Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 48 - 10. mars 2009 ] 16 ára gamli Magnus Andreassen gjørdist fríggja dagin nummar tíggju til HM fyri com pound skjúttar undir 19 ár. Hóast hann fegnast um góða úrs litið, so ilskast hann inná, at hann ikki megnaði at vinna tann eina dystin, tí tann hann tapti ímóti toppaði í dystinum móti sær Bogaskjóting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tá innleiðandi kappingin til innandura HM í Rzes­ zow í Póllandi var liðug hós dagin, var Magnus Andreas sen nummar 15 í com pound bólkinum fyri skjúttar undir 19 ár. Hetta var hann kom fram til eftir eina trilvandi byrjan, har tað ikki ordiliga gekk eftir ánni. Men tað skilst, at Magnus Andreassen fekk ein riffil frá Jógvan Magnusi Andreasen, ið var liðleiðari á túrinum, og eftir hetta skeyt Magnus Andreassen líka væl, sum hann plagar at gera í Føroyum. ­ Hann bað meg taka meg saman og ikki vera óðan. Tað gjørdi eg so, og so gekk sum eftir ánni, sigur Magn­ us Andreassen, sum leggur dent á, at tað ikki er ofta, at hann skal bukast upp á pláss. Og hann er skjótur at legg ja afturat, at Jógvan Magnus Andreasen var fínur at hava við. Væl nøgdur ­ Eg haldi, eg eri væl nøgd­ ur. Tað kundi gingið betri ímóti svianum, men eg haldi eg eri nøgdur við tíggjun da pláss, sjálvandi hevði tað verið stuttligari at komi í finaluna. Og eg hevði klárað tað betri enn teir, sum skutu í finaluni, greiðir Magnus Andreassen frá, sum í áttanda parts­ finaluni tapti við einum stig i – 115­116 – ímóti ein­ um svia, ið lá nummar tvey innleiðandi, og sum eisini endaði nummar tvey í kapp­ ing ini. Boðin til Danmarkar So skjótt kappingin var liðug, kom ein leiðari í einum donskum felagið og bjóðaði 16 ára gamla før­ oyska skjúttanum til Dan­ markar at skjóta saman við teimum, tí hann er á so góðum støði. Schandorff Vang, ið var dómari til kappingina greiðir somuleiðis frá, at sviar vóru sera sannførdir av 16 ára gamla runa­ víkingi num. ­ Eg veit ikki um eg fari av landinum, men alt kann henda, sigur Magnus Andreas sen, sum var á veg í skúla, tá Sosialurin fekk orð á hann. Fín kapping Ungi runavíkingurin er somu leiðis sera væl nøgdur við umstøðurnar til kapp­ ing ina. ­ Har var øgiliga gott ljós, og tað ger beinanvegin, at mann sær nógv betri í sikti­ num. Tá vit vandu var tað í einum myrkari hølum, og tað ávirkaði skjótingina hjá mær, fortelur Magnus Andreas sen. Sum tó heldur, at tað kanska var í so trongt hjá áskoðarunum. Magnus Andreassen nummar tíggju til HM Henke klárur til landsliðið Henrik Larsson, er klárur at spæla fyri svenska landsliðið, um landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck, ringir til hansara undan HM­dystinum ímóti Portugal 28. mars. – Ringir venjarin, eri eg til reiðar at taka upp kappingina við hinar á landsliðnum um plássið, tí eg haldi tað vera stuttligt at spæla á landsliðnum, sigur hann í samrøðu við Sportspegeln. Júst nú er hann við Helsingborg á venjingarlegu í hitanum í Suðurafrika. Eitt tap kann geva uppsøgn Svenski landsliðsvenjarin hjá Mexiko, Sven­Göran Eriksson, stúrir fyri næsta dystinum í HM­undankappingini, sum verður ímóti Costa Rica tann 28. mars. – Um vit ikki vinna, fer at leika hart á hjá mær, og kanska verður tað endin, sigur Eriksson við Sky Sports. Mexikanska fótbóltssambandið hevur sagt, at tað stuðlar svenskaran fult út, men Sven­Göran Eriksson vísir á, at tað kann skifta so skjótt, tí altavgerandi er fyri Mexiko at koma við til HM­endaspælið í Suðurafrika í 2010. Annika Vang nøgd við stigini Hóast 19 ára gamla Annika Vang ikki skeyt, sum hon plagar til HM, so er hon sjálv rímiliga væl nøgd við úrslitið hjá sær sjálvari Bogaskjóting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Serliga tíðliga í kapping­ ini sá onki út hjá Anniku Vang, men út á dagin gekk frægari og tá liðugt var, hevði hon 536 stig, sum er rætti liga langt undir tí, hon plagar at hava. Hin vegin var tað ikki bara sum at siga tað at sleppa millum 32 tey bestu, sum sleppa at skjóta finaludystir, tí har var kravið 555 stig, og tað er ikki ofta, at Annika Vang er har uppi. ­ Tað gekk betri enn seinast, og eg eri rími­ liga nøgd við stigini, sigur Annika Vang, sum eisini var til innan dura HM fyri fýra árum síðani, tá tað var í Aal­ borg. Í ár var tað í Rzes­ zow í Póllandi. Annika Vang luttók í bólki num recurve kvinn­ ur og gjørdist – við sínum 536 stigum av 600 møguligum – numm ar 42 í heiminum innan dura. Støðið á kappingini var hægri enn tað nakra­ n tíð hevur verið, og tann, ið hevði mest stig innleiðandi hevði 592 stig. Hetta er nýtt heims­ met fyri kvinnur á 18 metrum. Við øðrum orðum var Annika Vang liðug í HM innandura 2009, og kann kalla seg kvinnu nummar 42 í heimi num í recurve­ bólkinum. 16 ára gamli Magnus Andreassen úr Runavík gjørdist nummar tíggju til HM í Póllandi, men tá Sosialurin tosaði við hann, var hann á veg í skúla í tíggjunda flokki