Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 Tað verður framvegis hildið lív í 35 ára gomlu knettafram­ leiðsluni í Leirvík. Hóast maskinur í stóran mun hava avloyst handamegi, og hóast fiskurin ikki er sjálvfiskaður meira, livir serføroyska framleiðslan í besta velgående ALTERNATIV VINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Carl Hansens Eftirfylgjarar er ein rættiliga gomul fyri­ tøka, sum upprunaliga varð sett á stovn av Carl Hansen, ið var ættaður úr Gøtu­ gjógv. ­ Hann stovnaði ein handil fyrst í 1900 talinum, um 1910­12. Hann hevði so handilin eina tíð, men doyði lutfalsliga ungur, og so yvir­ tók omma handilin, sigur Rasmus Hansen, sum nú eigur og rekur Carl Hansens Eftirfylgjarar í Leirvík. Carl Hansen gamli fekst tó við annað enn bert handil. ­ Hann leigaði motorbátar úr Suðuroy at rógva út við, men sum nevnt doyði hann rættiliga ungur í 1933, og so sat omma mín við handli­ num í nøkur ár, til pápi mín tók yvir nakað seinni, sigur Rasmus Hansen. Pápin rak so handilin fram til hann doyði í 1974, og tá tók so Rasmus Hansen yvir. ­ Eg havi so rikið fyri­ tøkuna síðani, bæði handilin og hetta virki, sum vit fram­ leiða knettir og frikadellir í, sigur Rasmus Hansen. Bygningurin, har hendan fiskaframleiðslan fer fram, varð keyptur, meðan pápi Rasmus enn var á lívi, men teir vóru ikki heilt fluttir inn. Kortini var framleiðslan byrjað áðrenn Rasmus Hansen tók yvir, og so helt hetta fram í nýkeypta bygn­ inginum, har knettavirkið, sum tað verður nevnt millum manna, framvegis heldur til. Virkið er síðani bygt út og er væl størri enn upp­ runaligi bygningurin. Tá pápi Rasmus Hansen byrjaði upp á hesa serfør­ oysku framleiðsluna, fisk­ aði hann meginpartin av fiskinum sjálvur, meðan restin bleiv keypt frá útróðr­ arbátum úr Leirvík. ­ Hetta er so broytt við tíðini, serliga tá fiska­ marknaðurin kom, so nú er tað fyri tað mesta haðani, at vit keypa rávøruna, sigur Rasmus Hansen. Trý og fýra fólk Nakað av gulllaksi verður eisini brúkt til framleiðsluna, og tað verður so keypt frá Tavuni, og tað er fyri so vítt rávøran, sum verður nýtt. ­ Vit framleiða trý sløg av knettum. Tað eru knettir úr seiði, so gera vit knettir úr gulllaksi, sum eisini er reinur gulllaksur, og í triðja lagi gera vit fiskaknettir úr toski og hýsu, og tá er talan um eina blanding av báðum, sigur Rasmus Hansen. Best umtókt av hesum trimum sløgunum eru knettini, sum eru gjørd av toski og hýsu. Virkið framleiðir eisini frikadellir, men tær verða bert gjørdar av toski og hýsu, har verður ikki gull­ laksafars blandað uppí. Tað verður ikki arbeitt á virkinum hvønn dag. Men Rasmus Hansen, stjóri í Carl Hansens Eftirfylgjarar, er triðja ættarlið av handilsmonnum í Leirvík. Í 35 ár hevur virkið nú gjørt knettir og frikadellir Leirvíksknettir framvegi Topdanmark frægari úrslit enn væntað Úrslitið hjá Topdanmark fyri 2008 gjørdist eitt undirskot á 189 milliónir krónur, men tað er bert helvtina so vánaligt, sum framman undan væntað. Leiðslan væntaði eitt undirskot á millum 250 og 350 milliónir krónur, meðan úrslitið fyri 2009 verður mett til millum 875 og 975 milliónir krónur. Hetta í mun til eitt avlop í 2007 á 1,3 milliardir krónur. Undirskotið í 2008 kemur av vánaligu fíggjarmarknaðunum, sum høvdu avgerandi ávirkan á virðini á íløgunum hjá felagnum. Kursfall kostaðu Topdanmark 1,7 milliardir í fjør. – Fallandi partabrævakursir, ein munandi øking í kredittspjeiðingini umframt eitt kursfall á struktureraðu íløgunum hava ført við sær eitt negativt íløguavkast á 1705 milliónir krónur í skaðatrygging. Fíggjarkreppan hevur hartil ført eitt negativt úrslit á lívstrygging við sær á 57 milliónir krónur, skrivar leiðslan í Topdanmark í síni ársfrágreiðing, sambært boersen.dk.