Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. mars 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 49 - 11. mars 2009 Avdúkandi danska sjónvarpsrøðin, Sandhedens Time, verður aftur á skránni hjá TV3 í annaðkvøld, og tá verður tað føroyska Hanne Rauff Dahl, ið stendur fyri skotum Seinasti gesturin í sendingini Sandhedens Time avdúkaði fyri konu síni, at hann hevði verið ótrúgvur í 15 ár. Í undanfarnu sendingunum hevur hetta verið støðið, og í morgin verður tað føroyska Hanne, ið skal avdúkað síni loyndarmál. - Eg haldi ikki nøkur bumba fer at fella í morgin, tá ið sendingin verður víst, men sjálvsagt kemur okkurt fram, ið eingin áður veit av, sigur Hanne, ið var í upptøkuhølunum hjá TV3 í januar í ár. Fyri 21 erlig svør ber til at vinna 500.000 krónur. Eitt skeivt svar, og Hanne fer heim við ongum. - Eg visti ikki hvat sendingin gekk út uppá. Eg helt bara, at tað allarhelst mátti verða stuttligt at royna, sigur hon við Planet. Eins og vanligt, so verða familja og vinir hjá Hanne til staðar, og fáa tey ein møguleika í sendingini, at sleppa sær undan at hoyra svarið. - Sendingin er býtt í tveir partar. Summi skulu verða “tey óndu”, meðan onnur fáa leiklutin sum “tey fittu”. Eg eri ein av teimum fittu, sigur hon. Hanne er uppvaksin í Føroyum, men býr nú í Amager saman við maka sínum, Christian, har hon eisini lærur til djóralækna. Á heimasíðuni hjá Sanhedens Time www. tv3.dk/sandhedenstime stendur, at Hanne fær spurningar frá einum óvæntaðum gesti. Hon skal eisini svara spurningum um djóraplágan , umframt at hon fer at avdúka nakrar seksuellar vanar. Sendingin fer av bakkastokki í annaðkvøld kl. 19.00 føroyska tíð, og til ber at fylgja við á TV3. Føroyska Heidi á Lakjuni hevur meldað seg til donsku kappingina um at gerast Miss Aquadorable 2009. Eins og undanfarnu ár verður ein kapping í Danmark um at gerast Miss Aquadorable 2009. Tað er vatnfyritøkan Aquad’or, ið skipar fyri kappingini saman við TV3. Kappingin hevur til endamáls at finna vakrastu kvinnuna í Danska Kongaríkinum, og endamálið er, at kvinnurnar skulu hava tann sokallaða natúrliga vakurleikan. Fyrireikarar siga, at mált verður ikki út frá vanligum model mátum. Á heimasíðuni hjá kappingini www. aquadorable.dk ber til at melda seg til kappingina. Hetta verður gjørt við at upprættað sær ein myspace líknandi vangamynd, og á tann hátt verður ein automatiskt við í hópinum. Fyrireikarar velja síðani tær mest egnaðu burtur úr, og tær útvaldu verða við í sjónvarpsrøðini hjá TV3. Føroyska Heidi við í hópinum Enn er ikki avgjørt hvør skal víðari til sjónvarpsrøðina hjá TV3, men føroyska Heidi verður undir øllum umstøðum við í hópinum, tá fyrireikarar skulu taka avgerð um hvør skal víðari og ikki. Heidi sigur soleiðis á sínari vangamynd. - Eg vil takka tykkum øllum. Liv lívið hvønn dag eins og tað var tann síðsti dagurin. Tað geri eg, og fyri hvønn dag sum fer eri eg takksom fyri tað eg havi upplivað og lært tann dagin. Góða eydnu til tykkum allar. Vit eru allar serstakar, og tað er eingin av okkum, ið ikki hevur uppiborið at komi víðari í kappingina. Vinnarin av kappingini fær kr. 100.000, umframt heitið sum Miss Aquadorable 2009. Tær 8, sum fara víðari í kappingini verða almannakunngjørdar mikudagin 18. mars. - Eg eri málleys. Hesi vóru orðini frá