Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 49 - 11. mars 2009 Allir føroyingar skulu duga líka væl – ella illa – at koyra. Sjálvstýrisflokkurin vil nú skipa almenna frálæru til koyrikort, soleiðis at allir føroyingar fáa sama møguleika, somu frálæru og sama prís koyrikort Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn fyri Sjálv­ stýrisflokkin, spara seg ikki við øðrvísi hugskotum. Teir nú hava tað almenna at skipa frálæruna til koyrikort. ­ Koyrikortið er dýrt at taka, tí koyrilærarar skulu hava egin høli og virkisrakst­ ur við roknskapi og øllum, ið hartil hoyrir. Koyrilærarar noyðast at brúka munandi part av tíð síni til virkisrakstur heldur enn frálæru, og kunnu koma í tvístøðu millum leik­ lutirnar sum koyrilærari og tænastuveitari. Soleiðis skriva Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn fyri Sjálvstýrisflokkin, í viðmerk­ ingunum til lógaruppskotið. Uppskotið er ein roynd at fáa viðgjørt spurningin um koyrifrálæru. Ætlanin er at frálæran skal gerast ódýrari, skal samskipast betri við aðra skúlagongd, so sum framhaldsdeild og miðnám, og at viðurskiftini hjá koyri­ lærarum gerast tryggari. Føroyar sum undangonguland Um orsøkina til, at Sjálv­ stýrisflokkurin velur at leggja hetta uppskotið fyri Tingið, sigur Kári P. Høj­ gaard, formaður í Sjálvstýr­ isflokkinum, at tað serliga er Null hugsjónin, ið teir hava í huga. ­ Tað er kanska serliga null hugsjónin, sum vit hugsa um við hesum upp­ skotinum. Vit hava hugsað um, hvussu vit kunnu fáa eina góða útbúgving og hvussu vit kunnu fáa hana implementeraða, sigur Kári P. Højgaard. Hugskotið kemur úr bak­ landinum hjá Sjálvstýris­ flokkinum, og Kári P. Høj­ gaard veit ikki um ponnur lond, ið hava tikið líknandi stig. ­ Føroyar kunnu gerast undangonguland innan ferðslu. Vit eru eitt lítið land, og tað er yvirskoðiligt og lætt­ ari at gjøgnumføra her, enn í einum av størru londunum, greiðir Kári P. Højgaard frá. Sama prís fyri øll Í dagsins samfelag er tað ein mannarættur at fáa koyrikort, sigur Sjálvstýris­ flokkurin. So at siga hvørt húski, har ein líkinda vegar­ stubbi er, hevur bil, í summ­ um meira enn tann eina. Nærum hvør borgari, ið hevur aldur og evni til at ogna sær eitt koyrikort, fer undir at fáa sær tað, sigur Sjálvstýrisflokkurin í viðmerkingunum, og leggur Kári P. Højgaard afturat. ­ Tað hevur verið stórur kritikkur um tímatalið. Nógv hava tyngri við at læra at koyra, og tað hevur verið kjak um hetta við tímunum, um teir nú fáa tað kravda tímatalið. Ójavnt er eisini, hvussu ráðini eru hjá foreldr­ um ella ungum fólki at rinda fyri kortið. Næmingarnir taka tí bara teir neyðugu tím­ arnar fyri at standa royndina, go kundu kortini trongt til meiri koyrivenjing fyri at ger­ ast tryggir vegfarandi. Rætt­ ast hevði tí verið at ásett ein fastan prís fyri eitt koyrikort til persónbil, og so fekk næm­ ingurin teir neyðugu tímar­ nar, ið skuldu til fyri at gerast ein góður bilførari. Byrja frá barnsbeini Ein annar partur av uppskot­ inum um at tað almenna skal skipa fyri frálæruni til koyri­ kort er, at læran skal byrja hjá teimum allar minstu. ­ Løgreglan plagar at koma út í skúlarnar at greiða frá ymiskum, og tað hevði eisini verið gott, um mann byrjaði at læra børnini um ferðslu beinanvegin. Vit meta tað verða neyðugt at fáa tað inn í medvitið beinan­ vegin, at ein dag skulu hesi børnini jú sjálvi út at koyra, sigur Kári P. Højgaard. Hann leggur afturat, at tað eru nógvir mátar