Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 49 - 11. mars 2009 ] Alshammar missir europeiskt met Svenski svimjarin, Therese Alshammar, missir europeiska metið í 50 metra firvaldssvimjng, sum hon setti í Tokyo fyri tveimum vikum síðani. Orsøkin er, at hon ikki sjálvboðin læt seg dopingkannað innan fyri 24 tímar eftir kappingina, sum annars er eitt krav, um eitt met skal viðurkennast. Venjari hennara, Johan Wallberg, harmast um hetta, men lovar nú, at Therese Alshammar kann bøta um mistakið við at seta nýtt heimsmet í staðin. Svøríki og Norra fáa kapping um EM Nú er endaliga greitt, at fýra eru um boðið at verða vertur fyri EM-endaspælinum í fótbólti í 2016. Svøríki og Norra, sum hava sent eina felags umsókn inn, fáa nú kapping frá Italia, Fraklandi og Turkalandi. Í 1992 hýsti Svøríki einsamalt EM-endaspælinum, sum mong munnu minnast, tí Danmark óvæntað vann europameistaraheitið. Í mai 2010 verður endalig avgerð tikin um, um Svøríki aftur fær møguleikan – hesa ferð saman við Norra. Í annaðkvøld verð­ ur stovnandi aðal­ fundur hjá nýggja ítróttarfelagnum í Eysturoynni, sum eitur Svanur. Sam­ stundis verður før­ oysk ítróttarsøga skrivað, tí hetta er fyrsta ítróttarfelag undir ÍSB ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá Ítróttarsambandið fyri brekað, ÍSB, í síni tíð var sett á stovn í 1981, var ætlanin alla tíðina, at tað skuldi gerast ein yvir skip- aður felagsskapur við fleiri lokalfeløgum undir sær kring landið. Men ikki fyrr enn nú verður fyrsta ítrótt- ar felagið undir ÍSB sett á stovn. Talan er um felagið Svan- ur, sum hevur heimstað í Eysturoynni, og í annað- kvøld klokkan 19 fer at hava stovnandi aðalfund í skúl anum við Løkin í Runavík, tá viðtøkur skulu samtykkjast og nevnd velj- ast. – Vit fara at leggja dent á at menna ítrótt fyri brekað í Eysturoynni og skapa um støður fyri fleiri ítrótt- argreinum, umframt at vit vilja skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy og harvið geva gerandisdegnum eitt inni- hald, sigur ein av stigtak- arunum til nýggja felagið, Dan Lamhauge. – So skjótt sum felagið er sett á stovn, fara vit í gongd við at skapa okkum ein samleika, sum sigur, at hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standa saman um. Endamálið er at fáa rørslutarnað í gongd við ítrótt, og vit fara tí at skipa fyri kappingum saman við ÍSB. 24 ára gamli Brima Koroma, sum er úr Sierra Leone, men síðstu 10 árini hevur spælt í Svøríki, skal komandi vikuna royna at spæla seg til ein sáttmála við B36 FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Brima Koroma er sambært B36-heimasíðuna fram- rættaður miðvallari, men í Svøríki, har hann hevur verið í 10 ár, hevur hann tó mest spælt sum fram- herji. Í svenskum fótbólti er hann serliga kendur fyri sín skjótleika, og hesi árini er tað blivið til um 60 dystir í bestu deildini, Allsvenskan. Nú skal 24 ára gamli Koroma komandi vikuna royndarverja við Voda- fone liðnum hjá B36. Er felagið nøgt við hann, verð ur talan helst um eina avtalu, ið fyribils gongur fram til summarsteðgin. Nógv bendir á, at Brima Koroma, sum eisini hevur spælt onkran landsdyst fyri afrikanska heimlandið, mest kemur til Føroya fyri at koma fyri seg aftur, eft- ir at yrkisleiðin ikki hev ur lagað seg heilt eftir vild seinnu árini. Spælt við Botafogo Brima Koroma var bara 15 ára gamal, tá hann í 1999 kom til felagið Vasa- lund/Essinge, og haðani fór hann í 2003 til All- svenskan-felagið Enköp- ing SK, har hann var í tvey ár. Serliga gjørdi hann vart við seg tað fyrra árið, hóast felagið flutti niður. Í 2005 og tvey ár fram var hann at síggja í All- svenskan aftur, tá Kalmar FF gjørdi sáttmála við hann, men síðstu tvey árini hevur hann spælt við Valsta Syrianska í trið- bestu svensku deildini. Í tríggjar mánaðir fyrst í 2004, meðan hann enn hevði sáttmála við Enköp- ing SK, var Koroma leig- aður brasilska felagnum Botafogo, sum eitt nú er kent fyri at hava alt upp spælarar sum Garrincha, Nilton Santos, Didi, Za gallo, Gerson, Jairzinho og aðrar. Nú Henrik Gerster hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá Stjørnu­ kvinnunum eftir hetta kappingarárið, er felagið farið at leita eftir einum avloysara HONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Stjørnan roynir í hesum døgum at halda kortini tætt at kroppinum, nú felagið skal finna nýggjan venjara til komandi kappingarár. Henrik Gerster endar sítt triðja ár í Klaksvík í somu løtu, sum síðsta finalan er av, og tí skal ein nýggjur venjari finnast. – Vit eru farin at leita eftir einum nýggjum venj- ara, og vit hava eisini tosað við ymisk evni, sigur for- mað urin í Stjørnuni, Kristoff ur Ragnarsson, ið hvørki váttar ella avsannar, um ein møguligur avloysari fyri Gerster longu er funn- in. – Nú skal hetta kapp- ingarárið fáast frá hondini fyrst, áðrenn vit kunngera nakað sum helst, tí vit vilja ikki órógva nakað, nú Stjørn an er komin í FM- finaluna og liðið skal hava frið og náðir at enda árið, uttan at skula hugsa longur fram enn tað. Kristoffur Ragnarsson hev ur annars bara alt gott at bera venjaranum, sum síðstu trý árini hevur leitt Stjørn una til tríggjar steypa- sigrar og tvey meistaraheiti – og enntá kann runda av við triðja meistaraheitinum. – Bæði vit og spælararnir hava alt tað besta at bera Henrik Gerster, sum hevur gjørt eitt gott arbeiði her norðuri hjá okkum hesi trý árini. Tað sigur eisini seg sjálvt, at vit kunnu ikki vera annað enn væl nøgd, tá vit higartil hava vunnið alt, sum vit hava kappast um, sigur formaðurin í Stjørn- uni. Svenskur afri- kanari til B36 24 ára gamla Brima Komora úr Sierra Leone, sum skal royndarvenja við B36, hevur 10 ára royndir í svenskum fótbólti Svanur er fyrsta felag undir ÍSB Stjørnan leitar Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, vil hvørki vátta ella avsanna, um felagið hevur funnið ein avloysara fyri venjaran síðstu trý árini, Henrik Gerster Mynd: Álvur Haraldsen Nýggjað felagið, Svanur, sum er tað fyrsta undir ÍSB, skal skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy Mynd: Jóhan Danielsen