Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 48 - 10. mars 2009 ] Breivik fær altjóða starv Fráfarni venjarin hjá norsku hondbóltskvinnunum, Marit Breivik, er ikki arbeiðsleys, hóast hon hevur kvittað venjarastarvið. Hon er vald inn í fleiri nevndir, síðani hon legði frá sær, og nú ætla norðmenn at fáa hana í nevndina í altóða hondbóltssambandinum, IHF. – Har kann eg virka fyri, at hondbólturin verður ein heimsítróttur og ikki ein europeiskur ítróttur burturav, sum tað er nú, sigur Marit Breivik. Ronaldo og Bolt venja saman Cristiano Ronaldo fær nú fáa hjálp frá heimsins skjótasta manni, Usain Bolt, tí í summar er ætlanin, at teir báðir skulu hittast. Tá skal OL-kongurin læra Manchester United-stjørnuna at gerast skjótari. Sjálvur er rennarin av Jamaica sera íðin fótbóltsfjeppari, og fyrr hevur hann vant við ongum mætari enn Real Madrid. So kanska hann eisini kann læra okkurt av Ronaldo, sum dugir mangt og hvat við einum bólti. Formaðurin í lands­ liðs nevndini, Magnus á Stongum, slær fast, at Heðin Askham bert er settur til henda eina dystin og at framvegis verður leitað eftir nýggjum A­landsliðsvenjara. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Nú eitt ættarliðsskifti hóm- ast í úttøkuni av fót bólts- lands liðnum til Ís lands- dystin 22. mars, eru fleiri farin at gita, at Heðin Ask- ham ikki bara er settur sum venjari henda eina dystin, men restina av hesum ári- num. Í 3-2 kundi tað eisini ljóða, sum tann nú fyrr ver- an di landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, hevði fing ið ta fatan, at talan var um meira enn bara henda eina dystin. Men formaðurin í lands- liðs nevndini hjá Fót bólts- sam bandi num, Magnus á Stong um, slær nú fast, at venjar in bara er settur fyri henda eina dystin: – Eg kann mana allar git- ingar um nakað annað í jørð ina, og tað hevur eisini al ment verið frammi, at Heðin Askham er settur sum høvuðsvenjari til henda dystin. Meira er ikki í tí, og vit leita framvegis eftir einum nýggjum A-lands liðs venjara, sigur hann. Upp á sín máta Viðvíkjandi úttøkuni av før oyska landsliðshópinum til dystin í Kórinn-høllini í Kópa vogi sigur Magnus á Stongum, at tað er nakað, venjarin einsamallur hevur ábyrgd av og tekur støðu til: – Tað ger hann við fullari ábyrgd, uttan at tað upp á nakran máta er upp til okkum at blanda okkum upp í tað. Vit hava sett venjar an, og okkara upp- gáva er í øllum førum ikki at taka støðu til nakað, fyrr enn í fyrsta lagi, til dysturin er spældur, sigur landsliðs- nevndarformaðurin. – Somuleiðis virða vit, at Heðin Askham, nú hann hevur kjansin til tað, ger hetta upp á sín máta og tekur tað liðið út, sum hann heldur vera best ført fyri at fáa eitt gott úrslit yviri í Ís landi. – Eg havi stórt álit á teimum ungu spælar­ unum. Hetta eru spælarar, sum hava yvirhálað teir eta bler­ aðu innanfyri, sigur Heðin Askham um tað unga og óroynda landsliðið, hann hevur tikið út til dystin ímóti Íslandi. FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað eru ikki royndirnar, sum eyðkenna fyrstu lands- liðs út tøkuna hjá Heðini Ask ham sum A-landsliðsvenjara í Føroyum. Fróði Benjaminsen, Súni Ol sen og Símun Samuelsen eru etableraðir og royndir spælarar, men umframt teir hevur eingin av teimum út tiknu til dystin ímóti Ís landi spælt 10 landsdystir. Fimm av spælarunum hava ongan tíð spælt á A-lands- liðnum enn, og 13 av teim- um 18 hava spælt fimm lands dystir ella færri. Men hóast vantandi royndir nar á A-landsliðsstigi, hevur Heðin Askham fult álit á teimum spælarunum, sum hann hevur tikið út til dystin ímóti Íslandi 22. mars. – Vit hava royndar spælarar í øllum ketum, og so kun nu vit byggja út við ungum og góðum spælarum, sum hava markerað seg í føroysku kappingini, sigur Heðin Askham. Teir ungu yvirhála Heðin Askham hevur sein- nu árini vant U21-lands- liðið, og fleiri av spæla r un- um, sum hava staðið seg væl á tí landsliðnum, eru nú við í A-landsliðshópinum. – Eg havi stórt álit á teim- um ungu spælarunum. Het- ta eru spælarar, sum hava yvir hálað teir etabler aðu innan fyri, sigur Heðin Ask- ham Royndir spælarar sum Jákup á Borg og Andrew av Fløtum eru ikki tiknir út. Eru teir vrakaðir á landsliðnum? – Eg havi úttikið eitt lands lið. Eg havi ikki vrakað eitt landslið. Eg gjørdi upp við meg sjálvan, tá ið eg tók hesa uppgávuna á meg, at eg skuldi til Íslands við einum landsliði, sum eg kundi standa hundr- að prosent inni fyri. – Og eg havi verið úti við so at siga øllum av hesum spælar unum fyrr, og teir hava prógvað, hvat teir duga. Eingin hevur spælt seg av liðnum, men eg havi bara úttikið eitt lið, sum eg kann standa inn fyri. Stúrir tú ikki, at tær mangl andi royndirnar kunnu fara at kosta í Ís landi? – Nei, tað rokni eg ikki. Hetta eru alt spælarar, sum hava verið ígjøgnum mylluna við U21-lands lið- num, og sum eru vanir at verða í dystum, sum í minsta lagi svara til mót- støðuna, sum teir fara at fáa í Íslandi. Teir hava roynt seg ímóti Italia og Kroata og øðrum sterkum londum í U21-høpi. – Vit leggja okkum ikki útí, hvussu venjarin tekur landsliðið út, sigur for­ maður in í lands liðs nevnd ini, Magnus á Stongum Mynd: Álvur Haraldsen Teir ungu yvirhála teir royndu Heðin Askham hevur millum aðrar tikið út Odmar Færø, Gudmund Nielsen, Kristoffur Jakobsen, Christian R. Mouritsen og Gunnar Nielsen, sum kunnu spæla sín fyrsta A­landsdyst í Íslandi Mynd: Álvur Haraldsen Bara venjari henda eina dystin Hópurin til Íslandsdystin Felag Dystir Mál Fróði Benjaminsen HB 50 2 Súni Olsen Víkingur 32 2 Símun Samuelsen Keflavík 21 1 Jóhan Troest Davidsen NSÍ 9 0 Pauli G. Hansen EB/Streymur 6 0 Bogi Løkin NSÍ 5 1 Arnbjørn Hansen EB/Streymur 5 0 Egil á Bø EB/Streymur 5 0 Einar Hansen NSÍ 5 0 Jónas Þór Næs NSÍ 5 0 Andreas Lava Olsen Víkingur 2 0 Kristoffur Jakobsen KÍ 1 0 René Tórgarð EB/Streymur 1 -4 Christian R. Mouritsen HB 0 0 Gudmund Nielsen EB/Streymur 0 0 Gunnar Nielsen Manchester City 0 0 Levi Hanssen EB/Streymur 0 0 Odmar Færø Brøndby IF 0 0