hósdagur 12. mars 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 50 - 12. mars 2009
Fyritøkan MP-Teknik
í Klaksvík er nú farin
at marknaðarføra ein
sendara av merkinum
SEA-Marshall, sum
fyritøkan hevur gjørt
avtalu um at selja í
Føroyum
Trygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útgerðin, sum felagið í
Klaksvík hevur gjørt avtalu
um, er soleiðis háttað, at
um ein maður dettur á
sjógv, fer ein sendari beinan
vegin at senda á eini altjóða
neyðbylgju.
Undir marknaðarføring
ini av útgerðini í Føroyum
eru tað serliga nøkur av før
oysku alifeløgunum, sum
higartil hava víst neyðút
gerðini ans.
Hjá MPTeknik siga tey,
at sendarin er so lítil, at fólk
saktans kunnu hava hann
hangandi um hálsin í einum
hálsbandi – ella í beltinum,
sum er í einum bjargingar
vesti.
Slóðbrótandi við hesum
lítla sendara er, at hann
kann halda á at senda í heilt
upp í 36 tímar.
Nógvir møguleikar
Sendarin kann eitt nú setast
í samband við eina støð,
sum kann standa á bátinum
ella á aliflakanum.
MPTeknik sigur, at tá
fólk so fara at leita eftir
manninum, kunnu tey við
einum hondpeilara finna
mannin, og sendarin kann
eisini peilast av skipum hjá
Vaktarog
Bjargingartæn
astuni, eins og tyrlum og
flogførum.
Lítli sendarin peilast
heilt upp til 5 fjórðingar og
í minsta lagi 23 fjórðingar.
Hetta merkir, at maður, sum
fer á sjógv, kann finnast og
bjargast eftir stuttari tíð.
Langtrøkkandi skipan
MPTeknik sigur, at tá SEA
Marshall útgerðin verður
brúkt av útróðrarmonnum,
er sendarin háttaður soleið
is, at hann gevur boð inn á
eina aðra langtrøkkandi
skipan, sum er sett saman
við einum gps’ara, sum sig
ur knattstøðuna, har báturin
er staddur, tá alarmurin fór
í gongd.
Útgerðin kann eisini brúk
ast av kavarum, og tá er hon
vatntøtt í minsta lagi niður á
100 metrar, men er testað
niður á 300 metrar.
Kavarin útloysir eitt
serligt flot sum ger, at send
arin fer upp til vatnskorpuna
og sendir neyðboð.
MPTeknik sigur, at við
hesi útgerð eru ikki minst
útrórðarmenn, sum mangan
eru einsamallir á báti, nógv
tryggari, tí neyðútgerðin
hevur
nógvar
ymiskar
møguleikar sum kunnu vera
hentir, tá vanlukkan rakar.
Ein av møgleikunum er,
at útgerðin kann sløkkja
motorin, um maður dettur
fyri borð, sigur MPTeknik
í Klaksvík.
Neyðútgerð sum bjargar
mannalívum á havinum
Prestar fáa hjálp til at trúgva
Nú kunnu prestar í trimum biskupadømum í Danmark fáa hjálp til at
varðveita trúnna á tann Guð, sum teir sjálvir prædika um hvønn
sunnudag. Tað skrivar Kristeligt Dagblad, sum eisini veit at siga, at alt
fleiri prestar koma í hesar "trúarbólkarnar", har prestarnir fáa hjálp til
sjálvhjálp í viðurskiftunum við Guð. Presturin Preben Kok, sum er
ein av stigtakarunum til hesar trúarbólkarnar, sigur við Kristeligt
Dagblad, at í veruleikanum hava prestarnir sjálvir brúk fyri at fáa eitt
sindur av tí heilivági, sum teir sjálvir prædika.
Cimber Sterling flúgvandi
Tað hevur gingið sera væl hjá danska flogfelagnum
Cimber, síðani tað keypti leivdirnar av felagnum
Sterling fyri góðum trimum mánaðum síðani. Jørgen
Nielsen, stjór í Cimber Sterlingi, sigur við Ritzau, at tey
hava sett 100 fólk í starv síðani samanleggingina, og at
væntandi verða 100 onnur sett afturat í hesum árinum.
Eitt mál við samanleggingini var at skipa 20 nýggjar
rutur, og tí er tað serliga flogskiparar og flogternur, sum
hava fingið arbeiði hjá Cimber Sterling í vetur.
Sendarin er so lítil, at fólk saktans kunnu hava hann hangandi um hálsin í einum hálsbandi
– ella í beltinum, sum er í einum bjargingarvesti
- Slóðbrótandi við skipanini er, at sendarin kann
halda á at senda í heilt upp í 36 tímar, sigur MP-
Teknik, sum nú marknaðarførir útgerðina
SendA tit hópin Av rykkjArum?
Ofta er tað trupult at vera tann, sum við fremsta-
fingri á lofti skal ringja til kundan fyri at minna
hann á at gjalda. Hetta kann verða ein tyngjandi
ábyrgd, sum í ringasta føri kann føra við sær, at tit
aldrin fáa peningin inn?
Á skeiðnum fært tú íblástur til, hvussu tú á
bestan hátt handfarir skuldarar líka frá fyrsta
faktura verður send, til fyribyrgjan av tapi, til
áminngarskriv, ómaksgjøld, rentur og innheintan.
Tú fært eisini íblástur til, hvussu tú tryggjar eitt
gott og javnbjóðis samskifti við kunda og varð-
veitir góða sambandi, soleiðis at kundin framvegis
ynskir at verða kundi í fyritøkuni.
Super góðAr eftirmetingAr
Luttakarar hava givið hesum skeiðið og skeiðs-
leiðarunum, heili 10,3 í miðal eftir 13’skalanum.
málbólkur
Størri og smærri fyritøkur, ið ynskja at fáa størri
succes við at fáa útistandandi pening í hús.
tilmelding og meiri um
Skeiðið
Les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara
www.synergi.fo. Her kanst tú eisini tekna teg. Tú
ert eisini vælkomin at ringja, um tú ert í iva um
eitt-hvørt - 32BELL (322355).
betri stýring og rykkjan av
skuldarum / debitorum
- fáið útistandandi pening í hús
Skeið 25. mArS 2009
Synergi • Tvørgøta 13 • 100 Tórshavn • Faroe Islands
synergisynergi.fo • Tel. +298 22RING (227464)