Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 49 - 11. mars 2009 Barn doyði av sjónvarpi Ein tvey ára gomul smágenta í skotska býnum Edinburg doyði, eftir at eitt sjónvarpstól var dottið oman yvir hana. Tilburðurin var leygardagin. Høvdið á gentuni kom at liggja undir sjónvarpstólinum, og hóast foreldrini fingu hana á sjúkrahús beinanvegin, kundu læknarnir ikki bjarga lívi hennara. Síðini vanlukkuna hava skotskir felagsskapir, ið fáast við trygd hjá børnum, mint foreldur á, hvussu týdningarmikið tað er hava eyga við teimum smáu. Felagsskapirnir siga í hesum viðfangi, at tung sjónvarpstól eiga at verða fest, soleiðis at tey ikki kunnu detta. Íslendsk skip millum sjórænarar Íslendska fiskiskipið Skinney, sum er á veg úr Taiwan til Íslands, siglir í hesum døgum fram við somalisku strondini, har sjórænarar hava rænt fleiri skip teir seinastu mánaðirnar. Tí fær íslendska skipið verju frá herskipum, sum eru send á leiðirnar har at ansa eftir farma- og øðrum skipum, sum sigla har. Skinney, sum hoyrir heima á Hornafirði, er 30 metrar langt og útgjørt sum trolari og garnaskip. Skipið er smíðað í Taiwan, og fimm íslendingar eru nú á veg heim við skipinum. Stóra kombineraða nóta-og trolskipið hjá Framherja liggur í løtuni í Havn, har tað verður ansað av maskinmanni, nú skipið er liðugt við fyrsta partin av svartkjaftakvotuni Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Pelagiska vinnan í Føroyum kennir nú álvarsliga sviðan av, at føroyska tillutaða svartkjaftakvotan fyri 2009 er so lítil, at fyribilsbýtið hjá landsstýrismanninum av kvotuni bert røkkur til ein ella knappliga tveir túr- ar í part hjá teimum stóru skipunum. Høgaberg, sum er annað av stóru pelagisku skipunum hjá Framherja, hevur í ár gjørt tveir svartkjaftatúrar og er soleiðis liðugur at fiska sína fyribilskvotu. Anfinnur Olsen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hjá skipinum var góður. – Hesin parturin av árin- um er besta tíðin til svart- kjaft, men nú fiskurin gýtir, fer hann eisini at gerast rak- ari, sum tíðin líður, leggur hann aftrat. Verður ansaður Reiðarin sigur, at avgerðin um at leggja skipið í Havn, nú bíðað verður eftir, at lands stýrismaðurin fer at býta útaftur av svartkjafta- kvotuni, kemst av, at maskin maðurin, sum ansar skipinum, meðan tað liggur, býr í Havn. – Tú kanst ikki bara hava eitt skip liggjandi. Neyðugt er, at ljósmotorarnir ganga, og at hiti er umborð á skip- inum. Hesum tekur ein maskinmaður í Havn sær av, sigur Anfinnur Olsen. Reiðarin sigur seg einki vita at siga um, nær Høga- berg loysir aftur. Høgaberg liðugur við svartkjaftin undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Okkum vantar bilar Vegna øktan eftirspurning uppá brúktar bilar í prísleguni upp til Kr. 50.000,- vantar okkum bilar frá Kr. 5.000,- til 50.000,- Vit hava góðar og lítið brúktar bilar at bjóða tykkum ístaðin. Úrvalið er stórt og vit bjóða góða fígging. Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. Fagraberg, sum Fram- herji eigur, er farin í altjóða sjógv av royna eftir laksasild Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann vera kostnaðar- mikið hjá stórum skipum at gera royndir, men tað kostar eisini at lata skipini liggja. Hóast oljan nú kostar mun- andi minni, enn hon gjørdi, tá hon var dýrast, er tað kost naðarmikið hjá stórum skipum at sigla aftur og fram – um eingin veiða er. Í altjóða sjógv Sum skilst, hevur eitt nú Finn ur Fríði gjørt einar tveir ella tríggjar túrar eftir laksasild í ár, og nú er Fagraberg so eisini farin á hesa veiði. Munur er, at meðan Finn- ur Fríði hevur roynt í før- oyskum sjógvi, vildu før- oysku fiskiveiðimyndug- leik arnir helst, at Fagraberg fór í altjóða sjógv. Anfinnur Olsen, reiðari á Fagrabergi, sigur, at skipið er farið á leiðirnar, sum liggja suður úr 200 fjórðinga fiskimarkinum hjá Íslandi. Ilt er at meta um útlit fyri veiði eftir laksasild í altjóða sjógvi, og reiðarin sigur seg ikki vita ítøkiliga, hvussu nógv fiskurin verður keypt- ur fyri. – Men nú fara vit so at gera hesa royndina, meðan bíðað verður eftir, at greiða fæst á komandi svart kjafta- býtinum, leggur Anfinnur Olsen aftrat. Alt í einum Tað eru reiðarar sum halda, at landsins myndugleikar bara skuldu havt býtt alla svartkjaftakvotuna út í senn, so hesin fiskurin kundi verið fiskaður, meðan hann er bestur. Men hetta hevur lands- stýrismaðurin í fiski vinnu- málum, Jacob Vestergaard, valt ikki at gera. Samlaða svartkjafta kvot- an í ár er stívliga 40.000 tons, men nakað liggur eft- ir, sum ikki varð fiskað í 2008. Mett verður tí, at fiskast kunnu tilsamans 67.000 tons av svartkjafti í føroysk- um sjógvi í ár. Høgaberg fyllur nógv við bryggjuna á vestaru vág í Havn. Skipið er 58,66 metrar langt og 13,60 metrar breitt Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskar laksasild í altjóða sjógvi