Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 Givnir at tingast um Shalit Myndugleikarnir í Turkalandi eru givnir við royndini at fáa Hamas at lata ísraelska hermannin Gilad Shalit leysan. Shalit bleiv tikin og burturfluttur fyri næstan trimum árum síðani og hevur verið fangi í Gaza-geiranum síðani. Ísraelskir talsmenn hava í seinastuni bent á, at tað gekk tann rætta vegin við tingingunum, men í gjár skrivaði saudiarabiska blaðið Al-Watan, at turkar eru givnir við royndini at fáa Hamas at lata ísraelska hermannin leysan. Foreldrini hjá Gilad Shalit hava nú sett tjald uttan fyri bústaðin hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra, og har ætla tey sær at dvølja, til sonurin er komin aftur. Myrdi níggju fólk Ein maður hevur skotið minst níggju fólk í amerikanska statinum Alabama., men løgreglan væntar at finna fleiri deyð. Sorgarleikurin byrjaði í gjár í býnum Samson, har fimm fólk vórðu funnin deyð í einum húsvogni, teirra millum eitt tríggjar mánaðar gamalt barn. Úr Samson legði drápsmaðurin leiðina til býin Geneva. Á vegnum loysti hann fleiri skot av eftir løgreglubilum og øðrum bilum, og ein bilførari lat lív. Í Geneva beindi drápsmaðurin fyri mammu síni og einum øðrum fólki, áðrenn hann gjørdi av við seg. Løgreglan roynir nú at fáa greiði á, hví maðurin bar seg soleiðis at. Sagt verður, at málið er sera torgreitt. Nú ísfiskatrolararnir Nornagestur og Kolumbus loysa aftur, fáa 18 mans kjans við hesum báðum skipum, sum hava ligið síðan í mai mánaða í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá partafelagið Vár í Vest- manna, sum eigur gomlu ísfiskatrolararnar, Norna- gest og Kolumbus, gjørdi av at leggja skipini í mai mánaða í fjør, segði annar av eigarunum, Tummas Christophersen, at teir valdu at taka hetta stig, með an teir enn kundu svara hvørjum sítt. Um hetta mundið vóru oljuprísirnir í hæddini, og Tummas saman við hinum eigaranum, sum er Dánjali Jacobsen, mettu ikki, at út lit vóru til líkinda rakst- ur. Men nú er vent í holuni. Oljuprísirnir eru nógv lækk aðir, nógvur upsi hevur verið at fingið, og nú eitt nú prísirnir á toski og serliga hýsu hava verið sera vána- ligir, hevur prísurin á upsa harafturímóti hildið sær rættiliga væl. Eigararnir hava tí gjørt av at gera skipini klár til at loysa aftur, og gongst sum ætlað, eru tey aftur á fiski- veiði einaferð í næstu viku. Fleiri fáa kjans Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at skipini eru í hampiliga góðum standi og væl hevur verið ansað eftir teimum hesar mánað- irnar, meðan tey hava ligið í Vestmanna. – Nú stóðu skipini fyri ár ligu klassingini, og hetta arbeiði verður nú gjørt hjá Mest á Skála. Hann sigur, at umframt van liga árliga klassing, skulu skipini bæði eisini hava aksiltrekk. – Seks mans verða við hvørj um skipi, og ætlanin er, at tey skulu sigla við umleið trimum manningum, soleiðis at menn kunnu skiftast um at vera umborð og í landi. Hann sigur, at brúk verð- ur fyri nøkrum monnum, bæði dekkarum og naviga- tørum, og at menn eru væl- kominir at venda sær til felagið. – Skipini eru mannað í maskinrúminum, men enn vantar okkum onkrar menn á brúnni – og uppaftur fleiri á dekkinum, leggur reiðarin í Vestmanna aftrat. Hampilig útlit Tummas Christophersen heldur, at nú oljuprísirnir eru munandi lækkaðir, upsa fiskiskapurin hevur verið góður, og prísirnir á upsa hava hildið sær rími- liga væl, eru útlit til, at rakst urin fæst at hanga saman. – Jú, vit halda, at útlit nú eru til, at skilagóður rakstur fáast í raksturin, sigur reið- arin í Vestmanna. 18 mans fáa kjans Næstu átta vikurnar verða Vestmenningur og Fram úr vinnu, nú skipini skulu skifta motor á Mest í Havn Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað gekk væl hjá Vest- menn ingi og Fram í fjør, og higartil í ár hevur fiski skap- urin hjá skipunum eisini ver ið góður. Umframt van- ligu veiðimøguleikarnar við upsa undir Føroyum, hava skipini eisini loyvi at veiða gulllaks í vertíðini, sum byrjar seint í vár ella tíðliga í summar. Í fjør eydnaðist gulllaksa- tíðin væl hjá øllum seks skipunum, sum vóru á hesi veiði. Tummas Christophersen, sum eigur meginpartin av Vestmenningi og Fram, ið eru fyrrverandi Hádegis- klettur og Stígarklettur, sig- ur, at bæði skipini verða tik in upp á bedingina í Havn næsta mánadag. – Vit hava fingið at vita, at arbeiðið at taka gomlu motorarnar úr skipunum og seta teir nýggju í, fer at taka einar átta vikur tilsamans. Hann sigur, at skipini so leiðis verða klár at fara aftur til fiskiskap, tá gull- laksavertíðin byrjar. Vestmenningur og Fram, sum eru gomlu dalstrolar- ar nir, eru smíðaðir á Tórs- havnar Skipasmiðju árini 1988 og 1989. Reiðarin í Vestmanna sig ur seg hava hampiliga góð ar vónir fyri 2009, nú olju prísirnir eru lækkaðir, upsafiskiskapurin er góður, og prísirnir á upsa hava hildið sær hamapiliga væl. – Jú, hetta sær hampiliga væl út, sigur Tummas Christ ophersen. Vestmenningur og Fram skifta motor Vestmenningur og Fram á bedingina hjá Mest í Havn, har nýggir motorar verða settir í skipini Mynd: Karstin Vang Skipini vórðu løgd í mai mánaða í fjør, tá raksturin ikki fekst at hanga saman. Nú útlitin eru betri, loysa tey aftur, samstundis sum 18 mans fáa hýru umborð Mynd: Birgir W. Høgnesen