv fyri føroyska lands liðið, sigur Mikkjal Thomas sen. Størri eyðmýkt Mikkjal Thomassen sigur, at hann gjørdist rættiliga skakk ur, tá tíðindini bórust um úttøkuna av hópinum, sum skal til Íslands at spæla vinar dyst tann 22. mars. Og hann hevði slett ikki væntað, at liðið fór at verða so fullkomuliga kollvelt, sum tað nú sær út til at vera. – Tað kundi givið meining, um so var, at Heðin var settur sum lands­ liðs venjari fyri eitt longri tíðar skeið. Men sum lands­ liðs venjari í ein dyst, er hann farin út um mark við síni viðferð av hesum báðum spælarunum, sigur Mikkjal Thomassen, sum sjálvur hevur spælt 13 lands dystir fyri Føroyar. Hann heldur, at Heðin Ask ham hevur í veru­ leikanum gjørt Gunnari eina bjarnatænastu, við ikki at lata tað náttúrliga ættar­ liðs skiftið millum Jákup og Gunnar koma á ein konstruktivan og virðiligan hátt og í samstarvi við Jákup. – Tað er ikki uppgávan hjá Heðini at loysa ein so stóran grundstuðul á lands­ liðnum úr starvi. Heðin hevur bara henda eina dystin og átti at farið undir upp gávuna við størri eyð­ mjúk leika, sigur Mikkjal, sum harmast um, at Jákup Mikkel sen ikki skuldi fáa møgu leikan at fara frá upp á ein meira virðiligan hátt, enn gjørt er við hesi út tøkuni. Týðandi dystur Mikkjal sigur, at hann slett ikki skilir, hví ein venjari, sum bara er settur at taka sær av liðnum í hesum eina dystinum, skal gera so stórar og umfatandi broyt­ ingar, at talan í veruleikanum er um eitt heilt nýtt lið uttan royndir, ið verður sent á vøllin ímóti íslendingum. – Her er jú ikki talan um ein tilvildarligan venjing ar­ dyst, men ein dyst ímóti Ís landi, har vit hava í eitt manna minni hava roynt at komið burtur úr tí við øðr­ um enn tapi. Hetta svarar til ein dyst millum HB og B36 ella Danmark og Svøríki, og hetta eru dystir, vit fyri alt í verðini vilja vinna. Men tað verður trupult, tá tú ikki virðir tær royndir, sum spælarar hava vunnið sær gjøgnum tænastu fyri landið og landsliðið í mong ár, sigur hann. – Eg haldi tað vera sera lítið umhugsað og ótrúliga respektleyst yvir fyri Jákupi Mikkelsen og Jákupi á Borg, at teir verða soleiðis við farnir, tí tað ber ikki til at fara soleiðis við spælar­ um, sum hava ofrað síni bestu ár fyri landsliðið og altíð hava verið klárir, tá boð hava verið eftir teimum. Hetta er ein harmilig støða, sum lættliga kundi verið slopp ið undan, um bara eitt sind ur av sunnari fornuft var uppií. Mikkjal Thomassen heldur, at Heðin Askham, sum bara er settur at taka sær av landsliðnum í hesum eina dystinum, átti at farið undir uppgávuna við størri eyðmjúkleika Mynd: Álvur Haraldsen Jens Martin sigur einki Restina av hesum lands liðs árinum, tað vil siga oktober mánað út, hevur Jens Martin Knud sen sáttmála við Fót bólts sambandið sum hjálparvenjari. So ­ statt er hann knýttur at landsliðsarbeiðinum og fyrireikingunum til vinar dystin á útivølli ímóti Íslandi um smáar tvær vikur. Nú liðið er úttikið og fleiri hava sínar av gjørdu meiningar um út tøkuna, er Jens Martin kortini ikki hugað ur at gera nakra við merk ing, tí hann sigur seg hava sítt sátt­ mála bundna hjálpar­ arbeiði at røkja – og at tað ætlar hann sær eisini at gera: – Tað er høvuðs­ venjar in, sum setur lið­ ið, og tá endaliga út tøkan er gjørd, standi eg sum hjálparvenjari sjálv andi aftan fyri høvuðs venjaran í teim­ um avgerðum, hann tek ur, sigur Jens Martin, sum ikki hevur aðrar við merk ingar til út tøkuna av hópinum til Íslandsdystin. hil Mikkjal harmast vantandi virðing