týsdagur 10. mars 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 48 - 10. mars 2009 ]
Menninir
lidnir
Longu undan
seinasta umfari
í Eikliguni hjá
monnum var alt
avgjørt, so hesir
dystirnir skuldu
bara fáast frá
hondini.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Úrslitini
leygardagin
hjá monnunum fingu
bara
kosmetiskan
týdning fyri endaligu
støðuna, og tað ber
helst eisini til at siga, at
talan
júst
var
um
kosmetikk.
Í
øllum
førum endaðu báðir
dystirnir við, at lægru
liðini megnaðu at vinna
á teimum hægru.
SÍ fekk eitt slag av
uppreisn
frá
steypafinaluni, tá tað í
Sørvági eydnaðist at
vinna
3-1
á
greipuvinnarunum
úr
ÍF. SÍ vann tey bæði
fyrstu settini, ið vóru
rímiliga jøvn, 25-23 og
25-21, men so vísti ÍF
nakað av tí, ið hevur
givið hópin av steypum
og heiðursmerkjum í
vetur, tí triðja sett vunn
fuglfirðingar
25-9!
Men í fjórða setti var
SÍ aftur upp á pláss og
vann 25-22.
Hin dysturin var í
Klaksvík
millum
Mjølnir og Fleyr, og
her eydnaðist Fleyr,
sum
er
einasta
av
teimum fýra liðunum,
ið einki heiðursmerki
fær,
at
vinna
3-1.
Mjølnir vann fyrsta
setti 25-19, men so
vendi Fleyr dystinum
og tók trý tey síðstu
settini
og
sigurin:
25-27, 22-25 og 24-26.
Nú bara tveir dystir
eru eftir í Eikliguni
hjá kvinnum, ber
framvegis til, at
silvur- og bronsu-
heiðurs merkini
kunnu fara ymsar
vegir.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í fleiri vikur hevur staðið
púra opið, hvar silvur- og
bronsu heiðursmerkini hjá
flo g bólts kvinnunum skulu
fara, og ikki færri enn fýra
feløg hava verið um boðið.
Bara tveir dystir eru eftir,
Fleyr-ÍF og SÍ-Dráttur, og
so kunnu fólk annars hyggja
at støðuni og spæla sær við
stødd frøðini…
SÍ situr í Sørvági og bíðar
eftir at fáa gullmerkini,
men annars sita øll hini,
uttan KÍF og TB, og bíða
eftir
avgerandi
løtuni
leygar dagin, tá endaliga
stiga talv an opinberar seg.
Nógv meira spennandi fær
tað ikki verið – og tað
einasta, ið kundi yvirhálað
hetta, hevði sjálvandi verið,
um gullið eisini stóð upp á
spæl. Men til tað hava
SÍ-kvinnur nar snøgt sagt
verið ov góðar.
Leygardagin vóru tveir
dystir
í
Eikliguni
hjá
kvinnum. Á Giljanesi tók
Drátt ur ímóti TB, sum ikki
hevur fingið tað nógva at
bera til í vetur, tí har er
einki stig komið til høldar
– og tað kom tað heldur
ikki, nú TB spældi sínar
tveir síðstu dystir um viku-
skiftið.
Dráttur vann tey bæði
fyrstu settini stórt, 25-13 og
25-9, men so kom stígur í
og TB svaraði væl aftur við
at vinna triðja sett 26-24.
At TB-kvinnurnar vildu
stríðast fyri sakini og fáa
sum mest burturúr, vístu
tær eisini í fjórða setti, ið
gjørdist næstan líka tætt
sum triðja, tí tað endaði
25-23, og so vann Dráttur
kortini dystin 3-1.
Favorittsigrar
Hin dysturin leygardagin
var á Kambsdali, har ÍF tók
ímóti KÍF, sum ferð eftir
ferð hevur roynt at spælt
teimum
ovaru
liðunum
puss. KÍF hevur millum
annað vunnið á greipu-
vinnar unum úr SÍ, umframt
at tað herfyri eydnaðist at
fáa ein fimmsettara ímóti
Drátti.
Men ímóti ÍF bar ikki so
væl til hjá koll fjarðar-
kvinnum, sum máttu lúta
3-1. ÍF byrjaði væl og vann
25-17 og 25-22 í teimum
báðum fyrstu settunum,
men so gjørdi KÍF ein vørr
og vann triðja sett 27-25.
Hetta vísti seg tó bert at
vera ein einstakur vørrur, tí
í triðja setti vant ÍF burtur
úr KÍF og gjørdi slætt borð,
25-13.
