hósdagur 12. mars 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2009
Tað líður væl við
fyrsta byggistigi
Undir Kongavarða.
Fyrstu familjurnar
flyta inn í komandi
mánaði, og grav
gangur er framvegis
eftir húsum har
Bygging
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
- Tað gongur væl. Vit eru
við at verða lidnir við rað-
húsini, og nú verður gjørt
klárt hjá teimum fyrstu fam-
iljunum at flyta inn. Tað sig-
ur Valbjørn Dalsgarð, byggi-
meistari fyri byggingini
Undir Kongavarða, tá vit
spyrja hann, hvussu tað
líður við byggingini.
Í hesum krepputíðum eru
tað, hóast alt, ikki bara
sorgarsøgur, ið eru at hoyra
úr byggivinnuni.
Byggiverkætlanin
Undir
Kongavarða fór veruliga í
gongd fyrst í farna ári, og nú
gott og væl 14 mánaðir seinni
eru raðhúsini í fyrsta byggi-
stigi um at verða liðug.
Øll húsini eru seld, hóast
astronomiska kostnaðin á
2,9 milliónir fyri húsið, og
tey fyrstu fara at flyta inn
fyrst í komandi mánaði, og
innan leingi skuldu øll
húsini verið búsett.
- Raðhúsini eru um at
verða liðug, og í løtuni
arbeiða vit við at seta síðstu
íbúðarblokkarnar
upp.
Tveir blokkar eru komnir
upp, og tveir eru við at
verða settir upp, greiðir Val-
bjørn Dalsgarð frá.
Darvaðir av veðri
Eftir øllum at døma var ætl-
anin at fleiri longu skuldu
verið flutt inn í raðhúsini
Undir Kongavarða. Men
veðrið hevur í fleiri førum
spælt teimum eitt puss.
- Vit verða órógvaðir av
vindi og av frosti, og í vetur
hevur verið fitt av báðum,
sigur Valbjørn Dalsgarð,
byggimeistari.
Annað byggistig
útsett
Tað gongur eftir øllum at
døma sera gott við fyrsta
byggistigi av verkætlanini.
Men enn vil Valbjørn Dals-
garð ikki tosa nakað serligt
um annað byggistigið.
- Vit konsentrera okkum
bara um fyrsta byggistig
beint nú. Vit hava nógvar
fyrispurningar
til
næsta
byggistigið, men tíðirnar
eru kanska ikki tær bestu
beint nú at fara undir tað.
Vit skulu hava selt stóran
part av seinna byggistigi,
áðrenn vit fara at arbeiða
við tað, vísir Valbjørn Dals-
garð á.
Seta seinasta
naglan í
Raðhúsini Undir Kongavarða eru um at verða liðug. Hetta útsýnið kostar 2,9 milliónir, og øll húsini eru longu seld. Tey fyrstu flyta inn um góðan mánað
Íbúðarblokkarnir hómast
nú aftanfyri raðhúsini
Innan úr raðhúsunum er
frálíkt panoramaútsýni yvir
Argir, Havnina og partar av
Hoyvíkini
Leskiligt fjølbroytni
í kantinuni
- ger einfaldan & góðan mat,
við teimum ráðvørunum tú longu hevur
Leskiligt fjølbroytni
í kantinuni
- ger einfaldan & góðan mat,
við teimum ráðvørunum tú longu hevur
Arbeiðir tú í kantinu? So ert
tú vælkomin til ein dag í køkin,
har vit hitta onnur kantinufólk og
har vi bjóða hvørjum øðrum av, at
gera nakað annað enn tað, sum
vit eru von. Fjølbroytni í køkinum
er ikki bara at keypa nógvar og
dýrar rávørur, men heldur at bjóða
teimum rávørum, sum vit hava,
av.
Vit skulu royna arbeiðshættir,
hugsanir og smakkir, sum vit kun-
nu toga upp úr hattinum, tá ið vit
gera mat. So gestirnir uppliva, at
nakað nýtt hendir og at køkurin
kann broytast.
Luttakararnir fáa íblástur
og nógv góð hugskot við
sær, sum teir kunnu lata í grýtur-
nar. Brennidepilin verður settur á
handverk í samband við útsker-
ing og hugt verður eftir smakki
og hvussu vit smakka matin til.
Dentur verður lagdur á at gera
fjølbroyttan mat við avmarkaðum
tilfari.
Tilmelding og les meiri á
www.synergi.fo.
Tú
ert
eisini
vælkomin at ringja til okkara á
322355 ella 227464.
Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn
Tel. 32BELL (322355) - www.synergi.fo - synergi@synergi.fo
max. 15
luttakarar
Skeið 5. mai ‘09 (fá pláss)
Skeið 6. mai ‘09