at hetta kann skipast upp á, og at hugskotini eru fleiri, um hvussu henda skipanin skal setast í verk, og hvat hon skal innihalda, so at einki er definitivt. Fastan prís fyri koyrikort Nógv heimleys børn í USA Felagsskapir hjá heimleysum amerikanarum siga í einari nýggjari frágreiðing, at tvey prosent av øllum børnum í USA eru heimleys. Tað merkir sambært frágreiðingini, at hálv onur millión børn eru heimleys, og lagt verður afturat, at 42 prosent av teimum eru yngri enn seks ár. Ringast stendur til í statunum Texas, Georgia, Arkansas, New Mexico og Louisiana. Felagsskapirnir hjá teimum heimleysu í USA siga, at heimleys børn hava ofta stórar trupulleikar við heilsuni, og at bara tá fáu hava fráfaringarroynd fólkaskúlans, skrivar AP. Royna kavbátar í póløkinum Tveir amerikanskir kjarnorkuriknir kavbátar gera í hesum døgum ymsar royndir norðan fyri Kanada og Grønland. Tað skrivar blaðið Los Angeles Times. Annar kavbáturin, USS Helena, fór úr herflotastøðini við San Diego í síðstu viku, meðan hin, sum eituir USS Annapolis, fór úr einari herflotastøð í Virginia. Eftir hesum at døma skal USS Helena sigla eystur við kanadisku strondini, meðan USS Annapolis skal sigla eystur um Hvarvið og síðani norður um Grønland í altjóða sjógvi og haðani vestureftir. Tað er ikki greitt, um Kanada er varskógvað um royndina, skrivar Los Angeles Times. Føroyskir koyri­ lærarar fáa harðan kritikk frá Sjálv­ stýrisflokkinum. Eitt nú verður sagt at tað er kostnaðurin, ið ger av, hvussu frálæran verður koyrikort Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo ­ Almennu Føroyar bjóða flestu útbúgvingar ókeyp­ is. Stóra undantakið er koyrikortið, sum verður tikið á privatskúlum. Hó­ ast vit eru sera heppin við dugnaligum koyrilærar­ um, ið seta trygd og dygd í hásæti, so er skipanin óheppin á mangan hátt. Soleiðis skriva Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til lóg­ aruppskotið um at frálæran til koyrikort skal gerast almenn. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur ósemja millum koyrilærarar mill­ um tey atlit, ið eru tikin fyri uppskotinum. »Støðan í dag er ikki góð. Vit hoyra, at ymiskt er, hvussu skipaða lesiætlanin verður umsitin, vit síggja á heimasíðu hjá koyriskúla, hvussu ósamdir koyrilærarar eru, og hvussu funnist verð­ ur at frálæruni hjá øðrum lærarum. Verður hetta tikið fyri fult, er neyðugt at fáa eina skipaða frálæru, sum kemur undir alment eftirlit skjótast gjørligt, tí tað er sera umráðandi, at vit fáa so góðar bilførara sum gjør­ ligt.« Hetta má skiljast sum at Sjálvstýrisflokkurin nú leggur seg út í ósemjuna millum koyrilærarar sína­ millum og Akstovuna. Víðari stendur soleiðs. »Tekur tað almenna sær av frálæruni eftir einum leisti, fáa vit eina eins skipaða frálæru. Tá vita vit, at øll, sum fáa koyri­ kort, hava fingið somu frá­ læru eftir teirri tíð, ið hvørjum einstøkum tørvar fyri at gerast ein góður bil­ førari. Tá er tað ikki kostn­ aðurin, ið ger av, hvussu frálæran verður.« Kritikkur til koyrilærarar - Koyrikortið er dýrt at taka, tí koyrilærarar skulu hava egin høli og virkisrakstur við roknskapi og øllum, ið hartil hoyrir. Koyrilærarar noyðast at brúka munandi part av tíð síni til virkisrakstur heldur enn frálæru, og kunnu koma í tvístøðu millum leiklutirnar sum koyrilærari og tænastuveitari, sigur Kári P. Højgaard Tilgjørd mynd Koyrilærarar liggja í skotlinjuni, nú Sjálvstýrisflokkurin vil gera frálæruna almenna Modellmynd