Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 49 - 11. mars 2009 ] Liverpool kom trygt víðari, meðan Chelsea mátti ar beiða hart fyri sín­ um samlaða sigri. Bayern helt aftur mál veitslu, meðan Villa real knógvaði Panathinaikos á útivølli CHAMPIONS LEAGUE Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Liverpool hevði, við at vinna 1-0 í fyrra dystinum á Bernabeu-leikvøllinum í Madrid, longu tryggjað sær gott útgangsstøði. Men tað var ikki farið meir enn eitt korter av dystinum, so hevði gamli Atletico Madrid-spælarin, Fernando Torres, lagt Liverpool fram um 1-0. Dirk Kuyt gjørdi alt forarbeiðið, og Torres skuldi bara beina bóltin ta síðstu leiðina inn um mál- strikuna. Bara 12 minuttir seinni mátti Iker Casillas aftur eftir bóltininum í Real-mál- inum. Brotsspark var dømt til Liverpool, tá ein sending frá Alvara Arbeloa endaði á økslini á Real-spælaranum, Gabriel Heinze. Linju dóm- arin veittraði fyri brots- sparki, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Steven Gerrard sendi Iker Casillas til høgru, og bóltin til vinstru. Liverpool brúkti bara 90 sekund av seinna hálvleiki til at punktera dystin. Ryan Babel trekti seg frían á vinstra vongi, samstundis sum Steven Gerrard storm- aði inn í brotsteigin, og tá sendingin frá Babel kom, tók Gerrard og hamraði bóltin í netið. Vóru fantastiskir Út á seinna hálvleik fór Liverpool-venjarin, Rafael Benitez at hugsa um stór- dystin á Old Trafford ímóti Manchester United. Steven Gerrard og Xabi Alonso vóru tiknir út, og inn komu Lucas Leiva og Jay Spear- ing. Jay Spearing hevur enn sín fyrsta minutt til góðar í Premier League. Andrea Dossena kom stutt fyri leik- lok inn fyri Torres, og tað eydnaðist honum at skora til 4-0, eftir eitt væl spælt mótálop. Hýrurin var góður á Liver pool-spælarunum eftir dystin: – Vit gjørdu arbeiðið liðugt fyrsta hálva tíman, og eg haldi, at vit vóru fan- tastiskir. Í seinna hálvleiki ráddi mest um at fáa dystin lidnan, og tíbetur fingu vit fleiri mál. Tað var týdn- ingar mikið at vinna, og at fáa eitt pláss í fjórð ings- finaluni. Talan var um eitt satt liðavrik í kvøld, stað- festi Steven Gerrard. – Vit høvdu varhugan av, at Real Madrid hevði rokn- að við, at vit fóru at liggja djúpt, og vit høvdu tikið av gerðina um at leggja trýst á teir beinavegin. Javnaðu áðrenn steðgin Venjarin hjá Juventus slapp at uppliva, at gamla felag hansara, Chelsea, sendi Juvent us úr Champions League. Talan gjørdist um ein undirhaldandi dyst, har Chelsea frá byrjan legði trýst á Juventus. Juventus gjørdi alt fyri at skora tíð- liga, og tað eydnaðist eisini italska liðnum at leggja seg á odda, tá 19 minuttir vóru farnir. Fraklendingurin, David Trezeguet spældi hegnisliga Iaquinta leysan, sum skoraði trygt. Beint fyri steðgin svaraði Chelsea aftur við einum týdn ingarmiklum máli á úti vølli. Frank Lampard skeyt eitt dundur-fríspark á yvirleggjaran. Michael Ess- ien var skjótur á retur bóltin- um, og beindi hann í málið til 1-1. Essien hevur verið skaddur í knænum í eitt hálvt ár, og var hann ovur- fegin aftan á málið. Juventus mátti nú skora tvær ferðir í seinna hálv- leiki, fyri at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni, og tá góður hálvur tími var farin, birtist aftur ein vón hjá Juventus. Verjuspælarin hjá Chelsea, Beletti, tók bóltin við hondini í brots- teiginum hjá Chelsea, og dómarin dømdi brotsspark. Veteranurin hjá Juventus, Alessandro Del Piero var ósvikaliga tryggur og setti bóltin í netið til 2-1 til Juventus. Nú satsaði Juventus alt fyri at tryggja sær tað mál- ið, sum vildi givið pláss í fjórðingsfinaluni. Hetta gagn nýtti Chelsea, tá Be - letti gjørdi skaðan góðan aftur, við at senda ein góðan bólt inn til Didier Drogba, sum enn eina ferð skoraði fyri Chelsea. Tá vóru bert seks minuttir eftir av van- ligu leiktíðini, og Juventus megnaði ikki at svara aftur. – Hetta var eitt sera gott úrslit fyri okkum, tað var næstan ein sigur. Vit komu higar, fyri at spæla okkum víðari, og megnaðu tað, segði Drogba eftir dystin. Sporting aftur bank Hevur Bayern München havt trot á sjálvsáliti, so er tað komið í ríkiligt mát ímóti Sporting Lissabon, tí týskarar hava latið Sporting úr í báðum dystunum. Fyrra dystin í Lissabon vann Bay- ern München 5-0, og í gjár gjørdist talan um ein 7-1 sigur. Lukas Podolski var ser- liga eyðsýndur í fyrra hálv- leiki, har hann skjeyt tvey mál. Venjari og spælarar hjá Sporting mugu taka eina stóra eftirmeting, tí at tapa samlað 12-1 í einari áttandapartsfinalu í Champ- ions League er óhoyrt. Í fjórða dystinum í gjár- kvøldið megnaði Villareal – hóast javnleik 1-1 heima og torføran útidyst í Grikka- landi – at spæla seg víðari við 2-1 sigri. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Tvey ensk lið longu víðari Champions League-úrslit Juventus-Chelsea 2-2 (1-1) 1-0 Vicenzo Iaquinta, 19. 1-1 Mickael Essien, 45. 2-1 Alessandro Del Piero (brotsspark), 74. 2-2 Didier Drogba, 83. Chelsea vinnur samanlagt 3-2 Bayern München-Sporting 7-1 (4-1) 1-0 Lukas Podolski, 7. 1-1 Joao Moutinho, 24. 2-1 Lukas Podolski, 34. 3-1 Anderson Polga (sjálvmál), 39. 4-1 Bastian Schweinsteiger, 43. 5-1 Mark van Bommel, 74. 6-1 Miroslav Klose (brotsspark), 82. 7-1 Thomas Müller, 90. Bayern München vinnur samanlagt 12-1 Liverpool-Real Madrid 4-0 (2-0) 1-0 Fernando Torres, 16. 2-0 Steven Gerrard (brotsspark), 28. 3-0 Steven Gerrard, 47. 4-0 Andrea Dossena, 88. Liverpool vinnur samanlagt 5-0 Panathinaikos-Villareal 1-2 (0-0) 1-0 Vaggelis Mantzios, 49. 1-1 Ariel Ibagaza, 55. 1-2 Joseba Llorente, 70. Villareal vinnur samanlagt 3-2 Ei undur í, at Bayern München-spælararnir vóru í góðum lag í gjárkvøldið, eftir at teir á heimavølli høvdu vundið burtur úr Sporting Lissabon Mynd: AP