Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mars 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 50 - 12. mars 2009 Stríð um gásaroyting Tá landbúnaðarmálaráðharrarnir í ES-londunum hitast seinni í hesum mánaðinum, skulu teir taka støðu til eitt heldur sjáldsamt mál. Málið snýr seg um, at í Ungarn royta tey livandi gæs og koyra dúnið og fjaðrarnar í dýnur og koddar. Onnur lond halda hetta vera brot á djóraverndarreglurnar í ES, og nú hevur Svøríki biðið Ungarn steðga framferðini. Sviar fáa stuðul frá dønum. Brian Mikkelsen, løgmálaráðharri, sigur við Ritzau, at hann fer at gera alt, sum gerast kann, fyri at steðga viðferðini, sum gæsnar í Ungarn fáa. Demjanjuk skal takast Ein dómstólur í Týsklandi hevur givið boð um, at John Demjanjuk, sum er skuldsettur fyri at hava verið vaktarmaður í einari týskari fangalegu undir seinna heimsbardaga, skal handtakast. Maðurin er í dag 88 ára gamal og hevur búð í USA síðani 1952. Í grundgevingini fyrio avgerðini sigur tann týski dómstólurin, at hann hevur grund til at halda, atJohn Demjanjuk er maðurin, sum í krígshøpi gongur undir navninum Ivan hin Ræðuligi. Hann var sambært ákæruritinum vaktarmaður í týningarleguni Sobibor í núverandi Póllandi um summarið í 1943, tá 29.000 jødar vórðu fyribeindir har. Trolbáturin, sum er smíðaður í Íslandi í 2003, hevur verið heimahoyrandi á Viðareiði, Sørvági og nú í seinastuni á Skálafjørðinum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga, at trolbáturin Gorm, sum Føroya Banki herfyri keypti á tvingsilssølu fyri 20.000 krónur, helst verður seldur til Ný Sælands. Tað var bankin, sum sjálv- ur kravdi tvingsilssøluna, eftir at bankin í november í fjør gjørdi úttøku í skipi- num. Sum skilst, var talan um stívliga hálva miljón krónur, sum vóru falnar til gjaldingar. Útvarpið visti at siga, at um dagarnar hava fólk úr Ný Sælandi verið í Føroyum og hugt at fleiri skipum og bátum, eitt nú trolbátinum Gormi. Sambært útvarpinum er samráðingarnar millum partarnar um sølu av Gormi við at koma undir land. Føroya Banki átti fyrsta veðrætt, sum var eitt skaðaloysisbræv upp á 12,9 miljónir krónur, og Norðoya Sparikassi annan veðrætt, sum var eitt eigarapantibræv upp á 12,2 miljónir krónur. Sambært Skipalistanum var tað P/F Kneysur á Glyvrum, sum átti Gorm, og útgerðarmaður var Rod- mundur Nielsen. Gorm er smíðaður í Íslandi í 2003, er 21,95 metrar langur og 6,50 metrar breiður. Trolbáturin hevur áður verið heimahoyrandi á Viðareiði undir navninum Gáshøvdi – og seinni í Sørvági undir navninum Gáshólmur. Gorm verður seldur til Ný Sælands Mangt bendir á, at trolbáturin Gorm, sum í seinastuni hevur verið heimahoyrandi á eystaru síðu á Skálafjørðinum, nú verður seldur til Ný Sælands Mynd: Vilmund Jacobsen Tað sær spennandi út við toskinum í løtuni, men eins stórur og spenningurin er, er óvissan eisini stór stovnsmeting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskirannsóknarstovan hev- ur higartil í vár við sínum yvirlitstrolingum kannað 63 av 100 støðum, sum skulu kannast á landgrunn- inum. Hetta eru tær vanligu støðirnar, sum ár um ár verða kannaðar fyri at fáa eina mynd av støðuni hjá eitt nú toski, hýsu og upsa. Petur Steingrund, fiski- frøðingur, sigur, at úrslitið, sum Fiskirannsóknarstovan higartil er komin eftir, vísir í stuttum, at meira er til at toski í ár enn í fjør, minni er av hýsu – og meira er til av upsa enn somu tíð og á somu støðum sum í fjør. - Upsin hevur allur gýtt, toskurin er mitt í gýtingini, og hýsan er ikki byrjað at gýta enn. Fiskifrøðingurin veit at siga, at tað er serliga tað eina tóvið, sum Magnus Heinason gjørdi á leiðunum norðanfyri, sum var serliga gott, og sum ger stóra útslagið við toskinum. - Samanlagt góvu hesar støðirnar munandi meira av toski og upsa í ár, enn tær góvu í fjør vár. Petur Steingrund leggur dent á, at stórur ivi er um úrslitið við toskinum, tá meginparturin av fram- gongdini stavar frá ein- støkum støðum norðanfyri. - Jú, vit eru fegnir um hesar ábendingar við tosk- inum, men neyðugt verður at bíða til heystar, áðrenn vit við størri neyvleika kunnu siga, um toska- stovnurin veruliga er í menning. Fiskifrøðingurin vísir á, at yvirlitstrolingarnar so seint sum í fjør heyst vístu ikki tekin um, at støðan hjá toskinum er batnað nakað. - Vit eru sjálvandi sera spentir eftir at síggja, hvat yvirlitstrolingarnar fara at vísa til heystar, og vit kunnu bara vóna, at vit tá fara at síggja og kunna staðfesta, at toskurin á landgrunninum er við at mennast aftur. Petur Steingrund vísir á, at yvirlitstrolingarnar í fjør vár vóru munandi betri enn várið fyri, og aftur í ár vísa tølini, at framgongdin heldur fram. - Vanligt hevur verið, at yvirlitstrolingarnar um várið og um heystið hava samsvarað rættiliga væl, men soleiðis hevur ikki verið nú í seinastuni. Fiskifrøðingurin sigur seg ikki duga at siga, hvat broytingin merkir og spurdur, um hesi tekin eisini vóru at síggja mið- skeiðis í nítiárunum, tá toskurin mentist so skjótt, sigur hann: - Tað kunnu vit ikki siga, tí tá høvdu vit ongar yvirlitstrolingar um heystið, men bara um várið. Nú yvirlitstrolingar bæði eru um várið og um heystið, kunnu metingarnar gerast neyvari. Men, sum eg segði í áni, er enn ógvuliga torført at meta um, hvørju úrslitini fara at verða til heystar, sigur Petur Steingrund. - Vit eru sjálvandi sera spentir eftir at síggja, hvat yvirlitstrolingarnar fara at vísa til heystar, og vit kunnu bara vóna, at vit tá fara at síggja og kunna staðfesta, at toskurin á landgrunninum er við at mennast aftur, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, nú Magnus Heinason hevur kannað 63 av 100 støðum á landgrunninum Mynd: Vilmund Jacobsen Toskurin á einum vegamóti