Triði kvinnudysturin var
í Trongisvági, har TB hevði
vitjan av Mjølni, ið er
einasta av teimum fýra
næst fremstu, ið bara kann
vinna bronsu – men eisini
kann enda við ongum. Her
var talan um ein javnan
dyst, burtur sæð frá øðrum
setti, tá Mjølnir var nógv
betri.
Mjølnir vann fyrsta sett
25-21 og so heili 25-12 í
øðrum setti, áðrenn TB
svaraði aftur við at vinna
26-24 í triðja setti. Her kom
TB væl afturíaftur, tí Mjølnir
var á odda 23-18, áðrenn TB
kom upp á javnt, 23-23, fyri
síðani at taka settið. Í fjórða
setti rakk TB ikki so langt,
og Mjølnir vann tað 25-21.
Tá Sólvá Dimon í
januar gjørdi sátt-
mála við svenska flog-
bólts felagið Svedala
Volley, var endamálið
hjá felagnum at
tryggja sær pláss í
endaspælinum. Tað
eydnaðist sunnu-
dagin.
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sunnudagin vann Svedala
Volley 3-2 á RIG Falköping,
og tað var júst nóg mikið til
at sleppa upp um strikuna
og at sleppa við til enda-
spælið í bestu svensku flog-
bólts deildini.
Kravið
undan
hesum
dysti num var, at Svedala á
heima vølli skuldi vinna
tvey sett, og tað eydnaðist
til fulnar – ikki minst við
góð um spæli frá Sólvá
Dimon.
Hon var við eini úrtøku
upp á 14 stig næstbesti
spælar in á liðnum, saman
við einari aðrari. Heili 12
av stigunum vann hon lið-
num
í
álopsspælinum,
um framt at hon vann Sve-
dala eitt stig við servu og
eitt við blokki.
Við sigrinum endaði Sve-
dala trý stig framman fyri
mót støðuliðið sunnudagin,
og við einum áttandaplássi
var tað akkurát nóg mikið
til at koma í fjórð ings-
finalur nar í endaspælinum.
Fjórðingsfinalurnar fevna
um fimm dystir ímóti Engel-
holm, sum hevur ver ið nógv
tað besta liðið í vetur við 50
stigum. Liðið hevur vunnið
17 dystir og bara tapt ein, so
óivað fáa Sól vá og tær nú
sína sak fyri.
Men tær eru í enda spæli-
num, og harvið hevur Sólvá
verið við til at givið liðnum
tað, venjarin vónaði, tá sátt-
máli var gjørdur við hana.
Sátt málin er fyribils gald an d i
til endan á hesum kapp -
ingarárinum.
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
17
15
-
2
48
22
26
19
2 Mjølnir
18
11
-
7
41
31
10
14
3 ÍF
17
10
-
7
36
27
9
14
4 Fleyr
17
10
-
7
37
28
9
13
5 Dráttur
17
10
-
7
39
31
8
13
6 KÍF
18
5
-
13
30
44
-14
7
7 TB
18
0
-
18
6
54
-48
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 ÍF
12
10
-
2
33
15
18
15
2 SÍ
12
7
-
5
27
22
5
10
3 Mjølnir
12
3
-
9
17
32
-15
6
4 Fleyr
12
4
-
8
19
27
-8
5
Janne Ahonen fer
aftur á skíðurnar
Í fyrradagin boðaði 32 ára gamli finnin, Janne Ahonen,
frá alment, at hann fer at gera »come-back« í skíðlopi um
einar tvær vikur, eftir at hann annars í fjør legði frá sær. –
Byrji eg ikki aftur, fari eg at iðra meg um tað restina av
lívinum, sigur Ahonen, sum millum annað hevur vunnið
trý HM-gull, tvey OL-silvur umframt samanløgdu World
Cup-kappingina.
Andreas Müller
sekkin í Schalke
Skeivar spælaraíløgur, ófriður í hópinum og vantandi úrslit hava
nú fingið ta avleiðing í Schalke 04, at felagið hevur givið
venjaranum, Andreas Müller, sekkin. Hann hevur leingi ikki
sitið so væl um sátt við leiðsluna í felagnum, sum nú valdi at
taka stigið fult út og koyra hann úr starvinum, eftir at mesta
rumblið annars hevur verið í fjølmiðlunum.
Kann fara nógvar vegir
TB-kvinnurnar royna at blokka smasjinum frá Annu Müller
Jacobsen hjá Mjølni í dystinum í Trongisvági sunnudagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Sólvá og Svedala komu í endapælið
Sólvá Dimon var sunnudagin
næstbesti stigavinnarin
hjá Svedala Volley, tá
liðið vann seg víðari úr
grundspælinum og nú skal
spæla fjórðingsfinalur