Lindu, tá Ekstra Blaðið greiddi henni frá hugburðinum hjá Blachman, um at tveita hana út av X-Factor komandi fríggjakvøld Blachman sigur í dag við Ekstra Blaðið, at Linda skal verða tann næsta út av X-Factor kappingini. - Til alla lukku, er tað ikki bert hann, ið tekur avgerðina. Um hyggjararnir ynskja at eg skal halda fram, so noyðast tey fyri alt í verðini, at senda teirra sms-atkvøður. Annars verið eg jarða næstu ferð. Linda skilur als ikki hugsanina hjá Blachman. - Sjálvsagt skilji eg ikki hansara hugsan. Hann kennir meg ikki, og hansara hugleiðingar um meg eru als ikki rættar. Men hann hevur rætt til at hava sína meining. Og tað er bert eg eftir, ið kann standa fyri hansara skotum. Alien Beat Club er jú eisini hansara egnu. Hann hevði tey við á venjingarlegu, og tey vóru ímillum tey síðstu, ið hann valdu frá, soleiðis at Remee kundi yvirtaka tey. Víðari sigur Linda. - Eg eri skelkað í mun til hansara grundgevingar. Men eg visti hann fór at koma eftir mær. Hann skal forsvara síni egnu, og hann berjist hart fyri at varðveita tey í kappingini. Eg fái bara meira blóð uppá tonnina, tá ið eg hoyri slíkt. Lina Rafn, ið hevur ábyrgdina av Lindu í kappingini, skilur heldur ikki kritikkin hjá Blachman, men sigur nærmast, at tað er “typiskt Blachman”. - Lat okkum bara blaka øll tey burtur, sum duga at syngja. Tað er skilagott av Blachman. Linda er ein nógv betri songkvinna enn øll hini tilsamans, og tað er ótrúligt, at eg noyðist at forsvara hennara luttøku í X-Factor. Lurta eftir henni, tað er nóg mikið, sigur Lina Rafn. Linda skelkað av Blachman Føroyska Hanne í Sandhedens Time Heidi á Lakjuni vil verða Miss Aquadorable Føroyingar kóka í illsinni eftir at Blachman legðist eftir Lindu og ynskti hana út av kappingini Føroyingar hava funnið tey tungu vápnini fram, eftir at Thomas Blachman í Ekstra Blaðnum í gjár langaði eftir føroysku songkvinnuni Lindu Andrews. Ein av teimum, ið er ónøgd við X-Factor dómarin, er Guðrun Sólja Jacobsen, sum í 2003 vann kappingina “Stjerne for en Aften” - Tað er langt úti av Blachman at siga sum hann ger. Hann átti at tálmað sínar útsagnir, tí Linda er hóast alt bert eitt menniskja. Tað má verða ræðuligt hjá henni at fáa slíkt slongt í høvdi, sigur tann 26 ára gamla songkvinnan við ekstrabladet.dk Langt úti - Tað er feitt, tá ið føroyingar megna at gera okkurt serstakt. Eg verið errin, tá ein føroyingar sleppur so langt í einari kapping. Hóast Føroyar er eitt lítið land, so náa vit langt á tí listarliga pallinum, sigur Guðrun. Sambært Ekstra Blaðnum gingu bylgjurnar høgt, tá ið tey í gjár máldi støðuna í Føroyum. Á Facebook bólkinum hjá Lindu vísa fólk eisini sína ónøgd, og fleiri føroyingar, ið Ekstra Blaðið hevur verið í samband við, eru eisini ónøgd við støðuna: - Blachman er for langt úti, men hann sigur bert tað sum hann sigur, tí hann er bangin fyri Lindu. Hon er tann besta í kappingini, og hann veit, at hon verður ein harður kappingarneyti hjá hansara luttakarum. Tí vil hann hava hana út, sigur Marsanna Heinesen. Eisini suðuroyingur Rudi Bruhn hevur víst sína ónøgd. - Eg hevði einaferð stóra virðing fyri Blachman, men tað havi eg ikki longur. Hann happar Lindu. Tað er als ein orsøk fyri at verða so grovur. Tað má hava sligið klik fyri honum, sigur hon. Føroyingar í øðini við Blachman