Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 49 • 11. mars. 2009 3. partur Hesin partur skal taka aftur í aftur General Gordon. Tað er so, at í eini slíkari greinarøð kemur altíð meira undan kavi, og meira fæst at vita frá ymiskum keldum. Tað er komin enn ein ábending um, at General Gordon varð niðursigldur, og kemur hon frá ein heilt aðrari keldu enn henni, sum varð nevnd í fyrsta partinum. Hetta er eisini áhugavert, tí hetta hevur neyvan verið á prenti fyrr. Søgan er henda: Tað lógu einaferð nakrir bretskir trolarar á Fuglafjarðapolli. Millum hesar lógu tveir síð um síð. Annar var ankraður, meðan hin hevði sett fast framvið tann ankraða trolaran. Tveir fuglfirðingar Hans Thomsen, á Geilini og Meinhard Jacobsen, kendur skipari, høvdu verið og sett reyðfiskalínu, og á veg til lands fóru teir umborð á annan trolaran. Tá ið teir koma inn í messuna situr skiparin á hinum trolaranum har. Hann virkaði so løgin. Hann var í einum kepp, sum hann hálaði niður í andlitið, sum um hann ikki vildi kennast aftur. Men Hans kendi hann væl aftur. Hann hevði siglt nógv við eingilskmonnum, og hann kendi nevniliga væl stýrimannin á trolaranum, sum skuldi hava siglt General Gordon niður. Hesin hevði fortalt Hans, hvør hesin skiparin var, og hesin man helst hava vitað, hvør Hans var. Komnir aftur í bátin aftur sigur Hans við Meinhard: ”Hatta var maðurin, sum beindi fyri General Gordon!” Søgan var, at trolarin hevði siglt á General Gordon. Gálgin á trolaranum var komin fastur í storvantið á sluppini. Trolarin hevði tískil rivið allan rigningin á General Gordon inn á sítt dekk. Skaðin á General Gordon var blivin so stórur, at hann fór at leka og sakk. Stýrimaðurin hevði frívakt, og skiparin var drukkin. Stýrimaðurin orðnaði at venda aftur, táið hann kom á vakt og frætti um tað, sum var hent. Men tá var einki skip at finna. Stýrimaðurin vildi draga skiparan til svars. Men einki meira spurdist burtur úr, tí søgan segði, at manningin varð mutrað av skiparanum. Henda frásøgn er fult út í samsvar við ta frásøgnina, sum var um hetta í fyrsta partinum í hesi røð. Her var millum annað sagt, at menn vóru komnir til illnar á eini barr, og tá var júst henda hending brikslað skiparanum. Tí kann tað væl vera, at hetta er rætt. Tað vóru nógv skip, nautiska útgerðin var eingin. Tí hendi tað ofta, at tað var samanstoytur. Hetta kundi vera hendiligt óhapp. Men at rýma var sjálvsagt ófyrigeviligt. Feðgarnir sum fórust Millum teir, sum fórust við General Gordon vóru feðgarnir Poul og Jógvan Jespersen. Um hetta greiðir Hanni Thomsen, abbasonur Poul frá, at Jógvan var næstelstur av 10 systkjum, so omman Anna Maria sat eftir við einum barnaflokki uppá 9, har tað yngsta var 4 ár. Sum so mangar aðrar sjómannaeinkjur, megnaði hon at uppfostra øll børnini sjálv og at fáa øll børnin væl undan uttan at eiga nakra jørð og uttan nakra sosiala skipan, sum vit kenna tað í dag. Leggjast kann afturat, at pápi Poul, Jaspur, kom úr Øravík, og vaks upp hjá Giljabóndanum í Hvalba. Pápi Onnu Mariu kom úr Skúvoy. Í Hvalba var hann nevndur Jógvan Joensen á Hólum. Tað kann verða nevnt, at í hesi ætt gingu fleiri ættarlið burtur: Tað sama hendi við pápa konu Poul, nevndur Jógvan á Hólum. Eisini abbi Jógvan, Jógvan Niclasen á Skála fekk eina váta grøv. Hetta er í stuttum søgurnar: Jógvan Niclasen á Skála doyði um 30 ára gamal og stendur um hann soleiðis í kirkjubókini: Blev i slutningen af juli måned 1832 borte med en båd på fiskeri så at man slet intet har hørt til dem siden. Da vejret og søen var god, formodes de at være forulykkede af de store hvaler, eller også, som er rimeligere, at have overlæsset båden med fisk, så de ere sjunken. Jógvan á Hólum doyði longu í 1892 sum 37 ára gamal. Í sigling­ arsøguni er hetta skrivað um tilburðin: 25. november 1892 vóru 11 bátar ú Hvalba á útróðri fyri vestan, og sótu teir flestu um ein fjórðing úr Bergstanga. Hann var landsynningur í ættini, nakað at í sjónum og so mikið av vindi, at teir máttu andøva. Lítið var at fáa. Um 3-tíðina fóru allir bátarnir so við og við til lands uttan ein, sum var eitt sindur ytri enn hinir, og tað seinasta, teir sóu til hansara, hevði hann mastur uppi. Men hvat síðani hendi, veit eingin, tí báturin kom Sjóvanlukkur í Suðuroy: Sjóriddarin fórst eisini í 1924 Vit hava nú í tveimum Miðvikum greitt frá vanlukkuni við General Gordon á vári 1924. Vit hava meira um hetta skip. Men tað var ikki liðugt við tí. Tann 24. november sama ár gongur Sjóriddarin úr Vági burtur við átta monnum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tað er nógv sum bendir á, at General Gordon varð niðursigldur av enskum trolara. Hesin trolarin er úr Hull og hevur einki við hesa søgu at gera Sjófrúgvin, sum bjargaði sær til lands hendan vanlukkudagin, tá ið Sjóriddarin gekk burtur. Her liggur hon sum eitt vrak í Grønlandi ➘