Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 49 - 11. mars 2009 Hóast tað er ein dreymur hjá nógvum at eiga eina ektaða Harley Davidson, er tað bert unt teimum fáu at ogna sær eina slíka, men tað eru alt fleiri, sum gera dreymin til veruleika, sigur Ove Ritter frá Riders.fo MC Modellskráin hjá Harley Davidsson fyri 2009 er rættuliga fjølbroytt. Cross- bones, Muscle, Tri-glide, Iron-883 eru nøkur av nýggju Harley-modellunum í 2009. Nýggj betraði stell, meira motorkraft, størri tangar, handtøk uttan kápil og endurnýggjanin av tí 3-hjólaðu Tri-glide súkkluni eru nakrar av nýggjheit un- um. Ein nýggj trend í MC- høpi, við Harley Davidson á odda, er t.d. nostalgi og myrkir mattir Custom-litir í ráum stíli. Eisini touring- modellini fáast nú í matt- svørtum litum. Modellskráin hjá Harley Davidson er býtt upp í seks ymiskar familjur við 38 modellvariantum. Touring eru tær stóru komfortablu súkklurnar til teir longu túr arnar, Softail eru tær klass isku Harley t.d. uttan sjónligar stoytdoyvarar, V-Rod eru sport-touring modellini við motorum, sum eru gjørdir í samstarvi við Porsche, Dyna er miðal- klassasúkklan, sum nøktar tørvin hjá teimum flestu fyri styling og komfort. Buell eru ”racingsúkklurnar, og Sportster er tann minsta klassiska Harley, sum fæst í átta variantum og í 12 ymiskum litum til prisir frá kr. 120.000. Tær fyrstu av 2009 modellunum eru longu komnar til landið. Fleiri keypa Harley Ove Ritter frá Riders.fo sig ur, at hóast tað eru niður- gangstíðir, hevur hann selt fleiri nýggjar motorsúkklur teir fyrstu mánaðirnar av árin um og nú várið kemur, eru tað fleiri sum hava bí lagt sær eina Harley. Ove Ritter roknar við at koma upp á 100 seldar Harley Davidson í hesum árinum, síðan hann byrjaði við at selja Harley í Føroyum. Orsøkirnar kunnu vera nógvar fyri hví fólk ynskja at nýta pengar upp á eina Harley Davidson. Tað kann vera ljóðið, mytan um Har- ley, umhvørvið, koyriegin- leikarnir, lukturin ella kanska kenslan av tí ektaða, sum vekja áhugan fyri súkklunum. Ofta eru tað fólk sum í mong ár hava havt aðrar motorsúkklur, sum keypa sær eina Harley, eftir at tey hava verið ein royndartúr, sigur Ove Ritt- er. Heimsumfatandi felags- skapurin HOG (Harley Da - vid son Owners Group) telur yvir eina millión limir kring um í heiminum, har tað í dag serliga eru kvinnur, sum keypa sínar egnu motor súkklur og koyra sjálv ar. Føroyska felagið HDC.FO (Harley Davidson Club) er eisini ein sera virk- in felagsskapur, har limirnir halda saman og hugna sær við sosialari samveru og túr um bæði innan- og uttan- lands. Yvir 50 limir eru í felagnum, bæði kvinnur og menn, í aldrinum 18-60 ár, frá øllum stættum í sam- felagnum, sigur Ove Ritter. Heimasíðan hjá felagnum er: www.hdc.fo. S/pf Riders heldur til í Jón- as Broncksgøtu 33. Meira á heimasíðunum www. Riders.fo og www.H-D. com SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Harley-Davidson: Dreymin til veruleika Harley Davidson V-Rod Power Cruiser Harley Davidsen Road King Classic í litunum Turquise og Anthiqwhite Harley Davidson Electra Glide í matt svørtum liti