mikudagur 11. mars 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 49 - 11. mars 2009
Andrias Andreassen,
myndahøggari, leggur
í hesum døgum
seinastu hond á eina
bustu av 97 ára gamla
nólsoyinginum,
Richard Jacobsen
MYNDLIST
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Listamaðurin
Andrias
Andreassen hevur í mong
ár fingist við at gera stand
myndir úr leiri. Serliga hev
ur han lagt seg eftir at gera
sonevndar bustur – tað er
myndir av leiri av høvdi og
niður móti bringuni á fólki.
Hann hevur gjørt bustur
av mongum kendum føroy
ingum. Vit kunnu nevna
Olivur við Neyst, Jens Paula
Heinesen, Amariel Norðoy,
Eyðun Johannesen, Torbjørn
Olsen, Sámal Ravnsfjall,
Steinbjørn B. Jacobsen og
Tobba Jacobsen. Fyri altso
at nevna nakrar.
Hann ger eisini bustur eftir
bílegging, og onkur av hesum
hevur verið í sambandi við
bøkur, sum Sveinur Tummas
son hevur skrivað.
Tá hann skrivaði bókina
um Dávur í Tjørnuvík,
heitti hann á meg, um eg
vildi gera eina bustu av
Dáva, og tað gjørdi eg so,
sigur Andrias Andreassen.
Nú er Sveinur so í holt
við at skriva eina bók um
elsta nólsoyingin, Richard
Jacobsen, sum í dag er 97
ára gamal. Hann hevur sum
vera man nógvar lívsroyndir,
og hevur upplivað tveir
heimsbardagar
millum
nógv annað. Richard Jacob
sen hevur verið bóndi alt
sítt lív, og hóast høga aldur
in, er hann framvegis frísk
ur og ferugur.
Tað er ikki soleiðis, at
eg taki einahvørja uppgávu
á meg uttan fyrilit. Eins og
eg altíð geri, var eg eisini
hesaferð úti og »skoðaði
verkið«. Og tá eg sá Ric
hard, var eg onga løtu í iva
um, at hesa standmyndina
vildi eg gera, sigur Andrias
Andreassen.
Gott tol
Hann hevur so ferðast út til
Nólsoyar javnan og hevur
eftirhondini skapt hesa bust
una, sum nú er um at vera
liðug.
Eg haldi, at eg havi verið
í Nólsoy einar tíggju ferð
irnar. Vanliga havi eg arbeitt
einari tríggjar tímar tilsamans
hvørja ferð, men slíkt arbeiði
krevur konsentratión, og tí
verið eg noyddur at fara út at
ganga inn ímillum, fyri at
klára høvd og eygu, sigur
Andrias Andreassen.
Tað hevur sostatt tikið
myndahøggaranum
fleiri
enn 30 tímar at evna stand
myndina av Richard Jacob
sen til, og Andrias Andreas
sen sigur, at ikki bert hevur
Richard verið elsta modell
in, hann hevur gjørt stand
mynd av, men eisini hin
mest tolna.
Hann hevur sitið púra
stillur og hevur í heila tikið
verið serstakliga lættur at
arbeitt við, sigur Andrias
Andreassen.
Heldur
ikki
Richard
Jacobsen sjálvur heldur, at
tað hevur verið serliga
strævið at sitið modell.
Nei, tað hevur ikki bilað
at sitið stillur so leingi,
sigur Richard Jacobsen.
Nú bustan er liðug, er
hon ogn hjá Sveini Tummas
son, men Andrias Andreas
sen vónar, at tað fer at bera
til at lána hana, um tað
skuldi verið.
Tað hevði verið gott, um
eg kundi lánt hana til onkra
framsýning og líknandi,
sigur myndahøggarin.
Hann fæst mest við at
gera standmyndir, men fæst
eisini eitt sindur við at
forma aðrar figurar.
Vit vóru við, tá mynda
høggarin var í Nólsoy mána
dagin. Hetta var seinasti dag
urin, at hann »fekk nakað
meira burtur úr« Richardi,
og hann hevði tí standmynd
og annað tilfar við sær aftur
til Havnar hendan dagin. Nú
er bara endaliga fínpussingin
eftir, so er standmyndin av
97
ára
gamla
Richardi
Jacobsen liðug.
Andrias Andreassen hevur verið einar tíggju túrar í Nólsoy, har hann hevur tilevnað eina standmynd av 97 ára gamla Richardi Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
97 ára gamal modell
Arbeiðsloysið í USA stórt til 2011
Greinarar hjá tíðindastovuni Bloomberg News siga tað
vera væl hugsandi, at amerikanska arbeiðsloysið fer
at tátta upp ímóti tíggju prosentum, áðrenn hetta árið
er úti. Tann seinasta metingin hjá greinarunum sigur,
at 9,4 prosent av amerikonsku arbeiðsfjøldini verður
arbeiðsleys um ársskiftið, og at viðurskiftini fara ikki
at broytast nakað munandi fyrr enn í 2011. Í síðsta
mánað fór arbeiðsloysið í USA upp um átta prosent, og
Bloomberg News skrivar frá greinarunum, at tað er als
ikki vist, at tær 787 milliardir dollararnir frá stjórnini
eru nóg mikið til at fáa búskapin á ta røttu kósina.
Í hernað ímóti skattaskjólum
Fyrst í apríl fara ríkis og stjórnarleiðarar úr teimum størstu ídnaðarlond
unum og ESlondunum at tosa um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at
forða einstaklingum og feløgum at fjala pengar í londum, ið virka sum
skattaskjól. Á fundinum, sum verður í London, fara franski fíggjar
málaráðharrin, Christine Lagarde, og týski starvsbróður hennara, Peer
Steinbrück, at leggja fram eitt uppskot, sum skal áleggja bankum og trygg
ingarfeløgum at geva skattavaldinum upplýsingar í slíkum málum. Í
seinastuni hava fleiri lond, teirra millum USA, lagt dent á at forða fyri, at
óskattaður peningur verður fjaldur uttanlands.