Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 48 - 10. mars 2009 ] Jákup á Borg kennir seg vónsviknan, nú hann ikki er partur av landsliðshópinum, sum seinni í hesum mánaðinum fer til Íslands. Mest er hann vónsvikin, tí hann heldur ikki hevur fingið at vita frá rætta stað, at hann ikki er úttikin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av teimum, sum ikki er partur av landsliðshópinum, sum í næstu viku fer til Íslands, er Jákup á Borg úr B36. Hetta er uttan iva nakað, sum kemur óvart á mong, og fyri spælaran sjálvan var hetta í øllum førum púrasta óvæntað. – Eg má bara siga, at eg eri ógvuliga vónsvikin. Eitt er, um venjarin ikki metir meg at hava tað, sum skal til, fyri at spæla á lands­ liðnum. Men eg havi verið partur av hópinum í meira enn 10 ár, og tí haldi eg tað vera løgið, at eg einki hava fingið at vita undan úttøk­ uni, sigur Jákup á Borg. – Sjálvur havi eg eisini roynt at fingið fatur á Heðini Askham, so eg kann fáa eina frágreiðing frá honum, men tað hevur so ikki eydnast mær. Ikki liðugur enn Hesi seinnu árini hevur tað verið vanligt, at einki er komið út um nakrar úttøkur, fyrr enn teir spælarar, sum eru inni í myndini, sjálvir fyrst hava fingið at vita, um teir eru við ella ikki. – Tí kom tað sum eitt sindur av einum skelki, at eg einki sum helst fekk at vita, fyrr eg var uppringdur av pressuni, sum vildi hava eina viðmerking til, at eg ikki var úttikin til dystin í Íslandi, sigur Jákup á Borg, sum telist millum teir allarroyndastu spælarar á landsliðnum gjøgnum allar tíðir. Hann hevur verið spælt A­landsdystir fyri Føroyar tilsamans 57 ferðir og hevur skotið tvey mál. Og stendur tað til hansara, so verður dystartalið ikki standandi á hesum. – Eg eri ógvuliga vón­ svikin nú, men tað skal eingin sum helst ivi vera um, at eg ætli mær upp í landsliðshópin aftur. Og tí fari eg at arbeiða hart fyri, sigur Jákup á Borg. Jákup á Borg visti av ongum – Eg eri ógvuliga vónsvikin nú, men tað skal eingin sum helst ivi vera um, at eg ætli mær upp í landsliðshópin aftur, sigur Jákup á Borg Mynd: Álvur Haraldsen Anelka ivasamur Toppskjúttin hjá Chelsea, Nicolas Anelka, er ivasamur til Champions League dystin í vikuni ímóti Juventus. Anelka hevur skotið 15 mál í Premier League í ár, men seinastu tveir dystirnar hevur hann ikki spælt við orsakað av skaða. Í kvøld spælir Chelsea seinna dystin ímóti Juventus, og tað er ivasamt, um Anelka verður tøkur til dystin. Juve-miðvallari skaddur Ætlanin var, at sterki miðvallarin Momo Sissoko skuldi spæla ein lyklaleikut í Champions League dystinum hjá Juventus ímóti Chelsea í vikuni. Men um vikuskiftið fekk galið hjá Sissoko. Hann varð skaddur, og síðani hevur tað víst seg, at hann hevur brotið eitt bein í fótinum. Frammanundan manglar Juventus aðrar týðandi miðvallarspælarar. Hóast fótbólts­ landsliðið í fjør fekk sína bestu byrjan á eina undankapping síðani 1990, ætlar fyribilssetti lands­ liðsvenjarin ikki at gagnnýta hetta til Íslandsdystin ÍTRÓTTARKLUMMAN Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ein góð javnvág ímillum ungar og royndar spælarar var lykilin, tá Jógvan Martin Olsen í sínum síðstu dystum stóð á odda fyri einum landsliði, sum hevur fingið bestu byrjanina í einari undankapping síðani 1990. Ikki minst javnleikurin ímóti Eysturríki vísti, at góður botnur var lagdur. Tí vildi verið upplagt hjá einum venjara til bara henda eina dystin at bygt víðari á tað, sum longu er bygt upp. Sjálvandi eru ikki allir útisetarnir tøkir til henda dystin ímóti Íslandi, men har eru aðrir at taka av, sum kundu givið tryggleika og stabilitet á einum annars ungum liði. Tí undrar tað ikki sørt, at Heðin Askham velur at ganga heilt aðrar leiðir og mestsum boðar frá enn einum ættarliðsskifti á landsliðnum. Ikki færri enn fimm av teimum úttiknu hava enn ongan A­landsdyst spælt, og 15 av teimum 18 hava enn ikki so frægt sum 10 dystir í skjáttuni. At royndirnar ikki viga nógv í metingunum hjá Heðini Askham, vísir klossuta handfaringin av Jákupi Mikkelsen og Jákupi á Borg. Tann fyrri er ein hin størsta orsøkin til góðu úrslitini í síðstuni, og tann seinni er í betri formi enn leingi. Men kortini eru báðir vigaðir og funnir ov lættir – og tað upp á ein máta, ið bert kann geva dumpikarakter! Um sæð verður burtur frá trimum teimum royndastu, sum eru tiknir út til Íslandsdystin, so hava hinir í hópinum í miðal tríggjar landsdystir í part. Til samanberingar kann nevnast, at á landsliðnum, sum í heyst fekk Føroyum fantastiska javnleikin ímóti Eysturríki, var miðaldystartalið 27… At so fleiri av teimum úttiknu haraftrat hvørki hava form, felag ella dystarvenjing í langa tíð, fær úttøkuna at síggja sera tilvildarliga og óumhugsaða út, tí ein dystur ímóti Íslandi er altso ikki bara ein tilvildarligur venjingardystur, ið kann brúkast sum eksperiment, men ein nógv størri dystur enn so! Eru royndirnar nú ein ódygd? Vrakaði landsliðs­ málverjin avvísir ikki at taka eitt tørn aftrat, um nýggi venjarin fer at taka øðrvísi avgerð, enn fyribilssetti venjarin hevur tikið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mikkelsen hevur boðað frá, at hann gevst sum landsliðsmálverji, eftir at Heðin Askham, fyri­ bilssetti landsliðsvenjarin, hevur sagt Jákupi, at hann tekur Gunnar Nielsen fram um Jákup. Men í beinleiðis samrøðu í 3­2 sendingini í sjón­ varpinum hjá Kringvarpi­ num í gjárkvøldið segði Jákup, at hann hevði skilt á Heðini Askham, at talan var um eina avgerð, sum galt framtíðina og ikki bara henda eina dystin. – Um talan er bara um henda eina dystin, so havi eg misskilt Heðin Askham, og so er talan um aðra støðu enn hana, sum eg tók støðuna út frá, segði Jákup Mikkelsen. Letur dyrnar standa á gloppi