Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 kortini er framleiðslan rættiliga støðug. - Vit eru vanliga trý, onk- untíð fýra fólk til arbeiðis, tá vit framleiða. Vit hava maskinur til meginpartin av arbeiðinum, so tað gongur við teirri manningini. Ann- ars plagdu vit at vera fleiri til arbeiðis, tá meiri varð gjørt við hond. Fiskurin varð skorin við hond tá, men síðani vit fingu maskinur til meginpartin av framleiðsluni, hava vit verið trý og fýra fólk, sigur Rasmus Hansen. Hann sigur, at tað er rættiliga skiftandi við arbeiði, eisini eftir sum marknaðurin er, tí hann er eisini skiftandi, upp og niður, eisini eftir árstíðini. - Øll rávøran er heilur fiskur. Hann verður keyptur heilur á uppboðssøluni og síðani skera vit hann sjálvi. Á tann hátt kunnu vit eisini fylgja við góðskuni allan vegin, og tað er líka nógv tí, at vit keypa fiskin heilan, sigur Rasmus Hansen. Selt í Føroyum Tá fiskurin er skorin og malin til fars, verður hann eltur til knettir við øllum tí, sum eigur at verða koyrt í eitt knetti, tað verið seg kryddaríir og tálg. - Vit framleiða knettini og frikadellurnar upp á gamlan manér. Tey verða eisini ávikavist kókað og steikt, so tað er bara at hita upp aftur og seta á borðið, sigur Rasmus Hansen. Knettini verða pakkað við fýra í hvørjum pakka, og tað er tann detailpakn- ingurin, sum virkið hevur brúkt alla tíðina. - Tað eru heilsølurnar, sum taka sær av víðarisøluni. Vit lata til heilsølurnar, og tær syrgja so fyri leveringini út til handlarnar, sigur Rasmus Hansen. Alt, sum knettavirkið í Leirvík framleiðir, verður selt í Føroyum. - Vit selja ikki sum er nakað uttan fyri Føroyar. Tað er ein ávísur marknaður í eitt nú Danmark, tí har búgva nógvir føroyingar, og teir hava eisini áhuga fyri okkara framleiðslu, men higartil hava vit ikki gjørt tað stóra við at flyta okkara vørur út. So vit hava avmarkað okkum til at passa føroyska marknaðin, og tað hevur so verið nøktandi, sigur Rasmus Hansen. Og júst tað, at føroyski marknaðurin higartil hevur verið nøktandi, er helst orsøkin til, at virkið ikki hevur gjørt av at hyggja út um landoddarnar. - Men í Danmark er so ein marknaður fyri hesum í ein ávísan mun, um tað skuldi verið, sigur Rasmus Hansen. Eitt tilboð millum onnur Sum nevnt so framleiðir virkið Carl Hansens Eftir- fylgjarar knettir og frika- dellir. Men tað merkir ikki, at teir hava start ser blindar á hesar framleiðslurnar. - Nei, aðrar framleiðslur hava verið uppi og vent, og vit hava eisini onkuntíð gjørt onkrar royndir við øðrum framleiðslum. Vit hava kortini ikki koyrt nakr- ar av hesum royndarfram- leiðslum út á marknaðin, men vit hugsa alla tíðina í nýggjum banum, tó at vit ikki enn hava funnið nakað, sum vit eru klár at koma á marknaðin við, sigur Rasmus Hansen. Hvussu er so stjórin á knettavirkinum í Leirvík nøgdur við søluna og háttin, hansara framleiðslur verða móttiknar av Føroya fólki? Eru knettir og frikadellir gerandis døgurði á føroysku borðunum? - Eg veit ikki reiðiliga. Okkara framleiðsla fer um alt landið og eisini umborð á skipini, men eg veit ikki hvat eg skal siga. Tað er jú so nógv at velja ímillum til døgurða, bæði av fiskamati og øðrum, men okkara fram- leiðsla er so tvey av tilboð- unum millum mong onnur, sigur Rasmus Hansen. Knettir og frikadellir úr Leirvík eru at finna í hvørjum frystidiski um alt landið, men stjórin dugir illa at seta nakað tonsatal á framleiðsluna hjá knetta- virkinum. - Tað verður til nøkur tons um árið, men eg tori ikki heilt at seta nakað tal á, sigur Rasmus Hansen. Gott treysti Fyritøkan er rættiliga gom­ ul, Rasmus Hansen sjálvur tók jú yvir í 1974. Hvussu hevur so gingið upp gjøgn­ um árini, og hvussu sær framtíðin út fyri knetta­ virkið í Leirvík? - Tað hevur gingið upp og niður, og tað hava eisini verið tíðarskeið, har tað hevur verið ómøguligt at fáa hendur á fisk, og tað var eyðvitað ein hin truplasta tíðin. Alt var fastlæst. Bátar og virkir vóru fastløst, og tú slapst ikki framat fiski- num. Tað var ein ógvuliga trupul tíð, sigur Rasmus Hansen. Men hetta broyttist tó, tá fiskamarknaðurin kom. - Hann lat upp fyri, at tað slapst framat fiskinum. Um man so fekk hendur á honum var so nakað annað, tað gjørdi prísurin av. Men tað loysti so upp fyri møgu- leikanum at sleppa framat fiskinum, og tað var í hvussu er positivt, sigur Rasmus Hansen. Men hvussu framtíðin sær út er verri at siga. - Tað sær jú einki serligt út í løtuni. Men vit hava jú verið ígjøgnum eina svára kreppu fyrr, og tá var lítil avsetningur av tí, sum vit fáast við, sum hjá flestu øðrum. So hvussu hetta fer at roynast er ilt at siga. Vit mugu bara síggja tíðina ann og vóna tað besta. Hanga í, tað er tað einasta at gera, sigur Rasmus Hansen. Hann tekur ímóti hesari avbjóðingini við góðum treysti. - Ja, tað er einki annað at gera. Tað gongur upp og tað gongur niður, og tað er bara at vóna, at tað ikki fer ov langt niður, áðrenn tað vendir aftur. Tað er ikki annað at gera við tað, sigur Rasmus Hansen, stjóri í Carl Hansens Eftirfylgjarar. s góður biti Leirvíksknettir er vorðið eitt hugtak. Hesin leskiligi serføroyski døgurðamaturin finst í so at siga í øllum frydtidiskum í handlum kring alt landið Várframsyningin 2009 - Samleiki Evnið á Várframsýniningini 2009 er sensurerað, og verkini vald út av eini dómsnevnd úr Føroysk Myndlistafólk. Heitið er Samleiki. Hvønn einasta dag gjøgnum alt lívið lata vit okkum í skiftandi samleikar og leiklutir til ymisk høvi. Í uppvøkstrinum fáa vit ein samleika frá staðnum, vit búgva, og frá menniskjum, vit liva saman við. Alt eftir kyni og uppvøkstri fáa vit samleika tillutaðan. Gestur á Várframsýningini 2009 er Dennis Agerblad. Várframsýningin 2009 verður í Listasavni Føroya í døgunum 13. mars - 12. apríl. Fernisering verður fríggjadagin kl. 17.00. Øll eru vælkomin.